← Løgtingsmál

52-018/2023

Landafrøðiligt býti av øktum rakstrarútreiðslum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 18. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
018.23 Svar frá R. Vang til Ei. í Jákupsstovu - Landafrøðiligt býti av útreiðslum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 25. september 2023
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-18/2023 frá Eiriki í Jákupstovu, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um landafrøðiligt býti av øktum
rakstrarútreiðslum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógv er raksturin á landsins fíggjarlóg við staðseting í høvuðsstaðnum
samanborið við restina av landinum í krónum og prosentum í tíðarskeiðnum 2012-
2022?
Svar:
Spurningurin er torførur at svara, tí rakstrarútreiðslurnar á landsins fíggjarlóg hava onga ávísa
landafrøðiliga staðseting. Harumframt er tað eitt krav, at almennir stovnar skulu bjóða út keyp av
vørum og tænastum. Tað merkir, at meginparturin av útreiðslunum til vørur og tænastur ikki
landafrøðiliga fella, har sum stovnarnir eru staðsettir, men har sum landið fær besta prís fyri bestu
góðsku. Eitt annað viðurskifti, ið ger seg galdandi er, at í Føroyum eru ofta bert ein, tveir ella
tríggir veitarar av eini vøru ella tænastu, sum er ein rættiliga stórur partur av almennu útreiðslunum.
Í tele, ferðing við Atlantic, apotek, orku, kt og grannskoðan fella útreiðslurnar í økir, har veitararnir
eru staðsettir, og ikki har sum stovnurin, ið brúkar pengarnar, er staðsettur.
Í mun til rakstur fer størsti parturin til lønir. Viðvíkjandi útreiðslunum til lønir sæst, at tað ikki er
samsvar millum, hvar fólk búgva og arbeiða. Góða vegasambandið ger, at nógv fólk koyra til
arbeiðis, serliga nú meginøkið so væl er bundið saman. Tað gevur sostatt eina skeiklaða mynd at
hyggja eftir, hvar stovnurin, sum rindar lønina, er staðsettur.
Verður í staðin hugt eftir, hvar í landinum, tær almennu lønarkrónurnar fella og harvið, hvar
skattur verður goldin og fólk brúka sínar pengar, ber til at fáa eina ábending um viðurskiftir, sum
spyrjarin ynskir at fáa nærri lýst.
Fyri at fáa eina mynd av hesum, hevur Gjaldstovan hugt í lønarskipanini eftir, hvar fólk búgva í tí
ári, sum lønin er útgoldin.
Tølini fyri lønir eru ikki samanbarlig frá 2012 og 2022. Høvuðsorsakirnar eru, at eldrarøktin varð
flutt út til kommunurnar í 2015, at Strandfaraskip Landsins ikki kom við í lønarskipanina hjá
landinum, fyrr enn í 2014, og Apotekið í 2016. Fyri at gera tølini samanbarlig og fáa greina eina
gongd, hevur verið neyðugt at reinsa tølini. Eldrarøktin, Strandferðslan og Apotekið eru tikin úr

-- 1 of 5 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/5
tølunum. Hetta merkir, at Suðuroy, uttan iva, hevur ein størri vøkstur í 2022 enn tað, sum verður
víst í talvuni niðanfyri, tí SSL og Suðuroyar Apotek eru staðsett í Suðuroy.
Talva 1: Index fyri útgoldin løn á fíggjarlógini býtt á øki fyri tíðarskeiðið 2012 til 2022
øki
Løn
2012
Løn
2013
Løn
2014
Løn
2015
Løn
2016
Løn
2017
Løn
2018
Løn
2019
Løn
2020
Løn
2021
Løn
2022
Útland 100 108 108 108 127 126 127 130 134 165 179
Skálafjørður 100 100 100 110 119 126 135 143 150 159 170
Sandoy 100 92 96 105 111 121 125 152 151 161 163
Kvívík og Vestmanna 100 103 101 109 121 115 118 132 136 153 160
Fuglafjørður og Eysturk. 100 102 104 109 113 117 123 129 134 144 158
Eiði og Sund 100 95 101 106 114 119 132 138 142 146 158
Vágarnar 100 103 104 111 116 119 129 137 142 150 156
Miðal 100 103 105 107 114 118 125 130 136 144 150
Tórshavn 100 102 100 109 115 120 126 130 138 144 148
Suðuroy 100 100 99 94 100 103 113 119 124 132 139
Norðoyggjar 100 104 104 102 109 111 111 119 122 131 138
Kelda: Gjaldstovan - LKS - løndátavøruhúsið. Tølini eru uttan SSL, Apotekini, Eldrarøkt og Ferðaráð Føroya
Talva 2: Útgoldin løn á fíggjarlóg í milliónum krónum býtt á øki, tíðarskeiðið 2012 til 2022
øki/ár í mió.kr. 2012 2013 2014 2015 2016 2017 2018 2019 2020 2021 2022
Norðoyggjar 166 173 173 170 181 184 184 197 203 218 229
Fuglafjørður og Eysturk. 91 93 94 99 102 106 111 117 122 130 143
Skálafjørður 137 138 137 151 164 173 185 196 206 219 233
Eiði og Sund 61 59 62 65 70 73 81 85 87 90 97
Kvívík og Vestmanna 53 55 54 58 64 61 63 70 72 81 85
Vágarnar 67 69 70 74 78 80 87 92 95 101 104
Sandoy 24 22 23 25 27 29 30 37 36 39 39
Suðuroy 124 124 122 116 124 128 140 147 153 164 172
Tórshavn 1.063 1.081 1.069 1.160 1.221 1.272 1.344 1.386 1.466 1.531 1.570
Útland 38 60 118 41 48 48 48 49 51 63 68
Tilsamans 1.825 1.872 1.921 1.959 2.080 2.153 2.272 2.376 2.490 2.635 2.740
Kelda: Gjaldstovan - LKS - løndátavøruhúsið. Tølini eru uttan SSL, Apotekini, Eldrarøkt og Ferðaráð Føroya
Í mun til keldur til lønargjaldingar, og sum eitt alternativ til lønardátuvøruhúsið hjá
Gjaldstovuni, eru tøl frá Hagstovuni viðfest, sum skjal 1 og skjal 2.
Hagstovan hevur brúkt STSS og tær geirakotur og bústaðir, sum hon hevur á útgjaldstølunum
(a-tøl) í innanhýsis eindarskránni, ímeðan bústaðurin hjá løntakaranum er fingin til vega úr
landsfólkayvirlitinum.
Tølini hjá Hagstovuni vísa lønargjaldingar fyri allan almenna geiran tilsamans við teimum
ymsu almennu undirgeirunum, ið eru flutt á økir. Við hesum eru “landsstovnar við játtan á
fíggjarlógini” ikki ein flokking í sjálvum sær, men eiga, fyri ein stóran part, at vera flokkaðir í
geira ‘S.13111 Landsfyrisiting og tænasta’. Tølini svara ikki spurninginum neyvt, men vísa

-- 2 of 5 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
3/5
eina betri og breiðari mynd av lønargjaldingum í almenna geiranum tilsamans við undirgeirum,
soleiðis sum hesin er tilskilaður av Hagstovuni.
Tann komandi virkisskráin fer at geva Hagstovuni arbeiðsstøð, men fram til at hendan verður
tøk, er bert bústaður á útgjaldstalinum. Tað merkir, at allar útgoldnar lønir hjá Strandferðsluni
hava bústað í Suðuroy, so í mun til útgoldnar lønir, er framvegis ein óvissa í tølunum hjá
Hagstovuni í skjal 1 og 2.
Tinganes, 25. september 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Skjal 1: Útgoldin løn yvir samtíðarskattaskipanina (STSS) fyri útgjaldsøki (fevnd av óvissu)
fyri almenna geiran.
Skjal 2.: Útgoldin løn yvir samtíðarskattaskipanina (STSS) hjá almenna geiranum býtt
bústaðaraøki hjá løntakara

-- 3 of 5 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
4/5
Skjal 1: Útgoldin løn yvir samtíðarskattaskipanina (STSS) fyri útgjaldsøki (fevnd av óvissu) fyri almenna
geiran. Kelda Hagstovan

-- 4 of 5 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
5/5
Skjal 2.: Útgoldin løn yvir samtíðarskattaskipanina (STSS) hjá almenna geiranum býtt bústaðaraøki hjá
løntakara. Kelda: Hagstovan

-- 5 of 5 --
018.23 spm. til R. Vang frá Ei. í Jákupsstovu - Landafrøðiligt býti av útreiðslum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 6. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Landafrøðiligt býti av øktum rakstrarútreiðslum
Spurningar:
1. Hvussu nógv er raksturin á landsins fíggjarlóg við staðseting í høvuðsstaðnum
samanborið við restina av landinum í krónum og prosentum í tíðarskeiðnum
2012-2022?
Viðmerkingar:
Ein munandi rakstrarvøkstur er farin fram á fíggjarlógini síðan fíggjarkreppuna fyri
góðum 10 árum síðan.
Hetta er bæði komið av øktum virksemi/tænastum hjá landinum, og av øktum
lønarkostnaðum og øðrum.
Tað vísa seg at vera ymiskar fatanir millum fólk av, hvar hesin vøksur er farin fram.
Ofta verður av summum ført fram, at tað almenna í Havn veksur nógv skjótast, og tí
er mest upplagt at halda aftur í útreiðslunum har, meðan nøkur føra fram, at støðan er
beint mótsatt og at útreiðslurnar kring landið vaksa mest.
Hesin spurningur er ætlaður fyri at fáa greiðu á, hvussu veruliga støðan er.
Á Løgtingi, 6. september 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --