52-021/2023
Lágmarksútgjald (barsilsskipanin)
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. sep. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
021.23 Svar frá I. D. Strøm til S. K. Poulsen - Lágmarksútgjald (barsilsskipanin).pdfuppruna-PDF
Svar · — · 20. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Gongin 7 • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo Tórshavn, tann 19. september 2023 J. nr.: 23/17901 Tygara skriv: 52-021/2023 Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum Evni: Útgjaldslágmark í barsilsskipanini Spurningar: 1. Hvat hevði kostnaðurin verið av at áseta eitt lágmarksútgjald úr barsilsskipanini á ávikavist 5.000, 10.000 ella 15.000 krónur? 2. Hvussu nógvum prosentstigum skal inngjaldssatsurin økjast við hjá hvørjum borgara fyri at dekka økta kostnaðin fyri ávikavist eitt lágmark á 5.000, 10.000 og 15.000 krónur? Svar Til spurning 1 Spurt verður, hvat kostnaðurin hevði verið av at ásett eitt lágmarksútgjald úr Barsilsskipanini. Spyrjari hevur nágreinað fyri Umhvørvismálaráðnum, at hugsað verður um øll foreldur, og ikki einans tey, sum eru fevnd av barsilslógini. Umhvørvismálaráðið hevur tó ikki hagtøl um tey foreldur, sum ikki hava verið í Barsilsskipanini. Talan kann vera um foreldur, sum eru í barsli frá lesnaði og fáa veiting frá Studna, ella sum fáa uppihaldsveiting í sambandi við barnsburð frá Almannaverkinum, ella foreldur, ið ikki fáa útgjald úr nevndu skipanum. Barsilsskipanin er ein arbeiðsmarknaðarskipan, sum rindar barsilspening til tey, ið hava haft A-inntøku seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna vegna viðgongu, barnsburð og ættleiðing. Tí verður einans svarað, hvat kostnaðurin hevði verið, um tey, sum fáa útgjald úr Barsilsskipanini, skuldu fingið eitt lágmarksútgjald á ávikavist 5.000 kr., 10.000 kr. og 15.000 kr. Í tíðarskeiðinum 2018-2022 sóu tølini úr Barsilsskipanini soleiðis út fyri tey foreldur, ið fingu lægri útgjald enn ávikavist 5.000 kr., 10.000 og 15.000 kr. um mánaðin.1 1 Móttakararnir av barsilapeningi telja við í tí árinum, tá ið farloyvið endar. -- 1 of 3 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ 2/3 Barsilsfarloyvir endaði í tíðarskeiðinum 2018- 2022 Móttakarar um árið í miðal Dagar (30 dagar/mánað) um árið í miðal Barsilspeningur um árið í miðal Útgjald lægri enn 5.000 kr. 34 10.230 988.541,16 kr. Útgjald lægri enn 10.000 kr. 92 26.110 4.968.063,58 kr. Útgjald lægri enn 15.000 kr. 180 50.873 15.458.286,27 kr. Allir móttakarar 947 174.028 119.930.512,74 kr. Um teir 34 móttakararnir, sum hava fingið minni enn kr. 5.000 um mánaðin, skuldu fingið eitt lágmarksútgjald á 5.000 kr., hevði hetta kostað Barsilsgrunninum kr. 716.459. Um teir 92 móttakararnir, sum hava fingið minni enn kr. 10.000 um mánaðin, skuldu fingið eitt lágmarksútgjald á 10.000 kr., hevði hetta kostað Barsilsgrunninum kr. 3.735.336. Um teir 180 móttakararnir, sum hava fingið minni enn kr. 15.000 um mánaðin, skuldu fingið eitt lágmarksútgjald á 15.000 kr., hevði hetta kostað Barsilsgrunninum kr. 9.978.114. Men lønarlagið broytist, og um bert verður hugt at, hvussu tølini síggja út fyri barsilsfarloyvir, sum eru endað í 2022, sæst, at tað vóru fleiri løntakarar, sum fingu meira enn ávikavist 5.000 kr., 10.000 kr. og 15.000 kr. í barsilspeningi um mánaðin í 2022 enn árini frammanundan: Barsilsfarloyvir endaði í 2022 Tal av móttakarum Dagar (30 dagar/mánað) Barsilspeningur Útgjald minni enn 5.000 18 5.582 484.291 kr. Útgjald minni enn 10.000 73 21.152 4.352.634 kr. Útgjald minni enn 15.000 158 46.494 15.175.600 kr. Allir móttakarar 987 186.776 139.998.432 kr. Um teir 18 móttakararnir, sum hava fingið minni enn kr. 5.000 um mánaðin, skuldu fingið eitt lágmarksútgjald, hevði hetta kostað Barsilsgrunninum kr. 446.042. Um teir 92 móttakararnir, sum hava fingið minni enn kr. 10.000 um mánaðin, skuldu fingið eitt lágmarksútgjald, hevði hetta kostað Barsilsgrunninum kr. 2.698.033. Um teir 180 móttakararnir, sum hava fingið minni enn kr. 15.000 um mánaðin, skuldu fingið eitt lágmarksútgjald, hevði hetta kostað Barsilsgrunninum kr. 8.071.400. Til spurning 2 Spurningurin er svaraður við støði í inngjøldum fyri 2022, sum er seinast lokna roknskaparár. Gjaldskyldug eru øll, sum fáa A-inntøku, sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, og sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og øll, sum rinda A-inntøku í Føroyum. Samlaða inngjaldið verður tí brúkt -- 2 of 3 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ 3/3 fyri at rokna, hvat % inngjaldið skal setast til fyri at vinna kostnaðin inn aftur av at seta eitt minsta útgjald. Í metingini eru brúkt miðal tøl fyri kostnað frá tíðarskeiðinum 2018 til 2022. Útrokning av inngjaldi Barsilsgjaldið í 2022 var 0,86% Samlað inngjald 2022 var kr. 192.270.212,00 kr. Nýtt barsilsgjald Kostnaður fyri lágmarksútgjald á kr. 5.000 er kr. 716.459 0,8632 % 192.986.671,00 kr. Kostnaður fyri lágmarksútgjald á kr. 10.000 er kr. 3.735336 0,8767 % 196.005.548,00 kr. Kostnaður fyri lágmarksútgjald á kr. 15.000 er kr.9.978.114 0,9046 % 202.248.326,00 kr. Útroknaðu barsilsgjøldini í talvuni omanfyri eru sum sagt roknaði við støði í inntøkunum hjá Barsilsgrunninum í 2022 við verandi barsilsgjaldi og fyri miðal útgjøldini í árunum 2018-2022. Talan er ikki um tøl fyri øll foreldur í Føroyum. Tórshavn, 19. september 2023 Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna -- 3 of 3 --
021.23 spm. til I. D. Strøm frá S. K. Poulsen Lágmarksútgjald (barsilsskipanin).pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum Evni: Útgjaldslágmark í barsilsskipanini Spurningar: 1. Hvat hevði kostnaðurin verið av at áseta eitt lágmarksútgjald úr barsilsskipanini á ávikavist 5.000, 10.000 ella 15.000 krónur? 2. Hvussu nógvum prosentstigum skal inngjaldssatsurin økjast við hjá hvørjum borgara fyri at dekka økta kostnaðin fyri ávikavist eitt lágmark á 5.000, 10.000 og 15.000 krónur? Viðmerkingar: Ein av høvuðsorsøkunum til fosturtøku eru fíggjarligu umstøðurnar hjá mammuni og pápanum. Tað kundi tí verið skilagott at tryggjað øllum foreldrum eina lágmarksupphædd í barsilsskipanini ella aðrari skipan. Hetta fyri at minka um, at tað fíggjarliga frameftir er orsøk til at velja fosturtøku. Áður hevur verið kjakast um, at skipanin er órættvís á tann hátt, at tú bert fært nakað burtur úr barsilsskipanini, um tú leggur arbeiðslív og barnsburð til rættis á ávísan hátt. Summir borgarar kunnu eiga fleiri børn, men ongantíð fáa nakað úr barsilsskipanini, men hinvegin bert gjalda inn í grunnin. Afturat hesum stendur so at siga allur vesturheimurin í tí støðu, at ov fá børn verða fødd. Eitt nú hevur stjórnin í Ungarn ætlanir um at strika inntøkuskattin hjá øllum kvinnum, sum hava føtt í minsta lagi fýra børn. Ein lágmarksupphædd í barsilsskipanini kundi verið eitt líknandi átak at bøtt um hendan trupulleikan, sum eisini ger seg galdandi í Føroyum. Orsakað av at landsstýriskvinnan ikki fekk svarað øllum spurningum til munnligar fyrispurningar mikudagin 6. september 2023, verða hesir spurningar settir sum ein § 52 a fyrispurningur. Á Løgtingi, 7. september 2023 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --