52-003/2023
Mannagongdir innan almannaøkið
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 15. aug. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
003.23 Svar frá S. Stenberg til E. í Jákupsstovu - um mannagongdir innan almannaøkið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 16. aug. 2023
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 100 Tórshavn Dagf.: 15. august 2023 Mál: 23/15709-4 Viðgjørt: Heri Petersen Nr. 52-003/2023 Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um mannagongdir innan almannaøkið, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í tíðarskeiðnum 2019-2022 fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 2. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í 2023 fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 3. Hvørji ítøkilig átøk er ætlan um at gera í framtíðini fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? Á Løgtingið, 3. august 2023 Eirikur í Jákupsstovu Svar: Til nr. 1 og 2 Sum spyrjarin ger vart við, eru seinastu nógvu árini framd munandi framstig í tænastunum innan almannaøkið. Hetta hevur við sær øktar útreiðslur og er sostatt við til at leggja trýst á tann fíggjarkarmin, sum landsstýriskvinnan í almannamálum hevur ábyrgdina av. At vit fáa sum mest av vælferð fyri tað játtan, sum er, er tí eitt aðalmál hjá landsstýriskvinnuni. Í nógvum førum snýr tað seg um at finna javnvágina millum góðar, smidligar skipanir og skipanir, ið eru effektivar, og sum liva upp til treytirnar um skynsama umsiting av játtanum. Tá nýggjar tænastur verða settar í verk, er tað ábyrgdin hjá leiðslunum altíð at skipa tænasturnar so skynsamt sum gjørligt. Arbeiðið at skipað mannagongdir og bygnað fer fram hvønn dag, og eitt fullfíggja yvirlit yvir átøk finst ikki. Í nøkrum førum ber ikki til at seta árstal á, har menning og tilgongdir eru byrjað í smáum fyri fleiri árum síðani, meðan úrslit og avrik koma okkum til góðar nú. -- 1 of 2 -- A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Síða 2 av 2 Talgilda menningin hevur við sær eina effektivari umsiting, sum kemur borgarum til góðar, tí málsviðgerðin verður skjótari og í nógvum førum eisini neyvari. Menningin av KT-skipanini hjá Almannaverkinum, sum hevur verið í gongd í nógv ár, gevur møguleikar, sum ikki vóru til fyri 10 árum síðani. Almannaverkið er farið undir at samskifta talgilt við teirra, sum ynskja tað umvegis Mínboks og Vangan. Menningin av KT-skipanini hevur eisini við sær nýggjar møguleikar at skipað lógarbundnar veitingar smidligari og meira skynsamt. Hetta er eitt atlit, sum í dag altíð er partur av fyrireikingum av nýggjum veitingum – seinastu dømini eru oljuískoyti á heysti 2022 og hjálparískoyti á vári 2023. Fyri umleið 20 árum síðani vóru 10 ársverk í dagligu umsitingini av pensjón, meðan í dag eru umleið 3 ársverk brúkt til endamálið. Eitt dømi um broyttar mannagongdir, samstundis sum útreiðslurnar minka, er rehabiliteringsdepilin Skálagarður í Klaksvík. Fyrireikingin av stovninum byrjaði fyri nøkrum árum síðani, og hann lat upp í 2023. Í Skálagarði eru fleiri einstaklingafyriskipanir í Trivnaðardeplinum savnaðar í einum størri stovni, til frama fyri borgaran, starvsfólkini og til ein lægri eindarkostnað, samstundis sum tað er møguligt at veita fleiri borgarum bú- og umlættingarpláss. Almannaverkið hevur í 2022 framt bygnaðarbroytingar í Trivnaðardeplinum, har størri leiðsluorka er flutt nærri borgarum og starvsfólkum, sum dagliga eru um borgarar. Onnur dømi um royndir at tálma útreiðslum er felags innkeyp, har Almannaverkið er farið undir eina tilgongd at umskipa síni innkeyp fyri at fáa meira fyri hvørja krónu. Til nr. 3 Sum nevnt verður áhaldandi arbeitt við at betra um mannagongdir á Almannaverkinum og einum meiri skynsomum rakstri, og útgangsstøðið verður altíð tikið út frá tørvi borgarans og løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Ein av stóru avbjóðingunum hjá Almannaverkinum er, at bíðilistin til trivnaðartænastur er langur, og tí er neyðugt at endurskoða, hvussu infrakervið av stovnum er skipað, so at Almannaverkið kann gagnnýta avmarkaða tilfeingið av fígging og starvsfólkum, fyri at geva so nógvum fólkum sum gjørligt, ta tænastu tey hava tørv á. Komandi árini er ætlanin at skipa verandi bústovnar øðrvísi, samstundis sum ætlanin er at byggja nýggjar vardar bústaðir. Tórshavn, 15. august 2023 Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
003.23 spm til S. Stenberg frá Ei. í Jákupsstovu - um mannagongdir innan almannaøkið.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 3. aug. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum Evni: Mannagongdir innan almannaøkið Spurningar: 1. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í tíðarskeiðnum 2019-2022 fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 2. Hvørji ítøkilig átøk eru gjørd í 2023 fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? 3. Hvørji ítøkilig átøk er ætlan um at gera í framtíðini fyri at betra um mannagongdir og annað innan almannaøkið til frama fyri brúkarar og fyri at tálma óneyðugum útreiðslum? Viðmerkingar: Tænastur og skipanir innan almannaøkið eru tíbetur øktar og mentar seinastu nógvu árini, so vit í dag í størri mun enn áður hava møguleika at lofta teimum borgarum, sum á ymiskan hátt hava ein tørv, sum vit sum samfelag halda vera rætt, at vit skulu lyfta saman. Tó er og verður eisini ofta ført fram, at hetta hevur ein størri kostnað við sær, enn vit sum samfelag megna at bera, samstundis sum nevnt verður, at tað er neyðugt at gera átøk fyri at betra um mannagongdir, so tær hóska seg til tørvin, samfelagið og langtíðarhaldføri. Tí hesir spurningar um gongdina seinastu árini, gjørdar ætlanir síðan seinasta løgtingsval og hvørjar ætlanir eru fyri framtíðina. Á Løgtingi, 03. august 2023 Eirikur í Jákupsstovu -- 1 of 1 --