← Løgtingsmál

52-011/2023

Bygdaleiðir og fallandi ferðafólkatal

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
011.23 Svar frá D. Holm til Ey. Samuelsen - Bygdaleiðir og fallandi ferðafólkatal.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 8. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
8. september 2023
Mál: 23/16983.
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-011/2023
Svar til § 52 a fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Dennis
Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um Bygdaleiðir og
fallandi ferðafólkatal
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er nøkur menningarætlan fyri Bygdaleiðir ?
2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at skipa ferðsluna hjá leið 400 gjøgnum Eysturoyartunnilin?
3. Er ætlanin at fáa fleiri fólk at nýta Bygdaleiðir aftur, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at
gera fyri at náa hesum máli?
Svar til spurning 1
Strandferðslan hevur staðfest, at ferðafólkatalið á stórt sæð øllum Bygdaleiðum er minkað síðani
2012 og fram til 2022. Í 2020 var stór minking orsakað av koronafarsóttini. Síðani 2022 hevur tó
verið ein munandi vøkstur.
Við ársbyrjan metti Strandferðslan, at tað fór at verða ein vøkstur í 2023 á umleið 10-15%. Til og
við august 2023 hevur vøksturin verið 12%, og framrokningar vísa, at metta ferðafólkatalið á
Bygdaleiðum fyri 2023 verður umleið 530.000-535.000, sum er hægsta ferðafólkatalið síðani 2012.
Hetta er ein lutfalsliga stór øking samanborið við grannalond sum Danmark, Noreg og Svøríki, har
ið avbjóðingar framvegis eru við at fáa ferðafólkatalið aftur á sama støðið sum undan korona.
Strandferðslan er farið undir átak at fáa fleiri ferðafólk at ferðast við Bygdaleiðum og at betra
tænastuna á Bygdaleiðum sum heild. Eitt aðalmál er eisini at tryggja ein skilagóðan rakstur, sum
gagnar borgarum, ið ynskja at nýta felags ferðslu (kollektiva ferðslu).
Eitt nú verður marknaðarføringin styrkt munandi komandi árið. Arbeitt verður við at hækka
tænastustøðið í bussunum, og at fáa avvarðandi partar at betra umstøðurnar við busssteðgistøðini
kring landið.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið
2/2
Eisini arbeiðir Strandferðslan við at fáa samstarv í lag við kommunurnar um at samskipa
koyringina á Bygdaleiðum og staðbundna busskoyring munandi betri, so at borgararnir fáa eina
betri tænastu. Strandferðslan hevur sum mál at fáa ferðafólkatalið á Bygdaleiðum upp um 650.000 í
2025.
Ætlanin er eisini at skipa fyri almennari hoyring um, hvussu vit frameftir ynskja at skipa felags
ferðslu í Føroyum. Tí neyðugt er við einum orðaskifti um, hvønn leiklut felags ferðsla skal hava,
bæði á staðnum, í bý og á bygd og millum oyggjarnar, og hvussu tað í størri mun verður tikið atlit
til veðurlagsbroytingar og umhvørvisvinarligar loysnir í komandi útbjóðing av Bygdaleiðum, sum
verður í 2027.
Svar til spurning 2
Verandi leið 400 millum Klaksvík og Tórshavn umvegis Sundalagið er saman við leið 300, Vágar-
Tórshavn, tær søguliga mest nýttu leiðirnar. Tá ið Eysturoyartunnilin lat upp í 2020, fór verandi
leið 401 at koyra millum Klaksvík og Tórshavn, umframt at leið 440 og 450 í dag eisini knýta
eysturøkið og norðurøkið saman við Suðurstreymoy umvegis Eysturoyartunnilin.
Tá ið Sandoyartunnilin letur upp, er ætlanin eisini at gera hóskandi tillagingar, soleiðis at
Eysturoyartunnilin í framtíðini verður gagnnýttur betri til koyringina millum Norðoyggjar,
Eysturoy og Suðurstreymoy.
Tað er tó ein avbjóðing at fremja hetta í verki uttan antin at lækka túratalið á øðrum leiðum ella at
økja útreiðslurnar, ið eru ásettir í sáttmálum við undirveitarar og í verandi tunnilsgjøldum at koyra
gjøgnum Eysturoyartunnilin
Svar til spurning 3
Sí svar til spurning 1.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
011.23 spm. til D. Holm frá Ey. Samuelsen - Bygdaleidir og fallandi ferðafókatal.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 28. aug. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Bygdaleiðir og fallandi ferðafólkatal
Spurningar:
1. Er nøkur menningarætlan fyri Bygdaleiðir ?
2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at skipa ferðsluna hjá leið 400 gjøgnum
Eysturoyartunnilin?
3. Er ætlanin at fáa fleiri fólk at nýta Bygdaleiðir aftur, og hvat ætlar
landstýrismaðurin at gera fyri at náa hesum máli?
Viðmerkingar:
Sambært hagtølunum hjá SSL er talið av ferðandi við Bygdaleiðum minkað nógv
seinastu árini. Fyri Bygdaleiðir íalt er talið av ferðandi minkað so líðandi frá 580.688
ferðandi í 2012 og niður í 480.901 ferðandi í 2022. Hetta er ein minking í ferðafólkatali
á knapt 100.000 fólk eftir 10 árum.
Ynskja vit at steðga hesi gongd, og fáa fleiri at nýta kollektivu og almennu
ferðamøguleikarnar – og harvið minka um samlaða útlátið frá akførum – er neyðugt við
einari menningarætlan.
Størsta minkingin í tali av ferðandi er á leið 400 millum Tórshavn og Klaksvík. Í 2012
var talið av ferðandi á leiðini 157.915. Hetta talið er í 2022 minkað niður 81.481
ferðandi. Sostatt er talið av ferðandi á leið 400 nærum minkað niður í helvt yvir seinastu
10 árini.
Hyggja vit at tølunum, síðan Eysturoyartunnilin lat upp í desember 2020, var talið av
ferðandi á leið 400 í 2019 tilsamans 128.655. Leggja vit tølini saman fyri ferðandi á
leið 400 og 401 (tunnilsleiðin) so gevur tað 102.139, so framvegis er ein minking av
ferðandi á gott og væl 25.000 fólk.
At ferðslan hjá leið 400 er skipað uttanum Eysturoyartunnilin merkir, at tey ferðandi
brúka ein tíma eyka aftur og fram, hvørja ferð tey fara til Havnar ella Klaksvíkar.
Í dagsins samfelagi ynskja fólk at ferðast stytstu leið, og harumframt er tað dýrari fyri
SSL og umhvørvið at koyra longstu leið. Her eru meirútreiðslur til brennievni, størri
útlát og meira slit á vegirnar. Harumframt er tað ikki gott fyri umhvørvið, at stórir
bussar við fáum ferðafólkum verða nýttir til henda flutning.
Fyri at fáa greiðu á, hvat landstýrismaðurin ætlar, verða hesir spurningar settir.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 28. august 2023
Eyðgunn Samuelsen

-- 2 of 2 --