52-020/2023
Vaktarskipan hjá portørum á Suðuroyar sjúkrahúsi
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. sep. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
020.23 Svar frá M. Stóra til E. Joensen - vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar Sjúkrahúsið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 19. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 19. september 2023 HMR j. nr. 23/17911 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-020/2023 eftir § 52 a í tingskipanini viðvíkjandi vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar sjúkrahúsi, frá Erhard Joensen, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at gera broytingar í vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar sjúkrahúsi, soleiðis at arbeiðstíðin hjá portørunum verður meira í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum at stytta arbeiðstíðina hjá starvsfólki sum heild? 2. Ætlar landsstýriskvinnan at seta pening av á komandi fíggjarlóg til uppnormering av økinum, soleiðis at portørarnir kunnu hava 12 tíma vaktarskipan? 3. Metir landsstýriskvinnan, at núverandi vaktarskipan er í samsvari við ætlanirnar um at stytta arbeiðsvikuna? 4. Metir landsstýriskvinnan, at verandi skipan er í samsvari við lógina um arbeiðsumhvørvi? Svar: Til spurning 1 og 2 Sum støðan er í dag, arbeiða portørarnir á Suðuroyar sjúkrahúsi í skiftum, har teir aðru hvørja viku hava tríggjar ferðir 24 tíma vaktir og aðruhvørja viku fýra ferðir 24 tíma vaktir. Hetta merkir samstundis, at teir aðruhvørja viku hava frí, ávikavist 3 ferðir í 24 tímar og 4 ferðir í 24 tímar. Vaktin er skipað soleiðis, at teir fyrst hava átta tímar arbeiðsvakt og síðani hava tilkallivakt í 16 tímar. Sjúkrahúsverkið hevur ætlanir um at gera broytingar í vaktarskipanina, men enn er ongin endalig avgerð tikin hesum viðvíkjandi. -- 1 of 2 -- Til spurning 3 Tað er torført at samanbera arbeiðsvikur hjá starvsfólki, sum til dømis hava eina vanliga arbeiðsviku við 40 tímum, við eina arbeiðsviku hjá starvsfólki, ið hava eina samansetta arbeiðsviku við ávikavist arbeiðsvaktum og tilkallivaktum. Hóast hetta metir landsstýriskvinnan at politiska málið, um at fáa stytt arbeiðsvikuna, eisini eigur at verða galdandi fyri tey starvsfólk, sum arbeiða í ymiskum vaktarskipanum. Til spurning 4 Sambært arbeiðsumhvørvislógini er tað altíð arbeiðsgevarin – í hesum føri Suðuroyar sjúkrahús – ið hevur evstu ábyrgd av at tryggja, at lógin um arbeiðsumhvørvi verður hildin. Landsstýriskvinnan hevur ikki kunnleika til, at lógin ikki verður hildin. Heilsumálaráðið, 19. september 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
020.23 spm. til M. Stórá frá E. Joensen - vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar Sjúkrahúsiðyvirskrift.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 7. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Viðvíkjandi vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar sjúkrahúsi Spurningar: 1. Ætlar landsstýriskvinnan at gera broytingar í vaktarskipanini hjá portørunum á Suðuroyar sjúkrahúsi, soleiðis at arbeiðstíðin hjá portørunum verður meira í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum at stytta arbeiðstíðina hjá starvsfólki sum heild? 2. Ætlar landsstýriskvinnan at seta pening av á komandi fíggjarlóg til uppnormering av økinum, soleiðis at portørarnir kunnu hava 12 tíma vaktarskipan? 3. Metir landsstýriskvinnan, at núverandi vaktarskipan er í samsvari við ætlanirnar um at stytta arbeiðsvikuna? 4. Metir landsstýriskvinnan, at verandi skipan er í samsvari við lógina um arbeiðumhvørvi? Viðmerkingar: Fyri at kunna geva sjúklinginum eina fyrsta floks viðgerð, er tað av sera stórum týdningi, at starvsfólkið, ið verður sent út til kritiskar støður, er væl fyri; í hesum førinum merkir væl fyri, úthvíld. Eisini kann responstíðin verða avgerandi fyri støðuna hjá sjúklinginum. Um starvsfólk sova heima í tilkallitíðini, í mun til, um tey eru stødd á sjúkrahúsinum, er responstíðin einar 3-5 minuttir longri. Tað er eisini væl kent ímillum tey, sum arbeiða undir slíkari skipan við tilkallivakt, at svøvnurin er sera ótryggur og svøvngóðskan er vánalig. Hetta kann føra við sær, at einkulta starvsfólkið kennir seg troytt/ stressað. Samgongan arbeiðir í løtuni við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar m.a. fyri at tryggja trivnaðin hjá familjuni. Tað er ikki óvanligt, at ein portørur á Suðuroyar sjúkrahúsi arbeiðir í 55 tímar í eini 4 daga vakt. Tað hendir, at starvsfólk arbeiða upp ímóti 20 tímum um samdøgrið. Hetta merkir sjálvsagt, at hvíldin hevur verið sera óstøðug og ikki nøktandi. Arbeiðsumhvørvið hjá heilsustarvsfólki er týdningarmikið, bæði fyri starvsfólkið sjálvt, men sanniliga eisini fyri góðskuna á tí arbeiði, vit áleggja teimun. Tí verður hesin spurningur settur. Á Løgtingi, 7. september 2023 Erhard Joensen -- 1 of 1 --