52-023/2023
Hjálparískoyti og hækkað familjuískoyti í 2023
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 22. sep. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
023.23 Svar frá S. Stenberg til L. Weihe - Hjálparískoyti og hækkað familjuískoyti í 2023.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1 – 3 100 Tórshavn 20. september 2023 Mál: 23/18223-5 Tygara skriv: Viðgjørt: HP Nr. 52-023/2023 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-023/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um hjálparískoyti og hækkað familjuískoyti í 2023 Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: Spurningar: 1. Hvussu nógv húski hava fingið hjálparískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti? 2. Hvussu nógv av hesum eru húski við einum vaksnum og hvussu nógv húski hava fleiri vaksin? 3. Hvussu nógv húski hava fingið oljuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti? 4. Hvussu nógv húski fáa ágóðan av, at familjuískoytið er hækkað í løtuni? Svar: 1. Hvussu nógv húski hava fingið hjálparískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti? Tað eru 668 húski, ið higartil hava móttikið hjálparískoyti, sambært løgtingslóg um familjuískoyti. Harumframt eru umleið 10 umsóknir, sum ikki eru liðugt viðgjørdar. 2. Hvussu nógv av hesum eru húski við einum vaksnum og hvussu nógv húski hava fleiri vaksin? Fyri at svara spurninginum er neyðugt at fáa uttanhýsis kt-veitaran hjá Almannaverkinum at gera nakrar broytingar ella at kanna málini manuelt. Hetta hevur ikki eydnast áðrenn freistina. 3. Hvussu nógv húski hava fingið oljuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti? Tað eru 415 húski, ið hava móttikið oljuískoyti, sambært løgtingslóg um familjuískoyti. 4. Hvussu nógv húski fáa ágóðan av, at familjuískoytið er hækkað í løtuni? Í mun til oljuískoyti og hjálparískoyti, so er rætturin til familjuískoyti ikki knýttur at húskishugtakinum. Ein stakur uppihaldari, sum t.d. býr hjá egnum foreldrum, ella ein stakur uppihaldari, sum eisini hevur vaksin heimabúgvandi børn, er í sambandi við rættin til familjuískoyti at rokna sum stakur. Hinvegin hevur parlagsstøða týdning fyri, hvussu familjuískoytið verður roknað. -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Broytingin í løgtingslógini um familjuískoyti hevur við sær, at veitingin hjá øllum móttakarum hækkar, og harvið fáa øll, sum eru í skipanini ágóðan av hækkingini. Talið av móttakarum broytist eitt sindur frá mánað til mánað. Síðani broytingin kom í gildi hava 316 familjur móttikið familjuískoyti og hava harvið fingið ágóða av hækkingini. Av teimum 316 eru 268 støk og 48 samlivandi pør. Tórshavn, 20. september 2023 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
023.23 spm. til S. Stenberg frá L. Weihe - Hjálparískoyti og hækkað familjuískoyti í 2023.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 11. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Hjálparískoyti og hækkað familjuískoyti í 2023 Spurningar: 1. Hvussu nógv húski hava fingið hjálparískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti? 2. Hvussu nógv av hesum eru húski við einum vaksnum og hvussu nógv húski hava fleiri vaksin? 3. Hvussu nógv húski hava fingið oljuískoyti sambært løgtingslóg um familjuískoyti? 4. Hvussu nógv húski fáa ágóðan av, at familjuískoytið er hækkað í løtuni? Viðmerkingar: Eitt tað fyrsta, samgongan tók stig til eftir valið í fjør, var at lætta um gerandisdagin hjá fíggjarliga sperdum familjum. Familjum, sum vóru illa raktar av ógvusligu príshækkingunum seinastu tíðina. Ein eingangsupphædd á 12.000 kr. skuldi latast húskjum við lágari inntøku og ongum ognum av týdningi. Harafturat bleiv familjuískoytið hækkað við 750 kr. um mánaðin frá 1. juni til 31. desember 2023, soleiðis at barnafamiljur eisini fáa ein eyka fíggjarligan styrk. Hjálparpakkin varð einmælt samtyktur 22. mars í ár. Freistin at søkja um hjálparískoyti var 30. juni 2023. Tí hesar spurningar. Á Løgtingi, 11. september 2023 Liljan Weihe -- 1 of 1 --