← Løgtingsmál

52-013/2023

Úrslit av øktum sjúkrahúsrakstri

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 9. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
013,23 Svar frá M. Stórá til Ei. í Jákupstovu - Úrslit av øktum sjúkrahúsrakstri.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 8. september 2023
HMR j. nr. 23/17085
Margit Stórá
landsstýrismaður
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-013/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um úrslit av øktum sjúkrahúsrakstri,
frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Tá tað í svari uppá undanfarnan spurning í 52-004/2023 er upplýst, at sjúklingahotellið og
serviðgerð uttanlands ikki eru tikin við í samband við nýggj ársverk og starvsfólkabýti
millum heilsustarvsfólk og ikki heilsustarvsfólk seinastu árini, hvussu er støðan so, um hesi
verða tikin við í tølini?
2. Tá tað er upplýst, at 35 ársverk komu afturat í sjúkrahúsverkinum í tíðarskeiðnum 2019-
2022, sum ikki eru heilsustarvsfólk, hvørji størv var talan um og hvussu var býtið millum
hesi størvini (hvat slag av størvum er talan um)?
3. Hvussu hevur talið og býtið í ársverkum flutt seg í mun til starvsstað á teimum trimum
sjúkrahúsunum í tíðarskeiðnum frá 2019 til og við 2022?
4. Rakstrarjáttanin til sjúkrahúsverkið er økt við umleið 200 mió. kr. í tíðarskeiðnum 2019 til
og við 2022; hvussu stórur partur av hesum er farin til vanligar lønarhækkingar og annað
fyri at tryggja verandi virksemi, og hvussu stórur partur er farin til nýtt virksemi?
5. Hvat nýtt virksemi er komið í sjúkrahúsverkinum í tíðarskeiðnum 2019 til og við 2022, sum
hevur betrað um viðgerðartrygdina hjá fólkinum í Føroyum?
Svar:
Til spurning 1
Í játtanini til serviðgerð uttanlands eru ongar beinleiðis starvsfólkaútreiðslur, so hetta ávirkar ikki
býtið.
Sjúklingahotellið í Keypmannahavn brúkar ikki føroysku lønarskipanina, tá ið lønir verða goldnar.
Tí eru hagtølini ikki til taks á sama hátt. Á Sjúklingahotellinum starvast í dag 10,26 heilsustarvsfólk

-- 1 of 6 --

og 13,88 starvsfólk, sum ikki eru heilsustarvsfólk. Í 2019 vóru hesi tøl 9,07 heilsustarvsfólk og
11,26, sum ikki eru heilsustarvsfólk.
Meginparturin av teimum, sum ikki eru heilsustarvsfólk, arbeiða innan reingerð og í køkinum.
Harafturat er eitt móttøkufólk.
Havast skal í huga, at umframt at veita røkt og skipa sjúklingagongdir, so virkar Sjúklingahotellið
sum gistingarhús alt samdøgrið árið runt.
Til spurning 2 og 3
Týdningarmikið er at gera vart við, at ikki øll heilsustarvsfólk eru fevnd av almennum sáttmálum,
sum siðbundið verður sett í sambandi við heilsufakligt virksemi. Nevnast kann, at sálarfrøðingar og
logopedar eru settir eftir sáttmálanum millum Akademikarafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Starvsfólkini í Sjúkraflutningstænastuni og læknaskrivarar eru settir eftir sáttmála millum
Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Undanfarna svar, um samlaðu ársverkini á sjúkrahúsunum, byggir á tøl, sum taka støði í tí
yrkisfelag, ið starvsfólkini eru fevnd av. Tað merkir, at nøkur heilsustarvsfólk eru ikki roknaði sum
heilsustarvsfólk í uppgerðini. Sama er galdandi, tá ið vit hyggja eftir teimum 35 starvsfólkunum,
sum eru komin afturat í tíðarskeiðinum 2019-2022.
Landssjúkrahúsið
Á Landssjúkrahúsinum eru 25,91 starvsfólk komin afturat, sum í uppgerðini ikki eru bólkað sum
heilsustarvsfólk. Býtið er soleiðis:
Læknaskrivaranæmingar 9,00
Læknaskrivarar 4,06
Handverkarar, medico, kt- og goymslufólk til rakstur av H-bygninginum 6,40
Sosialráðgevar 0,60
Leiðslufulltrúi til nýggja depilsleiðslu 0,60
Klinisk stápseind 4,00
Fíggjarfólk 1,25
Í alt 25,91
Sum tað framgongur av talvuni omanfyri, telja læknaskrivarar og læknaskrivaranæmingar 13 út av
teimum gott 26 størvunum, sum sett eru afturat árini 2019-2022. Størv sum í uppgerðini eru bólkaði
sum ikki at vera heilsustarvsfólk. Stórur tørvur hevur verið á at sett læknaskrivaranæmingar afturat
– og nakað av peningi er eisini játtaður til hesar normeringar. Eisini hevur Landssjúkrahúsið funnið
játtan við at halda aftur við øðrum virksemi. Læknaskrivarar eru settir sum stuðulsfunktiónir, tá
nýggir serlæknar eru komnir í starv, í sambandi við játtanina, ið er avsett til serlæknar.
Í sambandi við, at Landssjúkrahúsið hevur yvirtikið raksturin av pørtum av H-bygninginum, eru
fólk sett at fyrireika, at bygningurin verður klárur at taka í nýtslu. Leiðslufulltrúi er settur at stuðla
leiðsluni á nýstovnaða Familjudeplinum. Eisini eru sett sjúklingasamskiparar, hagtalsfólk og
heilsufakligir dygdarmennarar í klinisku stápseindina. Til hetta er brúktur peningur, sum játtaður
varð til endamálið á fíggjarlógini 2021. Somuleiðis varð peningur játtaður til at styrkja
fíggjarstýringina á Landssjúkrahúsinum á fíggjarlógini 2020.

-- 2 of 6 --

Klaksvíkar sjúkrahús
Í tíðarskeiðinum 2019-2022 er starvsfólkahópurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, ið ikki er
heilsustarvsfólk, vaksin við 4,26 ársverkum. Normeringin er økt innan hesi yrkisøkir: Reingerð,
læknaskrivaranæmingar, maskinfólk, samskipari til tænastueindina og ein kost-føðslunæmingur.
Harumframt hevur sjúkrahúsið umskipað og niðurlagað 1,52 ársverk innan ikki kliniska økið. Sí
talvu niðanfyri:
Reingerðarfólk 1,28
Kost-føðslunæmingur 1,00
Maskinfólk 0,88
Samskipari til tænastueindina 0,62
Læknaskrivaranæmingar 2,00
Umskipanir og niðurlagdar funktiónir -1,52
Íalt 4,26
Suðuroyar sjúkrahús
Í tíðarskeiðinum 2019-2022 er starvsfólkahópurin á Suðuroyar sjúkrahúsi øktur við 2,5 ársverkum
av starvsfólki, sum ikki eru heilsustarvsfólk. Talan er um ein læknaskrivaranæming, ein leiðara fyri
Tænastudeildina og ein læknaskrivara (0,5 brøk).
Til spurning 4
Niðanfyri verður nágreinað, hvussu stórur partur av øktu rakstrarjáttanini til Sjúkrahúsverkið er
farin til vanligar lønarhækkingar og annað fyri at tryggja verandi virksemi, og hvussu stórur partur
er farin til nýtt virksemi í tíðarskeiðnum 2019 til og við 2022.
Landssjúkrahúsið
Sambært fíggjarlógini er høvuðskontan hjá Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 2019-2022, økt
við 185,9 mió. kr. Sí talvu niðanfyri:
Landssjúkrahúsið, høvuðskonta – fíggjarlóg í 1000 kr. 2019 2020 2021 2022 Øking 2019-2022
Vanligt virksemi 499.562 558.445 603.424 660.656 161.094
Serviðgerð uttanlands 131.103 138.600 142.208 146.100 14.997
Flutningur og uppihald 24.330 25.547 26.058 27.361 3.031
Sjúklingahotellið Tórshavn 20.733 21.770 22.819 23.960 3.227
KT-øki heilsuverksins 7.478 15.998 9.378 9.763 2.285
Avseting til serlæknar 4.200 3.200 3.200 3.500 - 700
Fyribils koronadeild - - 2.760 2.000 2.000
Tilsamans 687.406 763.560 809.847 873.340 185.934

-- 3 of 6 --

Um økingin skal býtast millum framskrivingar til at tryggja verandi virksemi og játtan til nýtt
virksemi – eru áleið tveir triðingar (124 mió. kr.) játtaðar til at tryggja verandi virksemi, íroknað
sáttmálabundnar lønarframskrivingar, prísvøkstur og meirjáttan til demografiskar broytingar. Ein
triðingur (61 mió. kr.) er nýttur til nýtt virksemi. Gev gætur, at 26 mió. kr. av teimum 61 mió. kr. er
játtan til virksemi, ið varð tengt at koronafarsóttini, sum framvegis hevði við sær ein kostna í 2022.
Meginparturin av hesari játtanini er tikin av aftur í 2023. Sí niðanfyri:
Landssjúkrahúsið – orsøk til øking - høvuðskonta Upphædd í 1000 kr.
Øking – verandi virksemi (framskrivingar) 124.314
Øking – nýtt virksemi 61.620
- Politiskar raðfestingar 14.920
- H-bygningur 10.600
- Korona 26.200
- Avsett til serlæknar 8.500
- Endurvenjing 1.400
Øking í alt 185.934
Klaksvíkar sjúkrahús
Sambært fíggjarlógini er játtanin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi økt úr 72,3 mió. kr. upp í 96,9 mió. kr. í
tíðarskeiðinum 2019-2022, svarandi til eina øking á 24,6 mió. kr. Sí talvu niðanfyri:
Klaksvíkar sjúkrahús, høvuðskonta – fíggjarlóg í 1000 kr. 2019 2020 2021 2022 Øking 2019-2022
Vanligt virksemi 72.276 82.806 89.990 96.924 24.648
Tilsamans 72.276 82.806 89.990 96.924 24.648
Økingin kann bólkast í tvey.
Tilsamans eru 14,9 mió. kr. játtaðar til at tryggja verandi virksemi, íroknað sáttmálabundnar
lønarframskrivingar, prísvøkstur og demografiskar broytingar. Játtan á 9,8 mió. kr. er sett av til nýtt
virksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Gev gætur, at 2,725 mió. kr. eru játtaðar til virksemi tengt at
koronafarsóttini, sum framvegis hevði við sær ein kostnað í 2022.
Klaksvíkar sjúkrahúsið – orsøk til øking - høvuðskonta Upphædd í 1000 kr.
Øking – verandi virksemi (framskrivingar) 14.850
Øking – nýtt virksemi 9.798
- Politiskar raðfestingar 4.623
- Korona 2.725
- Endurvenjing 900
- Flutt virksemið frá serviðgerð uttanlands 1.550
Øking í alt 24.648
Suðuroyar sjúkrahús
Í sama tíðarskeiði er játtanin á Suðuroyar sjúkrahúsi økt slakar 18 mió. kr., sí talvu:
Suðuroyar sjúkrahús, høvuðskonta – fíggjarlóg í 1000 kr. 2019 2020 2021 2022 Øking 2019-2022
Vanligt virksemi 65.355 74.913 78.450 83.292 17.937
Tilsamans 65.355 74.913 78.450 83.292 17.937

-- 4 of 6 --

Býta vit økingina sundur millum framskrivingar og nýtt virksemi sæst, at av teimum sløku 18 mió.
kr. eru 13,4 mió. kr. nýttar til at tryggja verandi virksemi, herundir játtan til sáttmálabundnar
lønarframskrivingar, prísvøkstur og til demografiskar broytingar. Góðar 4,5 mió. kr. eru játtaðar til
nýtt virksemi á Suðuroyar sjúkrahúsi, íroknað tiltøk móti korona. Sí talvu niðanfyri:
Suðuroyar sjúkrahúsið – orsøk til øking - høvuðskonta Upphædd í 1000 kr.
Øking – verandi virksemi (framskrivingar) 13.410
Øking – nýtt virksemi 4.527
- Politiskar raðfestingar 1.382
- Korona 1.095
- Endurvenjing 1.550
- Flutt virksemið frá serviðgerð uttanlands 500
Øking í alt 17.937
Til spurning 5
Hyggja vit yvirskipað eftir virkseminum, so vaks talið av ambulantum vitjanum í øllum
Sjúkrahúsverkinum 16% samanlagt í tíðarskeiðinum 2019-2022. Hetta talið gevur eina góða
ábending um, at virksemið hesi árini er økt munandi á teimum trimum sjúkrahúsunum. Ein orsøk til
stóra vøksturin er demografiska broytingin. Fólkatalið í Føroyum er vaksið nógv hesi árini og talið
av eldri fólki er vaksandi. Harumframt eru fleiri nýggir serlæknar komnir afturat. Játtanin til
serlæknar, sonevnda serlæknapuljan, er býtt soleiðis árini 2019 til 2022:
• Gynokologi/obstetrik
• Barna- og ungdómspsykiatri
• Kardiologisk vaktarlag (hjartaøkið)
• Barnalækni
• Eygnalækni
• Lungalækni
• Parkinson-endurvenjing
Somuleiðis hava verið aðrar politiskar raðfestingar á øllum trimum sjúkrahúsunum, sum síggjast
aftur í virksemistølunum hjá Sjúkrahúsverkinum, eitt nú:
• ADHD-klinikk til vaksin
• Intern medisinari
• Bólkatilboð til fólk við sclerosu
• Styrkja tænastuna fyri tey við seinheilaskaða við neurologitænastu
• Svøvnkøvuambulatorium
• Endurvenjing til giktasjúklingar og neurologiskar sjúklingar
• Psykomotoriska terapi, klinisk sexologi, neurosálarfrøði og somatisk sálarfrøði -
rehabilitering

-- 5 of 6 --

• Peningur settur av til Barna- og ungdómspsykiatri
• Játtan til fleiri MR-skanningar
• Stovnað neyðtøkutilbúgving
• Styrkt læknaskrivarahópin, betri fíggjarstýring og kliniska stápseind – betra
sjúklingagongdir/hagtøl o.a.
Heilsumálaráðið, 8. september 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 6 of 6 --
013.23 spm. til M. Stórá frá Ei. í Jákupsstovu - Úrslit av øktum sjúkrahúsrakstri.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 29. aug. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Úrslit av øktum sjúkrahúsrakstri
Spurningar:
1. Tá tað í svari uppá undanfarnan spurning í 52-004/2023 er upplýst, at
sjúklingahotellið og serviðgerð uttanlands ikki eru tikin við í samband við
nýggj ársverk og starvsfólkabýti millum heilsustarvsfólk og ikki
heilsustarvsfólk seinastu árini, hvussu er støðan so, um hesi verða tikin við í
tølini?
2. Tá tað er upplýst, at 35 ársverk komu afturat í sjúkrahúsverkinum í
tíðarskeiðnum 2019-2022, sum ikki eru heilsustarvsfólk, hvørji størv var talan
um og hvussu var býtið millum hesi størvini (hvat slag av størvum er talan
um)?
3. Hvussu hevur talið og býtið í ársverkum flutt seg í mun til starvsstað á teimum
trimum sjúkrahúsunum í tíðarskeiðnum frá 2019 til og við 2022?
4. Rakstrarjáttanin til sjúkrahúsverkið er økt við umleið 200 mió. kr. í
tíðarskeiðnum 2019 til og við 2022; hvussu stórur partur av hesum er farin til
vanligar lønarhækkingar og annað fyri at tryggja verandi virksemi, og hvussu
stórur partur er farin til nýtt virksemi?
5. Hvat nýtt virksemi er komið í sjúkrahúsverkinum í tíðarskeiðnum 2019 til og
við 2022, sum hevur betrað um viðgerðartrygdina hjá fólkinum í Føroyum?
Viðmerkingar:
Tann 15. august 2023 svaraði landsstýriskvinnan uppá ymisk viðurskifti viðvíkjandi
raðfesting, nýtslu og úrslitum innan sjúkrahúsverkið seinastu árini, sí 52-004/2023.
Svarini vóru gjøllig og greið, men geva samstundis orsøk til aðrar spurningar í sama
viðfangi.
Á Løgtingi, 29. august 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --