52-016/2023
Ókeypis sálarfrøðihjálp
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. sep. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
016.23 Svar frá M. Stórá til K. L. H. Johannesen - ókeypis sálarfrøðihjálp.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 15. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 15. september 2023 HMR j. nr. 23/17661 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-016/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um ókeypis sálarfrøðihjálp, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvussu gongur við nýggju skipanini við ókeypis sálarfrøðihjálp, sum bleiv sett í verk? 2. Hvussu nógv fólk hava fingið hjálp higartil? 3. Er skipanin eftirmett? 4. Er ætlan um at víðka tilboðið til aðrar aldursbólkar enn 15 til 35 ára gomul, sum hava brúk fyri hjálp? Svar: Til spurning 1, 2 og 3 Sum kunnugt, er talan um eina royndarskipan, sum varð sett í verk á vári 2021 og fer úr gildi 31. oktober í ár. Higartil hava umleið 1.770 ávísingar verið til skipanina og samanlagt eru umleið 12.200 viðtalur framdar. Heilsutrygd hevur eftirmett skipanina. Eftirmetingin hevur víst at tørvur er á eini tílíkari skipan, og at fleiri í málbólkinum hava havt eina góða úrtøku av viðgerðini. -- 1 of 2 -- Eisini hevur eftirmetingin víst, at skipanin hevur havt avbjóðingar. T.d. hevur visitasjónin verið ov breið í mun til málbólkin samstundis sum útjaðaraøkini, og serliga Suðuroyggin, liggja lutfalsliga lægri, tá ið hugt verður eftir ávísingum til skipanina. Samstundis hevur royndarskipanin víst seg at vera munandi dýrari enn upprunaliga mett. Til spurning 4 Landsstýriskvinnan hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvussu eitt tílíkt tilboð skal skipast frameftir. Hetta verður fráboðað í næstum. Heilsumálaráðið, 15. september 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
016.23 spm. til M. Stórá frá K. L. H. Johannesen - ókeypis sálarfrøðihjálp.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 5. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Ókeypis sálarfrøðihjálp Spurningar: 1. Hvussu gongur við nýggju skipanini við ókeypis sálarfrøðihjálp, sum bleiv sett í verk? 2. Hvussu nógv fólk hava fingið hjálp higartil? 3. Er skipanin eftirmett? 4. Er ætlan um at víðka tilboðið til aðrar aldursbólkar enn 15 til 35 ára gomul, sum hava brúk fyri hjálp? Viðmerkingar: Á Løgtingi, 5. september 2023 Kaj Leo Holm Johannesen -- 1 of 1 --