← Løgtingsmál

52-024/2023

Suðuroyartunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
024.23 svar frá til A. V. Johannesen til B. Hammer - Suðuroyartunnilin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 24/2023 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um Suðuroyartunnilin
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. 	Nær í ár verður uppskot til verklagslóg fyri Suðuroyartunnilin lagt fyri Løgtingið?
Svar:
Sum tað stendur í samgonguskjalinum, so er samgongan samd um, at: “Heimild verður givin Pf.
Suðuroyartunlinum at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, og neyðugur
peningur verður játtaður. Miðað verður eftir, at kanningarnar eru lidnar við ársenda í 2024. Samstundis
verður ein haldføriskanning gjørd, og ein fíggingarleistur verður funnin sum skjótast.”
Samsvarandi hesum, eru 10 mió. kr settar av í løgtingsfíggjarlógini fyri 2023, og verða aðrar 10 mió. kr
við í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024 til arbeiðið. Metingin hjá P/F Suðuroyartunnilin er, at
henda játtanin røkkur til at gera forkanningar lidnar.
Forkanningarnar eru í gongd og P/F Suðuroyartunnilin upplýsir, at tær ganga væl og mesta arbeiðið
verður liðugt um ársskiftið. Ein royndarboring skal gerast næsta summar. P/F Suðuroyartunnilin fer at
gera uppskot og tilmæli um forprojekt, herundir linjuføring, og at gera eina kostnaðarmeting av íløgu og
rakstri av einum Suðuroyartunli.
Tunnilsfelagið hevur sett tríggir arbeiðsbólkar, sum arbeiða við ávikavist linjuføring og atknýttir vegir,
trygd, og hvat skal gerast við grótið. Tveir av hesum bólkum eru byrjaðir sítt arbeiði, og bólkurin
viðvíkjandi nýtslu av grótinum úr tunlinum hevur sín fyrsta fund ein av komandi døgunum.
Løgmansskrivstovan 	arbeiðir 	harumframt 	saman 	við 	Fíggjarmálaráðnum, 	Fiskivinnu- 	og
samferðslumálaráðnum, 	Landsbankanum 	og 	P/F 	Suðuroyartunnilin 	við 	at 	greina 	íløgu- 	og
rakstrarkostnað fyri ein Suðuroyartunnil í mun til verandi farleið og at gera uppskot til fíggingarleist.
Tá allar forkanningarnar eru lidnar og haldføriskanning og uppskot til fíggingarleist fyriliggja, er málið
klárt til politiska støðutakan.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgmaður hevur sett ein politiskan fylgibólk, har allir flokkar á løgtingi hava valt umboð. Politiski
fylgibólkurin hevur havt sín fyrsta fund.
Í Tinganesi, 21. september 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
024.23 spm til A. V. Johannesen frá B. Hammer - Suðuroyartunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Suðuroyartunnilin
Spurningar:
1. Nær í ár verður uppskot til verklagslóg fyri Suðuroyartunnilin lagt fyri
Løgtingið ?
Viðmerkingar:
Suðuroyingar eru av sonnum farnir at ótolnast eftir, nær verklagslógin fyri komandi
Suðuroyartunnilin verður løgd fyri Løgtingið. Verklagslógin er avgerandi fyri, at
arbeiðið veruliga kann byrja.
Undanfarna samgonga valdi ikki at raðfesta Suðuroyartunnilin, tí setti hendan
samgongan ferð á neyðugu undankanningarnar, sum verða lidnar í heyst/vetur.
Tað er onki annað mál, sum hevur størri týdning fyri suðuroyingar, enn komandi
Suðuroytunnilin.
Tunnilin er framtíðin fyri oynna og einasti vegur at fáa atgongd til allan
arbeiðsmarknaðin og framburðin í Føroyum, ið restin av føroyingum hava notið gott av
seinastu mongu árini.
Fólkið og vinnan í oynni ynskja ikki betri sømdir enn onnur í Føroyum – men somu
sømdir.
Hóast fólkatalið í Føroyum er hækkað munandi seinastu árini, so er fólkatalið í
Suðuroynni minkað og sosiali ójavnin hevur ongantíð verið størri. Haldførið í
Suðuroynni er hótt, og javnvágin er ikki til at fáa eyga á. Føroyar hava ikki ráð til at
lata 10% av føroya fólki sigla sín egna sjógv.
Fólk, sum enn búleikast í oynni, meta Suðuroynna hægri enn nakað annað.
Møguleikarnir í oynni eru óendaliga stórir og vil tað verða sjón fyri søgn, tá
tunnilsarbeiðið byrjar. Tá vil framburðurin eisini røkka Suðuroynni, til gagns fyri allar
Føroyar.
Á Løgtingi, 12. september 2023
Bjarni Hammer

-- 1 of 1 --