← Løgtingsmál

52-008/2023

Gomlu vindmyllurnar hjá SEV

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 2. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
008.23 Svar frá I. D. Strøm til H. Abrahamsen - Gomlu vindmyllurnar hjá SEV.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann 1. september
2023
J. nr.: 23/16708-2
Viðgjørt:
Tygara skriv:
Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-008/2023 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um
gomlu vindmyllurnar hjá SEV
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvaðani hevði landsstýriskvinnan upplýsingarnar, sum hon gav Løgtinginum tann 3. mai
í ár, í svari uppá skrivligan fyrispurning frá undirritaða, har sagt varð, at átøk eru gjørd fyri
at minka um sannlíkindini fyri, at trupulleikar verða við gomlu vindmyllunum hjá SEV, og
at ongar ábendingar eru um, at tillagingarnar ikki virka eftir ætlan?
2. Metir landsstýriskvinnan framvegis, at svarið sum hon gav, var rætt?
3. Metir landsstýriskvinnan, at gomlu vindmyllurnar hjá SEV eru í góðum standi?
Til spurning 1
Svarið 3. mai er latið við støði í upplýsingum frá Elveitingareftirlitinum, sum hevur fingið teir
frá samskifti við SEV.
Eg skal í hesum sambandi vísa spyrjaran á, at hann ikki hevur endurgivið mítt svar rætt í
viðmerkingunum til spurningin. Í svari mínum til skrivliga fyrispurningin SS-005/2022 svaraði
eg m.a.: “Átøk eru gjørd fyri at minka um sannlíkindini fyri, at trupulleikar verða við hesum
slagnum av vindmyllum. Talan er um átøk, sum framleiðarin stendur fyri at gera, so sum
at skerma betur fyri, at væta treingir inn í generatorin. Slíkar tillagingar eru longu gjørdar í
vindmyllum av sama slag, sum eru uppsettar seinni, og enn eru ongar ábendingar um, at
tillagingarnar ikki virka eftir ætlan.”
Tá nevndar vera “vindmyllur av sama slag, sum eru uppsettar seinni”, er talan um Enercon
vindmyllurnar í Porkeri, sum vóru uppsettar fyri góðum tveimum árum síðan. Her verður roynt
at skerma generatorin. Mett verður, at myllurnar í Neshaga og Húshaga hava staðið so mikið
leingi, at skaðin sannlíkt longu er hendur.
Til spurning 2
Svarið var rætt, tá tað var latið, og tað er tað enn.
Spyrjarin leggur upp til, at tað er ein andsøgn millum svarið, ið eg lat løgtingum 3. mai – sum
gjøgnum Elveitingareftirlitið er komið frá SEV, og tað, sum Heri Mortensen, deildarleiðari í

-- 1 of 2 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/2
SEV sigur í samrøðu við Kringvarpið tann 15. juni. Tað er tað ikki. Heri Mortensen sigur í
samrøðu m.a., at vindmyllurnar ikki verða umvældar á sama hátt sum áður. Tað er greitt í
samanhanginum, at deildarleiðarin meinar, at hesar myllur í Neshaga og í Húshaga ikki verða
umvældar á staðnum, tí tað er ov trupult og kostnaðarmikið. Verða tær umvældar, so verða tær
sannlíkt sendar til útlandið til umvælingar, eins og Mylla 4 í Neshaga, ið var send til Bretlands til
umvælingar. Deildarleiðarin ger greitt í samrøðuni, at SEV hevur enn ikki tikið støðu til, um tað
fíggjarliga loysir seg at umvæla hesar myllurnar í útlandinum.
Hetta er fult í tráð við tað, sum eg svaraði 3. mai, og endurtók í viðgerðini av Ólavsøkurøðu
løgmans, og sum eg her á triðja sinni endurtaki.
Í vikuni havi eg fingið váttan frá leiðsluni í SEV um, at enn er eingin støða tikin til, um tað loysir
seg at umvæla allar gomlu myllurnar í Neshaga og Húshaga í útlandinum.
Til spurning 3
SEV hevur upplýst, at Enercon myllurnar ikki hava roynst eins væl og ætlað. Sannlíkt er tað
føroyska veðurlagið við nógvum sjóroki og vætu, sum hevur elvt til avbjóðingar við
generatorunum, um átøk ikki verða gjørd at verja.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
008.23 spm. til I. D. Strøm frá H. Abrahamsen - Gomlu vindmyllurnar hjá SEV.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. aug. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Gomlu vindmyllurnar hjá SEV
Spurningar:
1. Hvaðani hevði landsstýriskvinnan upplýsingarnar, sum hon gav Løgtinginum
tann 3. mai í ár, í svari uppá skrivligan fyrispurning frá undirritaða, har sagt
varð, at átøk eru gjørd fyri at minka um sannlíkindini fyri, at trupulleikar verða
við gomlu vindmyllunum hjá SEV, og at ongar ábendingar eru um, at
tillagingarnar ikki virka eftir ætlan?
2. Metir landsstýriskvinnan framvegis, at svarið sum hon gav, var rætt?
3. Metir landsstýriskvinnan, at gomlu vindmyllurnar hjá SEV eru í góðum standi?
Viðmerkingar:
Tann 12. apríl í ár setti undirritaði landsstýriskvinnuni við umhvørvismálum ein
skrivligan fyrispurning um støðuna viðvíkjandi vindorku, SS-005/2022. Í
viðmerkingunum til fyrispurningin varð víst á, at tað hevði ljóðað, at fleiri av teimum
gomlu myllunum hjá SEV annaðhvørt vóru steðgaðar ella vóru í ferð við at steðga, tí
tær vóru í so vánaligum standi. Spurt varð tí, um roknast kundi við, at fleiri myllur fóru
at steðga tey næstu árini orsakað av, at tær vóru í ringum standi.
Landsstýriskvinnan svaraði fyrispurninginum tann 3 mai. Hon segði, at átøk eru gjørd,
sum skulu forða fyri, at fleiri av myllunum blíva í ólagi, og at ongar ábendingar eru um,
at tillagingarnar ikki virka eftir ætlan.
Men tann 15. juni 2023 segði deildarstjórin hjá SEV við Kringvarpið, at flestu
myllurnar í Neshaga standa stillar, og at ivasamt er, um nakað verður gjørt við tær, tí
tað loysir seg ikki.
Her tykist ikki vera samsvar millum tað, sum landsstýriskvinnan upplýsti fyri
Løgtinginum, og tað, sum SEV segði nakrar vikur seinni. Tí verður hesin
fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 22. august 2023
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --