52-004/2023
Mannagongdir innan heilsuøkið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. aug. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
004.23 Svar frá M. Stórá til E. í Jákupsstovu - um mannagongdir innan heilsuøkið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. aug. 2023
Sjá útdrigin tekst
Dagf. 15. august 2023 HMR j. nr. 23/15737 Margit Stórá landsstýriskvinna Svar upp á Fyrispurning nr. 52-004/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um mannagongdir innan heilsuøkið, frá Eiriki í Jákupstovu, løgtingsmanni Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í tíðarskeiðnum 2019-2022 fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 2. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í 2023 fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 3. Hvørji ítøkilig átøk er ætlan um at gera í framtíðini fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 4. Hvør er orsøkin til, at tað á sjúkrahúsunum í Føroyum eru munandi fleiri starvsfólk, sum ikki eru heilsustarvsfólk samanborið við onnur Norðurlond? 5. Hvussu hevur gongdin verið við tali av starvsfólki, sum ikki eru heilsustarvsfólk, samanborið við talið av heilsustarvsfólkum innan sjúkrahúsverkið í tíðarskeiðnum 2019- 2022. Svar: Til spurning 1 Í tíðarskeiðnum 2019-2022 hevur eitt av høvuðsmálunum verið at fáa sameint og samskipað virksemið í Sjúkrahúsverkinum til frama fyri sjúklingadygd og -trygd. Grundarlagið fyri hesum hevur í stóran mun verið Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið, sum ein tvørfakligur arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum í 2016. -- 1 of 4 -- Sett er út í kortið, at yvirskipaða sjúkrahúsleiðslan hevur havt til uppgávu at optimera samlaða virksemið í Sjúkrahúsverkinum. Í hesum sambandi skal tryggjast, at fíggjarliga tilfeingið, starvsfólk og hølir og útbúnaður verður gagnnýtt so rationelt sum gjørligt. Samstundis skal leiðslutoymið í samráð við Heilsumálaráðið skipa eitt greitt uppgávubýti, sum bæði fakliga og rakstrarliga er skynsamt. Tað er við støði í hesum, at leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum, saman við øðrum, hava ment eina yvirskipaða strategi, sum fram til 2025 skal sameina Sjúkrahúsverkið og tryggja, at fíggjarliga tilfeingið, starvsfólk og hølir og útbúnaður verður gagnnýtt so rationelt sum gjørligt. Talan er um tilsamans 43 strategisk mál, har ein tíðarætlan og íverksetanarætlan er gjørd fyri nær málini skulu verða framd. Fleiri av málunum eru framd ella eru ávegis at verða framd. T.d. kann nevnast, at hagtalsparturin er uppraðfestur soleiðis, at Sjúkrahúsverkið hevur fingið betri hagtøl til vega og hetta ger, at tað er lættari at planleggja og raðfesta virksemið í Sjúkrahúsverkinum. Endurvenjingin er eisini raðfest, har fleiri nú fáa bjóðað endurvenjing og har serlig tilboð til ávísar sjúklingabólkar eru sett í verk, m.a. til krabbameinssjúklingar og parkinsonsjúklingar. Eisini er tað skipað felags visitasjón uppá tvørs av sjúkrahúsunum innan urologi- og neurologiøkið, og fleiri økir eru á veg. Til spurning 2 og 3 Fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum, verður framhaldandi fokus á at fáa framt tey strategisku málini í Sjúkrahúsverkinum. Harumframt er tørvur á at fáa styrkt og skipað tann partin av heilsuverkinum, sum er uttanfyri Sjúkrahúsverkið. Umskipanin er ein fortreyt fyri ávikavist at kunna veita borgarum kring landið betri og fleiri tilboð um heilsutænastur í nærumhvørvinum, fyri at menna økið og fyri at tálma trýstið á Sjúkrahúsverkið. Tí er farið undir eitt arbeiði at nýhugsa heilsutilboðið í nærumhvørvinum hjá borgarunum. Ætlanin er, at kanningar, viðgerðir o.s.fr., sum kunnu fara fram uttanfyri Sjúkrahúsverkið, skulu fara fram í nærumhvørvinum hjá borgarunum. Sum ein liður í hesum verður Kommunulæknaskipanin endurskoðað, har ætlanin m.a. er at skipa landið í heilsuøki og dentur verður lagdur á at góðskumenna heilsutænasturnar og tryggja sama góðskustøði kring landið. Ætlanin er, at ein fakligur stjóri verður settur fyri kommunulæknaskipanina, sum m.a. skal arbeiða við mannagongdum og við at planleggja, hvar arbeiðsorkan hjá kommunulæknunum verður best gagnnýtt, umframt at hava ábyrgd av læknavaktini 1870 og teimum starvsfólkunum, sum starvast í skipanini. Læknavaktin verður væntandi klár at veita bráðfeingis sálarliga hjálp til heystar. Hendan broytingin er samsvarandi yvirskipaðu politisku ætlanunum um, at sálarligar og kropsligar sjúkur verða javnsettar í heilsuverkinum. -- 2 of 4 -- Fyribyrgingararbeiðið eigur at raðfestast hægri í Føroyum og er tí tikið avgerð um, at tað skal orðast ein nýggj fólkaheilsuætlan, sum leggur dent á sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk sum heild. Arbeiðið við fólkaheilsuætlanini verður sett í gongd í heyst. Samstundis verður farið undir at dagføra roykilógina. Roknað verður við, at árliga doyggja umleið 130 føroyingar av sjúkum, sum standast av royking. Tær sjúkur og tey andlát, sum standast av sjúkum, sum hava samband við royking, kundu verið fyribyrgd, um fólk ikki royktu. Fleiri tilmæli í Krabbameinsætlanini snúgva seg um tiltøk at minka um royking og skaðiligu avleiðingarnar av royking. Til spurning 4 Tað er vert at nevna, at samanberingar av sjúkrahúsum millum lond altíð skulu takast við størsta fyrivarni, tí sjúkrahúsverkini verða rikin ymiskt, og har sjúkrahús í nøkrum londum í størri mun velja at keypa tænastur privat, í staðin fyri at seta starvsfólk til at røkja tænasturnar. Hóast landið er lítið, so er í stóran mun tørvur á at røkja somu funktiónir sum í einum størri landi. Í hesum sambandi skulu atlit eisini takast til, at Føroyar er eitt lítið land við trimum sjúkrahúsum, sum hava hvør sína fíggjarætlan og fyrisiting. Í øðrum londum, t.d. í Danmark, er tað vanligt at nógvar funktiónir verða røktar av uttanhýsis veitarum. Til dømis reingerð, vaskarí, handverkara arbeiði, verkætlanarleiðsla, kt-serfrøðingar, kt- mennarar, og dømir eru eisini um, at starvsfólkamál og lønir eru útveitt til fyritøkur, sum hava serkunnleika innan økið. Sambært Hagstovuni er hædd ikki tikin fyri hesum viðurskiftum í samanberingini, og tað er helst ein av orsøkunum til, at talið av starvsfólkum, sum ikki eru heilsustarvsfólk, er hægri í Føroyum. Til spurning 5 Talvan niðanfyri vísir gongdina í ársverkum av starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum í tíðarskeiðinum frá 2019 til 2022. Tald eru við tey starvsfólk, ið hava fingið løn umvegis lønarskipan landsins og eru sett í sjúkrahúsverkinum. Tað vil siga á teimum trimum sjúkrahúsunum, vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, KT-øki heilsuverksins, fyribils Koronudeildini og stuðulsfíggjað virksemi. Sjúklingahotellið er ikki við, eins og Serviðgerð uttanlands ei heldur er við. Býtið er gjørt við grundarlagi í, hvørjum sáttmála starvsfólkini eru lønt eftir. Eitt ávíst fyrivarni skal takast fyri tølunum, tí tað eru sáttmálar, ið fevna um bæði heilsustarvsfólk og onnur. -- 3 of 4 -- Ársverk 2018 2019 2020 2021 2022 Heilsustarvsfólk 741 758 786 779 784 Onnur 280 283 290 308 318 Tilsamans 1.021 1.041 1.076 1.087 1.102 Heilsumálaráðið, 15. august 2023 Margit Stórá landsstýriskvinna -- 4 of 4 --
004.23 spm til M. Stórá frá Ei í Jákupsstovu - um mannagongdir innan heilsuøkið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. aug. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum Evni: Mannagongdir innan heilsuøkið Spurningar: 1. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í tíðarskeiðnum 2019-2022 fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 2. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í 2023 fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 3. Hvørji ítøkilig átøk er ætlan um at gera í framtíðini fyri at betra um mannagongdir og annað innan heilsuøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 4. Hvør er orsøkin til, at tað á sjúkrahúsunum í Føroyum eru munandi fleiri starvsfólk, sum ikki eru heilsustarvsfólk samanborið við onnur Norðurlond? 5. Hvussu hevur gongdin verið við tali av starvsfólki, sum ikki eru heilsustarvsfólk, samanborið við talið av heilsustarvsfólkum innan sjúkrahúsverkið í tíðarskeiðnum 2019-2022. Viðmerkingar: Tænastur og skipanir innan heilsuøkið eru tíbetur øktar og mentar seinastu nógvu árini, so vit í dag í størri mun enn áður hava møguleika at lofta teimum borgarum, sum á ymiskan hátt hava ein heilsutørv, sum vit sum samfelag halda vera rætt, at vit skulu lyfta saman. Tó er og verður eisini ofta ført fram, at hetta hevur ein størri kostnað við sær, enn vit sum samfelag megna at bera, samstundis sum nevnt verður, at tað er neyðugt at gera átøk fyri at betra um mannagongdir, so tær hóska seg til tørvin, samfelagið og langtíðarhaldføri. Samstundis kunnaði Hagstovan fyrr í summar um, at tað eru lutfalsliga nógv starvsfólk innan heilsuøkið í Føroyum, sum ikki eru heilsustarvsfólk samanborið við onnur lond. Tí hesir spurningar um gongdina seinastu árini, gjørdar ætlanir síðan seinasta løgtingsval og hvørjar ætlanir eru fyri framtíðina, umframt orsøkina til, at tað lutfalsliga eru fleiri starvsfólk á sjúkrahúsunum í Føroyum, sum ikki eru heilsustarvsfólk samanborið við onnur lond. Á Løgtingi, 3. august 2023 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --