← Løgtingsmál

52-019/2023

Fíggjarligar avleiðingar av styttri arbeiðsviku

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
019.23 Svar frá I. D. Strøm til B. Johannesen um styttri arbeiðsviku.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Tórshavn, tann 18. september
2023
J. nr.: 23/17854
Viðgjørt:
Tygara skriv: 52-019/2023
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku
Spurningar:
1. Er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna í heyst?
2. Hevur landsstýrið gjørt nakra útrokning av, hvussu nógv styttingin av arbeiðsvikuni niður
í 37 tímar kostar?
3. Um ja, hvat kostar ætlanin fyri almenna arbeiðsmarknaðin?
4. Um ja, hvat kostar ætlanin fyri privata arbeiðsmarknaðin?
Svar:
Spurningarnir verða svaraðir undir einum.
Landsstýrið fer seinni í heyst at leggja eitt uppskot um 37 tímar arbeiðsviku fyri løgtingið. Í løtuni
er landsstýrið í trípartasamráði við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at fremja
styttingina av arbeiðsvikuni niður í 37 tímar.
Áðrenn samráðið høvdu vit eina undanhoyring, har fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg fingu høvi at
koma við sínum viðmerkingum og peika á fýra fólk at umboða ávikavist arbeiðsgevara og
arbeiðstakara síðuna. Síðan varð samráðið sett við fýra fólkum frá arbeiðsgevarasíðuni og fýra
fólkum frá arbeiðstakarasíðuni, umframt landsstýrið.
Samráðið hevur havt átta fundir, har vit hava upplýst málið úr fleiri sjónarhornum, og har ein stórur
partur av arbeiðinum snýr seg um avleiðingarnar og kostnaðin av at stytta arbeiðsvikuna. Næsta
stigið er at fara undir ítøkiligar samráðingar við hvørja síðuna sær, og at enda verður
lógaruppskotið liðugt orðað, sent til hoyringar og síðan lagt fyri løgtingið.

-- 1 of 2 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/2
Ymsar útrokningar eru gjørdar við møguligum myndlum fyri, hvussu ein 37 tíma arbeiðsvika kann
fremjast, og hvat kostnaðurin kann verða.
Sum sagt hevur fyrsti liður í trípartasamráðnum verið at fáa neyðugu hagtølini til vega fyri at meta
um kostnaðin. Eg haldi, at vit eru komin langt, men endaligu útrokningarnar fyri kostnaðin á
ávikavist privata og almenna arbeiðsmarknaðinum eru enn í umbúnaði. Enn er tørvur á eina meting
av, hvussu tey ymsu starvsøkini, fakbólkar, stovnar og vinnugeirar fara at tillaga seg, eftir at
arbeiðsvikan verður stytt.
Tað ber ikki til at siga, hvat kostnaðurin er, fyrr enn trípartasamráðið vónandi er komið til eina
endaliga loysn fyri, hvussu 37 tímar arbeiðsvikan skal setast í verk.
Talan er um kompleksar útrokningar, har tað er umráðandi, at beinleiðis og óbeinleiðis avleiddar
inntøkur og útreiðslur fyri landskassan og privata arbeiðsmarknaðin verða roknaðar við. Til dømis
kann roknast við færri útreiðslum í sambandi við sjúkrameldingar vegna strongd, størri trivnaði á
arbeiðsplássinum og harav øktari arbeiðsmegi og so framvegis. Endaliga úrslitið er neyvt tengt at,
hvussu skipanin við 37 tímum verður, og hvussu tillagingin niður á hetta tímatalið verður framd.
Í hesum sambandi er serliga týðandi, hvørjar fortreytir partarnir kunnu verða samdir um.
Tórshavn, 18. september 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
019.23 spm. til I. D. Strøm frá B. Johannesen - styttri arbeiðsviku.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku
Spurningar:
1. Er ætlanin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta arbeiðsvikuna í heyst?
2. Hevur landsstýrið gjørt nakra útrokning av, hvussu nógv styttingin av
arbeiðsvikuni niður í 37 tímar kostar?
3. Um ja, hvat kostar ætlanin fyri almenna arbeiðsmarknaðin?
4. Um ja, hvat kostar ætlanin fyri privata arbeiðsmarknaðin?
Viðmerkingar:
Samgonguskjalið sigur:
«Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um
at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar.
Arbeiðsvikan verður skipað við lóg.»
Ætlanin hjá samgonguni hevur skapt kjak, og serfrøðingar hava mælt frá ætlanini um
at stytta arbeiðsvikuna. Eisini hava ymisk tøl verið at sæð um, hvussu nógv hendan
broytingin kostar, og tey eru ymisk.
Er ætlanin at fremja hetta, er áhugavert at fáa at vita, um landsstýrið sjálvt hevur nøkur
tøl fyri, hvør kostnaðurin verður, bæði fyri privata og almenna arbeiðsmarknaðin.
Á Løgtingi, 6. september 2023
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --