52-012/2023
HPV koppseting til dreingir og gentur
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. sep. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
012.23 Svar frá M. Stórá til A. Olsen - HPV-vaksina.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 8. sep. 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 08. september 2023 HMR j. nr. 23/17046 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-012/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um HPV-koppseting til dreingir og gentur, frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvør er orsøkin til, at tað ikki eru eins treytir fyri gentur og dreingir at fáa HPV koppseting, eftir at tey eru fylt 18 ár, og at dreingir skulu rinda fyri HPV koppsetingina, eftir at teir eru fyltir 18 ár? 2. Um serligar orsakir ikki eru til hendan ójavna, er landsstýriskvinnan so sinnað at broyta hetta, so kvinnur og menn fáa eins treytir? Svar: Til spurning 1 Vanligt er, at tilboð um ókeypis koppseting verða veitt somu bólkum í Føroyum sum í Danmark. Eitt undantak hevur tó verið tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV. Tilboðið til gentur um ókeypis koppseting fyri HPV varð sett í gildið í bæði Danmark og Føroyum frá 1. januar 2009 at rokna. Tá ið tilboðið varð sett í verk í Danmark, fingu fleiri árgangir hetta tilboð. Men sama skipan varð ikki sett í gildi í Føroyum. Í Føroyum fekk bert ein árgangur hetta tilboðið, tí játtanin rakk bert til at bjóða HPV koppsetingina til ein árgang. So hvørt játtan hevur verið tøk, er tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV víðkað til støðugt fleiri aldursbólkar. Síðani tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV varð sett í gildi í Danmark, eru tíðaravmarkað átøk gjørd, sum hava havt til endamáls at fáa ungar kvinnur at koppseta seg. Eitt av hesum tíðaravmarkaðu átøkum varð at víðka tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV, so kvinnur kundu verða koppsettar ókeypis, til tær fyltu 28 ár. Av tí, at nógvar ungar kvinnur í Føroyum ikki vórðu koppsettar fyri HPV, varð somuleiðis gjørt av at víðka tilboðið í Føroyum til at fevna um kvinnur yngri enn 28 ár. Tíðaravmarkaða átakið til kvinnur er síðani avtikið aftur í Danmark, soleiðis at málbólkurin í dag er 12-17 ár. -- 1 of 2 -- Tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV er ásett í kunngerð. Kunngerðin er broytt hvørja ferð játtan hevur verið til at víðkað tilboðið til at fevna um enn fleiri árgangir. Mongu broytingarnar hava tíðum elvt til ørkymlan hjá bæði heilsustarvsfólkum og foreldrum, tí tey hava ivast í, hvør árgangur hevur rætt til tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV í Føroyum. Hesi viðurskifti høvdu við sær, at tá tilboðið um HPV koppseting varð víðkað til ungar kvinnur yngri enn 28 ár, varð tilboðið í Føroyum sett í gildi uttan tíðaravmarking og er enn galdandi í dag. Seinni er tilboðið um ókeypis koppseting fyri HPV víðkað til eisini at fevna um dreingir. Sama tilboð er galdandi í bæði Danmark og Føroyum. Í báðum londum kunnu dreingir í aldrinum 12-17 ár (báðir árgangir) verða koppsettir ókeypis fyri HPV. Til spurning 2 Eg eri sinna til í næstum at fara undir arbeiðið at broyta kunngerðina, so bæði kyn verða javnsett. Heilsumálaráðið, 08. september 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
012.23 spm. til M. Stórá frá A. Olsen - HPV-vaksina.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 28. aug. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Annika Olsen, løgtingskvinna Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: HPV koppseting til dreingir og gentur Spurningar: 1. Hvør er orsøkin til, at tað er ikki eru eins treytir fyri gentur og dreingir at fáa HPV koppseting, eftir at tey eru fylt 18 ár, og at dreingir skulu rinda fyri HPV koppsetingina, eftir at teir eru fyltir 18 ár ? 2. Um serligar orsakir ikki eru til hendan ójavna, er landsstýriskvinnan so sinnað at broyta hetta, so kvinnur og menn fáa eins treytir ? Viðmerkingar: HPV koppsetingin verður í dag givin dreingjum og gentum frá 12 ára aldri. Hetta er samstundis ein koppseting, sum er fyribyrgjandi fyri undirlívskrabba. Skuldi tað hent, at koppsetingin ikki verður givin, tá barnið er fylt 12 ár, er møguleiki at fáa hana seinni. Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting fyri ávísum smittandi sjúkum stendur soleiðis í § 4: “Kvinnur í aldrinum 12-27 (mín undirstriking) ár kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV. Dreingir í aldrinum 12-17 (mín undirstriking) ár kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV”. Sambært hesum verður munur gjørdum á gentum og dreingum, tá ið tað kemur til heilsufyribyrgjandi koppseting. Dreingir, ið eru fyltir 18 ár, skulu rinda 3.000 kr. fyri at verða koppsettir. Tað er umráðandi, tá tað snýr seg um heilsu hjá gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, at munur ikki verður gjørdur á kynunum. Eru serligar orsakir til hetta, er tað áhugavert at fáa at vita, hvørjar hesar eru. Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnununi í heilsumálum Á Løgtingi, 28. august 2023 Annika Olsen -- 1 of 1 --