← Løgtingsmál

52-007/2023

Óhóskandi umstøðurnar í Fjálgulon

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 1. sep. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
007.23.Svar frá S. Stenberg frá Una Holm Johannesen - um óhóskandii umstøðurnar á Fjálgulon.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. sep. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1 – 3
100 Tórshavn
1. september 2023
Mál: 23/16573
Tygara skriv:
Viðgjørt:
Nr. 52-007/2023
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-007/2023 eftir tingskipanini §52a til Sirið
Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Una Holm Johannesen,
løgtingsmanni, um óhóskandi umstøðurnar á Fjálgulon.
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1. Heldur landsstýriskvinnan, at umstøðurnar í Fjálgulon eru nøktandi fyri búfólk og
starvsfólk?
2. Hví er arbeiðið at umvæla Fjálgulon ikki farið ígongd?
3. Nær verður farið undir arbeiðið, og nær kann arbeiðið væntast liðugt?
4. Hvørjar umvælingar og ábøtur er ætlanin at gera í Fjálgulon?
5. Eru pengar tøkir til umvælingararbeiðið?
6. Hvørjar eru ætlanirnar annars fyri tey eldru sálarsjúku, sum búgva í Fjálgulon?
Svarað verður øllum spurningunum undir einum:
Umstøðurnar á Fjálgulon, sum húsast á Eirargarði 14 B, eru ikki nøktandi um samanborið
verður við bústaðir, sum verða bygdir í dag, hvørki fyri tey, sum búgva har ella fyri annan
málbólk innan almannaøkið.
Ætlanin at dagføra Fjálgulon, er lík henni, ið er gjørd á Eirargarði 16 A, 16 B og 14 A, og
fevnir m.a. um vátrúm, nýggjan køk, vesi innbúgv, gólv álegging, akustisk regulera loft, mála
veggir, hurðar, vindeygu og nýggjan ljóssetning við nýggjari stýring, ABA, dagføring av
netverki, atmosfærisk inniklima (airmaster og duka), HVS, serliga frárenningar og annars
atkomuviðurskifti og trygd.
Til hesa dagføring eru settar 3,1 mió. kr. av og peningur er tøkur til endamálið.

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 2 av 2
Í sambandi við arbeiðið “Í góðum hondum”, samstundis, sum at Sambýlið í Reynstúni eftir
ætlan verður liðugt á vári 2024, skal støða takast til, hvat Eirargarður frameftir skal nýtast til.
Tí varð mælt til at steðga á við dagføringini av Eirargarði 14 B til støða er tikin til hendan
spurning.
Í løtuni umhugsar landsstýriskvinnan, hvussu framtíðar Eirargarður skal verða, og verður
spurningurin umrøddur við avvarðandi partar – eisini búfólkini á Fjálgulon. Meðan hesin
spurningur verður umrøddur, er fyribils steðgað á við ætlanini at dagføra Eirargarð 14 B.
Í bóklinginum “Í góðum hondum”, hevur Almannaverkið lýst væl, hvørjar avbjóðingar standa
fyri framman og hvussu raðfestast kann verða í sambandi við bygging av vardum bústøðum.
Landsstýriskvinnan heldur tað vera natúrligt, at Eirargarður í síni heild verður tikin við í hesa
ætlan, og tí er arbeiðið við at umvæla Fjálgulon ikki farið í gongd enn.
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
007.23 spm. til S. Stenberg frá U. H. Johannesen - um óhóskandi umstøðurnar í Fjálgulon.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. aug. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum
Evni: Óhóskandi umstøðurnar í Fjálgulon
Spurningar:
1. Heldur landsstýriskvinnan, at umstøðurnar í Fjálgulon eru nøktandi fyri búfólk
og starvsfólk?
2. Hví er arbeiðið at umvæla Fjálgulon ikki farið ígongd?
3. Nær verður farið undir arbeiðið, og nær kann arbeiðið væntast liðugt?
4. Hvørjar umvælingar og ábøtur er ætlanin at gera í Fjálgulon?
5. Eru pengar tøkir til umvælingararbeiðið?
6. Hvørjar eru ætlanirnar annars fyri tey eldru sálarsjúku, sum búgva í Fjálgulon?
Viðmerkingar:
Løgtingsins umboðsmaður staðfesti á eftirlitsvitjan í mars 2020, at sambýlinum
Fjálgulon tørvar umfatandi dagføringar fyri at vera egnað og tíðarhóskandi sum
sambýli hjá eldri fólki. Tað varð millum annað víst á, at hølini eru slitin, og búfólkini,
sum nú eru átta í tali, einans hava atgongd til tvey felags baðirúm.
Løgtingsins umboðsmaður kom til ta niðurstøðu í mars 2020, at sambýlið bert kann
virka sum fyribils loysn, og at tað eigur at verða arbeitt við at fáa nútíðarhóskandi
búumstøður til hendan bólkin av sálarsjúkum.
Tað eru skjótt trý ár og seks mánaðir síðan, at Løgtingsins umboðsmaður var á
eftirlitsvitjan har.
Tað var gott og neyðugt, at bygningurin á Eirargarði 16 varð umvældur, so bøtt varð
um karmarnar hjá búfólkum og starvsfólkum. Tað arbeiðið var liðugt í summar. Eftir
ætlan skuldi farast undir umvælingararbeiðið í Fjálgulon eftir tað, men sum skilst er
stígur komin í arbeiðið.
Hesin spurningurin verður reistur fyri at fáa greiðu á, hvør orsøkin er, og hvørjar
ætlanirnar annars eru.
Á Løgtingi, 21. august 2023
Uni Holm Johannesen

-- 1 of 1 --