52-022/2023
Lágmarksútgjald (sosial skipan)
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. sep. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
022.23 Svar frá S. Stenberg til S. K. Poulsen - Lágmarksútgjald (sosial skipan).pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1 – 3 100 Tórshavn 18. september 2023 Mál: 23/18009-5 Tygara skriv: Viðgjørt: HP Nr. 52-022/2023 Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-022/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, um útgjaldslágmark í formi av sosialari skipan til barsilstíðina. Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: Spurningar: 1. Hvat heldur landsstýriskvinnan um eina sosiala skipan, sum liggur uttanfyri galdandi barsilsskipan, sum tryggjar øllum foreldrum eina lágmarksupphædd í barsilstíðini úr landskassanum? 2. Hvat hevði tað kostað landskassanum árliga at tryggja eina lágmarksupphædd á ávikavist 5.000, 10.000 ella 15.000 krónur um mánaðin, sum varir líka leingi, sum barsilstíðin er í dag? 3. Sær landsstýriskvinnan aðrar møguleikar, enn uppskotið omanfyri, fyri at útrudda fíggjarligar orsakir til fosturtøku og at fáa burðartalið upp? Svar: Til spurning nr. 1 og 3 Økonomiskur tryggleiki hevur stóran týdning fyri vælferðina hjá smábarnafamiljum, og landsstýriskvinnan er tí samd við endamálinum, at ongin skal detta niðurímillum okkara vælferðarskipanir í sambandi við barnsburð. Skiftandi landsstýri hava seinnu árini bøtt um ymsar stuðulsveitingar til barnafamiljur, og støðan í dag er munandi betri enn fyri 15 árum síðani. Tó eru nøkur, sum ikki hava nøktandi fíggjarligar umstøður í sambandi við barnsburð. Tey flestu, sum í Føroyum fáa børn, fáa veiting frá barsilsskipanini. Tey, sum eru lesandi, og sum tí ikki hava nakað inntøkugrundarlag í barsilsskipanini fáa lestrarstuðul og barnastuðul frá studna. Í Føroyum hava vit løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, ið er niðasta trygdarnetið, og sum loftar teimum, ið detta niðurímillum aðrar skipanir. Sambært løgtingslógini kann fyribils uppihaldsveiting veitast teimum, sum ikki hava nakað uppihaldsgrundarlag í sambandi við barnsburð. Veitingin, sum verður veitt líka leingi sum farloyvistíðarskeiðið sambært løgtingslóg um barsilsskipan, er í 2023 er 17.252 kr. til støk, ið búgva einsamøll, og 13.418 kr. til tey, sum búgva saman við øðrum vaksnum persóni. Upphæddirnar eru skattskyldugar. Umframt fyribils uppihaldsveiting eru aðrir ágóðar og veitingar, sum foreldur kunnu hava rætt til, so sum familjuískoyti, barnaískoyti til stakar uppihaldarar, barnafrádráttur. Fyribils uppihaldsveiting verður sum nevnt veitt teimum, sum onga aðra inntøku hava. Veitingin verður eisini veitt sum eitt ískoyti til tey, sum hava eina heilt lága veiting frá barsilsskipanini ella, sum ískoyti til lesandi í barsilsfarloyvi. -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Síða 2 av 2 Í løgtingslógini um almannatrygd og tænastur er innistandandi peningur hægri enn 30 tús. kr. at rokna sum eitt uppihaldsgrundarlag. Og tað merkir, at tey, sum hava lagt pening til síðis og hava eina uppsparing, ikki hava rætt til fyribils uppihaldsveiting. Landsstýriskvinnan metir tað ikki vera neyðugt at gera eina heilt nýggja sosiala skipan, um so er, at avgerð verður tikin um tryggja foreldrum eina lágmarksupphædd. Vit hava longu eitt trygdarnet og eina lóggávu, sum er egnað til endamálið. Tað eru sum nevnt nøkur, sum detta niðurímillum meskarnar, og tað eru tey, sum hava ognir. Lóggávan kann tillagast soleiðis, at m.a. treytirnar um ogn í sambandi við fyribils uppihaldsveiting vegna barnsburð verða broyttar. Til spurning nr. 2 Tað ber ikki til hjá Almanna- og mentamálaráðnum at meta um kostnaðin av at tryggja øllum eina lágmarksupphædd. Neyðugt er at kenna talið av borgarum, sum í einum barsilsfarloyvistíðarskeiði hava inntøku lægri enn lágmarksupphæddin, og tað eru upplýsingar, sum Almannaverkið ikki hevur atgongd til. Niðanfyri eru nøkur hagtøl um barsilsveitingar, men tað ber sum nevnt ikki til hjá okkum, sum varða av almannaøkinum at meta um kostnaðin av at tryggja foreldrum eina lágmarksupphædd. Børn fødd (Sbrt. Hagstovu Føroya) 2021: 683 2022: 631 Tal av mammum sum fingu veiting frá barsilsskipanini (Sbrt. Taks) 2021: 644 2022: 578 Hvussu nógv í barsilsskipanini hava inntøku lægri enn ávikavist 5.000, 10.000 og 15.000 hevur landsstýriskvinnan og Almannaverkið ikki innlit í. Tal av mammum, sum fingu fyribils uppihaldsveiting (sbrt. Almannaverkinum) 2021: 71 2022: 61 Tey, sum fáa fyribils uppihaldsveiting, fáa øll antin 13.418 kr. um mánaðin ella 17.252 kr. (ella fáa supplerað upp til hesar upphæddirnar). Útreiðslurnar hjá landskassanum til fyribils uppihaldsveiting vegna barnsburð, hava í 2021 og 2022 verið umleið 3,5 mió. kr. um árið. Almanna- og mentamálaráðið hevur ikki hagtøl um tey, sum eru í barsilsfaroloyvi frá lesnaði og tí fáa veiting frá Studna. Havast skal í huga, at veitingarnar ganga yvir ár, tí veitingartíðarskeiðið kann vera upp til 12 mánaðir. Ein partur av teimum, ið veiting frá Almannaverkinum, eru tey somu, sum fáa veiting frá Barsilsskipanini. Tórshavn, 18. september 2023 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
022.23 spm. til S. Stenberg frá S. K. Poulsen - Lágmarksútgjald (sosial skipan).pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum Evni: Útgjaldslágmark í formi av sosialari skipan til barsilstíðina Spurningar: 1. Hvat heldur landsstýriskvinnan um eina sosiala skipan, sum liggur uttanfyri galdandi barsilsskipan, sum tryggjar øllum foreldrum eina lágmarksupphædd í barsilstíðini úr landskassanum? 2. Hvat hevði tað kostað landskassanum árliga at tryggja eina lágmarksupphædd á ávikavist 5.000, 10.000 ella 15.000 krónur um mánaðin, sum varir líka leingi, sum barsilstíðin er í dag? 3. Sær landsstýriskvinnan aðrar møguleikar, enn uppskotið omanfyri, fyri at útrudda fíggjarligar orsakir til fosturtøku og at fáa burðartalið upp? Viðmerkingar: Ein av høvuðsorsøkunum til fosturtøku er fíggjarligu umstøðurnar hjá mammuni og pápanum. Tað kundi tí verið skilagott at tryggjað øllum foreldrum eina lágmarksupphædd í barsilsskipanini ella aðrari skipan. Hetta fyri at minka um, at tað fíggjarliga frameftir er orsøk til at velja fosturtøku. Áður hevur verið kjakast um, at skipanin er órættvís á tann hátt, at tú bert fært nakað burtur úr barsilsskipanini, um tú leggur arbeiðslív og barnsburð til rættis á ávísan hátt. Summir borgarar kunnu eiga fleiri børn, men ongantíð fáa nakað úr barsilsskipanini, men hinvegin bert gjalda inn. Afturat hesum stendur so at siga allur vesturheimurin í tí støðu, at ov fá børn verða fødd. Eitt nú hevur stjórnin í Ungarn ætlanir um at strika inntøkuskattin hjá øllum kvinnum, sum hava føtt í minsta lagi fýra børn. Ein lágmarksupphædd í barsilsskipanini ella aðrari sosialari skipan kundi verið eitt líknandi átak at bøtt um hendan trupulleikan, sum eisini ger seg galdandi í Føroyum. Til munnligar fyrispurningar mikudagin 6. september 2023, vísti landsstýriskvinnan í umhvørvismálum til landsstýriskvinnuna í almannamálum í samband við fyrispurning um at tryggja eitt lágmarksútgjald til foreldur í barsilstíðini uttan fyri barsilsskipanina. Við øðrum orðum at gera eina sosiala skipan sum tryggjar slíkt lágmarksútgjald. Á Løgtingi, 7. september 2023 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --