← Løgtingsmál

52-015/2023

Heimild til viðgerð á Center for kønsidentifikation

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 16. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
015.23 Svar frá M. Stórá til Jenis av Rana - Heimild til viðgerð á Center for kønsidentitet.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 18. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 15. september 2023
HMR j. nr. 23/17585-4
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-015/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um heimild til viðgerð á Center for
Kønsidentitet, frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir av teimum 18 føroyingum, sum seinastu 5 árini eru sendir av landinum til
danska Center for kønsidentifikation, eru, sum úrslit av hesum kanningum, vorðnir
viðgjørdir við:
a: hormonum ella líknandi heilivági?
b: skurðviðgerðum?
2. Hví sendir føroyska sjúkrahúsverkið frískar borgarar av landinum til sálarfrøðiligar,
medisinskar og sosialar kanningar og metingar?
3. Í hvørjari lóg, og hvar í slíkari, finst heimild hjá læknum í sjúkrahúsverkinum at senda frísk
fólk av landinum og áleggja føroyska skattaborgaranum at gjalda fyri kanningar og
møguliga viðgerð av hesum borgarum, sum, sambært sama sjúkrahúsverki, ikki hava
staðfesta sjúku?
4. Hvussu nógv hava hesar kanningar, metingar, viðgerðir, ferðingar og uppihald higartil
kostað føroyska samfelagnum?
5. Hvussu er aldurs- og kynsbýtið fyri hesi av landinum sendu?

-- 1 of 3 --

Svar:
Til spurning 1
Seinastu fimm árini hevur Sjúkrahúsverkið ávíst tilsamans 17 fólk til útgreiningar í Danmark í
sambandi við kynssamleikaviðurskifti. Tey verða ávíst til Center for kønsidentitet, sum í t.d.
Keypmannahavn er ein depil undir Ríkissjúkrahúsinum.
Tað er týðandi at undirstrika, at talan er um ávísingar til nærri útgreiningar. Endamálið við
útgreiningini er at finna útav, um viðgerð fyri kynsskifti er rætti vegurin at fara.
Í hagtølunum ber ikki til at staðfesta neyvt, hvussu nógv av hesum eru farin víðari í viðgerð. Til tess
krevst, at Sjúkrahúsverkið fer í hvørja einstaka journal at kanna málið. Av tí at talan er um
viðkvæmar upplýsingar, samstundis sum talið av teimum sum eru sett í viðgerð er sera lágt – og tað
soleiðis kann verða lætt at eyðmerkja tey, sum eru sett í ávikavist hormonviðgerð ella eru
skurðviðgjørd - verður ikki mett, at tað er lógarheimild at almannakunngera tílíkar upplýsingar.
Til spurning 2
Í sambandi við hendan spurning er vert at nevna, at í Sjúkrahúsverkinum verða ymiskar viðgerðir,
kanningar og útgreiningar gjørdar, hóast tað ikki er illgruni um at viðkomandi er sjúkur – nevnast
kann t.d. burðarhjálp og mammografi-kanningar.
Tá fólk ynskja kynsskifti er tað tí, at tey ynskja at broyta sítt kropsliga ella lívfrøðiliga kyn, so tað
svarar til ta kynsfatan, tey hava av sær sjálvum. Á donskum verður sagt, at fólk uppliva eitt
“kønsligt ubehag”, sum merkir, at tey kenna ein ampa av sínum kropsliga ella lívfrøðiliga kyni.
Sambært Sjúkrahúsverkinum er grundarlagið fyri útgreiningini og viðgerðini upplivingin hjá tí
einstaka av at kenna ampa av sínum kropsliga ella lívfrøðiliga kyni. Heilsufakliga uppgávan er fyrst
og fremst at kanna, í hvussu stóran mun hetta ávirkar tann einstaka og meta, um tað er grundarlag
fyri medisinskari og/ella skurðviðgerð í sjúkrahúsverkinum. Somuleiðis verður dentur lagdur á at
útgreina, hvørt tað eru sálarligar og/ella kropsligar avbjóðingar, sum tala ímóti viðgerð.
Til spurning 3
Heimildin er í sjúkrahúslógini. Sambært §5 í sjúkrahúslógini hava “...persónar, ið búgva her í
landinum, rætt til ókeypis viðgerð frá sjúkrahúsverkinum”. Rætturin til ókeypis viðgerð fevnir eisini
um viðgerð í Danmark ella í einum øðrum landi, tá ávísingin er gjørd í samsvari við tær av
visitasjónsnevndini givnu leiðreglur.
Sambært leiðreglum hjá Visitasjónsnevndini kunnu yvirlæknar í føroyska sjúkrahúsverkinum ávísa
til viðgerðarstøð uttanlands, sum Sjúkrahúsverkið hevur avtalu við – ella onnur støð, um
Visitasjónsnevndin gevur loyvi til tað. T.d. hevur Sjúkrahúsverkið avtalu við Ríkissjúkrahúsið og tí
krevst ikki loyvi, um ein yvirlækni metir, at tað er tørvur á at ávísa ein persón til Center for
Kønsidentitet á Ríkissjúkrahúsinum.

-- 2 of 3 --

Til spurning 4
Útgreiningin byrjar altíð við einari innleiðandi samrøðu. Útfrá samrøðuni metir viðgerðarstaðið, um
útgreiningin skal setast í gongd. Sjálv útgreiningin er 3-6 samrøður við viðgera. Prísirnir (DRG-
takstirnir) fyri samrøðurnar liggur um 2.500 kr., so í miðal er kostnaðurin fyri eina útgreining
umleið 10.000 kr., umframt ferð og uppihald.
Hetta merkir, at samlaði kostnaðurin seinastu 5 árini fyri at útgreina 17 persónar hevur verið
tilsamans umleið 170.000 kr. ella umleið 34.000 kr. um árið. Harumframt kemur kostnaður fyri ferð
og uppihald og kostnað fyri viðgerð hjá teimum, har tað verður mett at fakligt grundarlag er fyri
hesum.
Til spurning 5
Talan er um fólk, sum vóru í aldrinum 18-34 ár, tá ið tey vóru til fyrstu viðtalu í sambandi við
útgreiningina í Danmark. Umleið ein triðingur av fólkunum eru menn og tveir triðingar eru kvinnur.
Heilsumálaráðið, 15. september 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
015.23 spm. til M. Stórá frá J. av Rana - Heimild til viðgerð á Center for kønsidentifikation.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 5. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Heimild til viðgerð á Center for kønsidentifikation
Spurningar:
1. Hvussu nógvir av teimum 18 føroyingum, sum seinastu 5 árini eru sendir av
landinum til danska Center for kønsidentifikation, eru, sum úrslit av hesum
kanningum, vorðnir viðgjørdir við:
a: hormonum ella líknandi heilivági?
b: skurðviðgerðum?
2. Hví sendir føroyska sjúkrahúsverkið frískar borgarar av landinum til
sálarfrøðiligar, medisinskar og sosialar kanningar og metingar?
3. Í hvørjari lóg, og hvar í slíkari, finst heimild hjá læknum í sjúkrahúsverkinum
at senda frísk fólk av landinum og áleggja føroyska skattaborgaranum at
gjalda fyri kanningar og møguliga viðgerð av hesum borgarum, sum, sambært
sama sjúkrahúsverki, ikki hava staðfesta sjúku?
4. Hvussu nógv hava hesar kanningar, metingar, viðgerðir, ferðingar og uppihald
higartil kostað føroyska samfelagnum?
5. Hvussu er aldurs- og kynsbýtið fyri hesi av landinum sendu?
Viðmerkingar:
Í svari frá føroyska Landssjúkrahúsinum til foreldur, dagfest 21. juli 2023, lesa vit
m.a.:
a: at endamálið við útgreiningini í Danmark er at finna útav, um viðgerð fyri
kynsskifti er rætti vegurin at fara.
b: at vanliga fevnir útgreiningin um sálarfrøðiligar, medisinskar og sosialar kanningar
og metingar. Útgreiningin tekur í miðal 6-8 mánaðir, og um persónurin uppfyllir
treytirnar fyri viðgerð, so ber til at fáa hormonviðgerð ella skurðviðgerð.
c: at heilsumyndugleikarnir ynska at undirstrika, at talan er ikki um fysiska ella
psykiatriska sjúku.
e: at tað er Center fyri Kønsidentitet, sum hevur ábyrgd av viðgerðini.

-- 1 of 2 --

Leggjast skal afturat, at í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, sum føroyska
sjúkrahúsverkið verður stýrt eftir, herundir eisini parturin um møguliga víðarisendan
av borgarum til útlond, einans fevnir um sjúklingar.
Á Løgtingi, 5. september 2023
Jenis av Rana

-- 2 of 2 --