← Løgtingsmál

52-014/2023

Tesla MR-skannari til Klaksvíkar Sjúkrahús

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 11. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
014.23 Svar frá M. Stórá til E. M. Gunnleygsdóttur - Tesla skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 11. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 11. september 2023
HMR j. nr. 23/17240
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-014/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um Tesla MR-skannara til
Klaksvíkar sjúkrahús, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur játtað, at hon vil taka ímóti stórfingnu
føðingardagsgávuni, Tesla MR-skannaranum, til Klaksvíkar Sjúkrahús á 125 ára
føðingardegnum hjá sjúkrahúsinum. Hvar liggur málið í løtuni?
2. Hvat er gjørt, síðani landsstýriskvinnan játtaði at taka ímóti gávuni?
3. Nær kunnu vit rokna við, at fyrsti sjúklingurin verður skannaður í nýggja komandi Tesla
skannaranum í Klaksvík?
4. Verður Tesla MR-skannarin bestiltur í ár 2023?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Málið verður fyrireikað í løtuni. Eftir ætlan verður málið lagt fyri Løgtingið til viðgerðar í næstum,
sum útreiðsluneutral umbøn um eykajáttan.
Klaksvíkar sjúkrahús og Landsverk hava kannað hølini, har MR-skannarin skal standa. Niðurstøðan
er, at hølini egna seg væl til endamálið.
Ein ætlan fyri umbygging er gjørd. Talan er um smærri umbyggingar, m.a. skal gólvið styrkjast har
MR-skannarin skal standa, umframt at sjúkrahúsið skal hava nýggja el-innføring og el-talvu.
Arbeiðið í sambandi við umbyggingina er klárt at bjóða út.

-- 1 of 2 --

Til spurning 3
Um landsstýriskvinnan fær grønt ljós frá Løgtinginum, kann hon fara víðari og geva sjúkrahúsinum
boð um, at klárt er at fara undir at bíleggja MR-skannaran. Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur
veitarin boðað frá, at leveringstíðin er 14-17 vikur, og tað tekur seks vikur at seta útgerðina upp.
Sambært Sjúkrahúsverkinum tekur innkoyringin væntandi fýra vikur. So samanlagt tekur tað
millum 24-27 vikur, frá tí at skannarin er bílagdur til hann kann takast í nýtslu.
Til spurning 4
Við grundarlagi í svarinum frammanfyri, har upplýst verður at málið verður viðgjørt við komandi
eykajáttan, kann verða sagt, at um Løgtingið tekur undir við uppskotinum, kann skannarin væntandi
bíleggjast stutt eftir, at málið er samtykt. Um so verður skuldi borið til at bílagt skannaran í 2023.
Heilsumálaráðið, 11. september 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
014.23 spm. til M. Stórá frá E. M- Gunnleygsdóttur - Tesla skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 30. aug. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: : Tesla MR-skannari til Klaksvíkar Sjúkrahús
Spurningar:
1. Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur játtað, at hon vil taka ímóti stórfingnu
føðingardagsgávuni, Tesla MR-skannaranum, til Klaksvíkar Sjúkrahús á 125
ára føðingardegnum hjá sjúkrahúsinum. Hvar liggur málið í løtuni ?
2. Hvat er gjørt, síðani landsstýriskvinnan játtaði at taka ímóti gávuni ?
3. Nær kunnu vit rokna við, at fyrsti sjúklingurin verður skannaður í nýggja
komandi Tesla skannaranum í Klaksvík ?
4. Verður Tesla MR-skannarin bestiltur í ár 2023?
Viðmerkingar:
Sum øllum kunnugt fekk Klaksvíkar Sjúkrahús eina stórfingna føðingardagsgávu á
125 ára føðingardegnum. Gávan var ein framkomin Tesla MR-skannari. Tað vóru
umboð fyri gávugevarar, sum í apríl í ár (2023) vendu sær til stjóran á KS, við ynski
um at lata sjúkrahúsinum eina peningagávu á 13 mió. kr. Hesin peningur skuldi nýtast
til keyp av framkomna skannaranum.
26. maj boðaði landsstýriskvinnan frá, at hon ynskti at taka ímóti gávuni og takkaði
gávugevarunum. Hon segði m.a., at gávan í stóran mun kundi verða við til at hækka
góðskuna á kanningum. Skannarin fór eisini at gera tað møguligt at fremja nógvar
kanningar í Føroyum, sum annars høvdu verið gjørdar uttanlands.
Síðani hevur tíverri ikki verið nógv at hoyrt um, hvussu tað gongur við at fáa Tesla
MR-skannaran til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta seinføri er ikki nøktandi, tá vit vita, at
tað tekur 14 vikur frá tí, at skannarin verður bílagdur, til hann er á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi. Síðan tekur tað 7 vikur at seta skannaran upp.
Frá gevarunum er alt klárt, peningur og annað er alt komið uppá pláss. Men enn
hoyrist onki um, at skannarin er ávegis. Tí hevði verið gott at fingið at vita frá
landsstýriskvinnuni, hvussu tað gongur við at fáa stórfingnu gávuna til veruleika, so
gávan kann koma teim sjúku til nyttu.

-- 1 of 2 --

Ikki hugaligt hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, gevarum og teimum, sum hava brúk fyri
skannaranum at bíða og bíða í mánaðir. Okkara sjúku hava tørv á skjótari hjálp og
gávugevarar og Klaksvíkar Sjúkrahús hava uppiborið ta virðing, at okkurt ítøkiligt
hendir nú.
Á Løgtingi, 30. august 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 2 of 2 --