← Løgtingsmál

52-010/2023

Javnseta føroyingar og útlendingar í mun til arbeiðstíð

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
010.23 Svar frá B. Kárason til S. Bertholdsen - Javnseta føroyingar og útlendingar í mun til arbeiðstíð.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Box 64 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postrúm 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann:5. september 2023
J. nr.: 23/16755-2
Svar
upp á
fyrispurning nr. 52-010/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um at javnseta føroyingar og
útlendingar í mun til arbeiðstíð, frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum hava arbeiðsloyvi í Føroyum, síðan Fast Track
skipanin kom í gildi?
2. Hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum arbeiða innan flakavinnuna í Føroyum?
3. Verður arbeitt fram ímóti at sleppa undan ójavnanum í arbeiðstímum millum arbeiðsfólk
úr triðjalondum og føroyingar á sama arbeiðsplássi?
Svar:
Til spurning 1
Tali av arbeiðsloyvum latin eftir Fast Track-avtaluni, ið kom í gildi í 18. november 2021, eru:
2021: 60 arbeiðsloyvir
2022: 635 arbeiðsloyvir
2023, pr. juli: 220 arbeiðsloyvir
Samlað eru 915 arbeiðsloyvir latin eftir Fast Track-avtaluni, frá 18. november 2021 til juli 2023.

-- 1 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/3
Viðvíkjandi arbeiðsloyvum eftir vanligu mannagongdini (FO1), so eru tølini fyri latin
arbeiðsloyvir:
2021: 51 arbeiðsloyvir
2022: 21 arbeiðsloyvir
2023, pr. juli: 135 arbeiðsloyvir
Sostatt er samlaða talið av arbeiðsloyvum, latin útlendingum úr triðjalondum síðan Fast Track-
avtalan kom í gildið, nakað yvir 1000, harav 915 loyvir eru latin eftir Fast Track-avtaluni.
Fyrivarni skal takast fyri, at eitt loyvi kann vera latið einum útlendingi meiri enn eina ferð, til
dømis í sambandi við starvsskifti. Neyv tøl eru ikki fyri hetta í løtuni, men fatanin er, at tað snýr
seg um eitt sera lágt tal.
Ein útlendingur kann ikki hava arbeiðsloyvi eftir bæði Fast Track-skipanini og eftir vanligu
mannagongdini (FO1) í sama umfari.
Til spurning 2
Tað finnast ikki dagførd tøl fyri, hvussu nógvir útlendingar frá triðjalondum arbeiða innan
flakavinnuna í Føroyum. Um hesi tøl skulu innheintast, er neyðugt at fáa fleiri hagtøl frá danska
útlendingamyndugleikanum og síðan viðgera tølini fyri at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir
útlendingar hava fingið loyvi til arbeiðsgevara innan flakavinnuna eftir avtaluni um Fast Track.
Ein uppteljing hjá Útlendingastovuni, grundað á tøl fyri tíðarskeiðið frá Fast Track-avtalan kom í
gildi og til november 2022, vísti, at til fiskavirkir (fiskavirking av ymiskum slag, eisini úr
alivinnuni) vóru 260 loyvi latin.
Til spurning 3
Útgangsstøðið fyri uppihalds- og arbeiðsloyvi eftir Fast Track-skipanini er treytað av, at talan er
um starv hjá eini fyritøku, sum er góðkend frammanundan og sum lýkur treytirnar fyri, at týðandi
lønar- og setanartreytirnar eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum, so sum teir vanligu 40
arbeiðstímarnir um vikuna. Útlendingarnir úr triðjalondum, sum hava fingið fyribils uppihalds- og
arbeiðsloyvi eftir Fast Track-skipanini, eru komnir her, tí tørvur er á arbeiðsmegi teirra.
Danska Útlendinga- og integratiónsmálaráðið ásetur, eftir samráðing við Landsstýri, nærri reglur
um arbeiðsloyvir í Føroyum undir hesum, hvørjar treytir eru knýttar at arbeiðsloyvunum, so sum
talið av arbeiðstímum. Fyri at tryggja, at útlendingar, sum koma her at arbeiða og hava familju
sína við sær, eru førir fyri at undirhalda familju síni, er inntøkumark júst sett fyri útlendingar, sum
søkja um arbeiðsloyvi í Føroyum. Um talið av arbeiðstímum verður lækkað fyri tey, sum koma til
Føroyar at arbeiða eftir Fast Track-skipanini, til undir teir vanligu 40 arbeiðstímarnir um vikuna.
er ilt at siga, hvørjar avleiðingar hetta fær.

-- 2 of 3 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
3/3
Umhvørvismálaráðnum, sum umsitur arbeiðsmarknaðarmál, er komin við einum ískoyti til
fyrispurningin, tá tað snýr seg um Fiskavirkisskipanina. Sambært Umhvørvismálaráðnum er
Fiskavirkisskipanin eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á
fiskavirkjum. Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á
virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður. Stuðulin verður roknaður frá og við
níggjunda arbeiðsloysistíma, og tað ber í mesta lagi til at fáa arbeiðsloysisstuðul fyri 32 tímar –
svarandi til 4 dagar um vikuna. Arbeiðsloysisstuðulin er 80% av útrokningargrundarlagnum.
Stýrið fyri ALS hevur viðgjørt spurningin um at hækka teir 32 tímarnar, sum stuðul verður veittur
fyri, men semja er ikki í stýrinum um at hækka útgjaldstímarnar. Verður arbeiðsvikan stytt til 37
tímar, minkar munurin nakað.
Landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum hevur heitt á stýrið um at viðgera spurningin, um
útlendingar, sum hava tíðaravmarkað arbeiðs- og uppihaldsloyvi, skulu halda fram við at vera í
fiskavirkisskipanini. Stýrið fyri ALS hevur ikki gjørt eina niðurstøðu hesum viðvíkjandi enn. Tey
hava tó verið í samband við fiskavirkini, sum siga tað vera avgerandi neyðugt við útlendskari
arbeiðsmegi, um tey skulu hava nóg nógv starvsfólk til at hava virkini koyrandi.
Løgmálaráðið 5. september 2023
Bjarni K. Petersen
landsstýrismaður

-- 3 of 3 --
010.23 spm til B. Kárason frá S. Bertholdsen - Javnseta føroyingar og útlendingar í mun til arbeiðstíð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 24. aug. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Javnseta føroyingar og útlendingar í mun til arbeiðstíð
Spurningar:
1. Hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum hava arbeiðsloyvi í Føroyum, síðan Fast
Track skipanin kom í gildi?
2. Hvussu nógvir útlendingar úr triðjalondum arbeiða innan flakavinnuna í Føroyum?
3. Verður arbeitt fram ímóti at sleppa undan ójavnanum í arbeiðstímum millum
arbeiðsfólk úr triðjalondum og føroyingar á sama arbeiðsplássi?
Viðmerkingar
Fast Track skipanin kom í gildi 18. novembur 2021 og er í gildi, so leingi arbeiðsloysið í
Føroyum er undir 3,5%.
Skipanin styttir viðgerðartíðina av umsóknum um arbeiðsloyvi og gevur øllum vinnugeirum í
Føroyum lættari atgongd at fáa arbeiðsmegi úr triðjalondum, t.e. londum uttan fyri ES og
Norðurlond.
Stórt trot hevur verið á arbeiðsmegi innan ávísar vinnugeirar í Føroyum t.d. flakavinnuna, og
varð Fast Track skipanin sett í verk, so avleiðingin ikki bleiv, at virkir máttu steingja, tí tey
manglaðu starvsfólk.
Fast Track skipanin hevur tó ta neiligu avleiðing, at ein stórur ójavni er í arbeiðstímum
millum føroyingar og útlendingar, sum arbeiða á sama virki. Útlendingar eru tryggjaðir 40
tíma arbeiðsviku, men føroyingar eru bert tryggjaðir 32 tímar í fiskavirkisskipanini hjá ALS,
sum er í mesta lagi 80 % av eini arbeiðsmannaløn.
Sálarliga arbeiðsumhvørvið á virkjunum kann gerast tyngjandi, tá lítið arbeiði er, og verða
føroyingar og útlendingar, uttan at ynskja tað, settir upp ímóti hvørjum øðrum, tí
útlendingarnir hava fyrimun fram um føroyingarnar og eru tryggjaðir 40 tíma arbeiðsviku.
Á Løgtingi, 24. august 2023
Súsanna Bertholdsen

-- 1 of 1 --