← Løgtingsmál

52-009/2023

Frálærutilfar við støði í føroyskum viðurskiftum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
009.23 Svar frá D. N. Joensen til Ei. í Jákupsstovu - Frálærutilfar við støði í føroyskum viðurskiftum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 4. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 4. september 2023
Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-47
110 Tórshavn Viðgjørt: HA
Svar
upp á
skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini nr. 52-009/2023 frá Eiriki í Jákupsstovu,
løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum,
um frálærutilfar við støði í føroyskum viðurskiftum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat er málið fyri framleiðslu av frálærutilfari á føroyskum og/ella við støði úr føroyskum
viðurskiftum til teirra, sum nema sær handligar og bókligar førleikar eftir fólkaskúlatíðina?
2. Hvussu er støðan í dag hesum viðvíkjandi, og nær væntast, at komið verður á mál?
Svar
Til 1: Nám hevur sett sær sum mál at fevna øllum C-stig lærugreinum í grundleggjandi
lærugreinunum á gymnasialum miðnámi. Farið er eisini undir at framleiða lærugreinir á B-stigi, t.d.
er Samfelagsfrøði B júst komin út.
Allar útgávur, ið Nám tekur á seg, taka útgangsstøði í føroyskum viðurskiftum. Tá Nám ikki hevur
havt nøktandi játtan at avgreiða tær mest grundleggjandi útgávurnar til fólkaskúla og miðnám, hevur
tað ikki verið møguligt at fara undir útgávur til yrkisnám ella handaligar útbúgvingar, ið serliga hava
við føroysk viðurskifti at gera.
Til 2: Til gymnasialt miðnám koma hesar útgávur út í 2023:
• Føroysk samfelagsfrøði til B-støði í samfelagsfrøði kemur út í 2023 (sBók og pappírsbók)
• Virkisbúskapur til C– og B-stigi koma í 2020-23
• Religión til C-stig kemur út í 2023 (hevur verið royndarkoyrd í 2022/2023)
• Lestrarmenning til lærugreinina lestrarmenning á C-stigi var sett til royndarkoyring í 2022,
meðan arbeitt var víðari. Hon kemur út í 2023
• Heimurin fyri 1914 til søgu á C-stigi verður royndarkoyrd í 2023/24, meðan hildið verður fram
við Heimurin eftir 1914 til B-stig
• Fysiologi (2009) til lærugreinina ítrótt kemur sum sBók í 2023

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/2
Nám arbeiðir í løtuni við at gera eina minni útgávu saman við Búnaðarstovuni um føroyska
plantufrøði og grønmetisframleiðslu, serliga egna til Landbúnaðarskeiðið og møguliga til partar av
gymnasialu tilfeingisbreytini í Vestmanna.
Um Nám skal koma á mál við føroyskum tilfari til allar lærugreinar á C- og B støði, krevur hetta eina
hægri játtan á fíggjarlógini.
Sum dømi kann nevnast, at hædd ikki er tikin fyri føroyskum frálærutilfari til timburútbúgvingina.
At byggja hús í Føroyum kann ikki samanberast við t.d. Danmark, og til at gera hetta krevst føroyskt
frálærutilfar, ið má gerast frá grundini.
Vinarliga heilsan
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
009.23 spm. til D. N. Joensen frá Ei. í Jákupststovu - Frálærutilfar við støði í føroyskum viðurskiftum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. aug. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Frálærutilfar við støði í føroyskum viðurskiftum
Spurningar:
1. Hvat er málið fyri framleiðslu av frálærutilfari á føroyskum og/ella við støði úr
føroyskum viðurskiftum til teirra, sum nema sær handligar og bókligar
førleikar eftir fólkaskúlatíðina?
2. Hvussu er støðan í dag hesum viðvíkjandi, og nær væntast, at komið verður á
mál?
Viðmerkingar:
Tað er í fleiri førum upplýst, at tey, sum nema sær víðari førleikar bæði innan tað
handliga og bókliga hava undrast á, hvussu stórur partur av frálærutilfarinum tekur
støði í øðrum samfeløgum enn okkara og ofta er á fremmandum máli.
Samstundis frætta vit, at alsamt meira frálærutilfar verður framleitt og tí betrar um
støðuna hjá teimum, sum lesa og læra.
Tí hesir spurningar um mál og støðu á hesum øki.
Á Løgtingi, 23. august 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --