← Løgtingsmál

52-002/2023

Eingangsinntøkur landskassans

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 14. aug. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
002.23 Svar frá R- Vang til J. Dahl - Eingangsinntøkur landskassans.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 14. aug. 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 14. august 2023
J.nr.: 23/15692
Viðgjørt: ASL
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-002/2023 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, settur
landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, Ruth Vang, um eingangsinntøkur landskassans.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Spurningar:
1. Hvussu stórar vóru landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í tíðarskeiðnum
2015 til 2023 - býttar upp á, hvaðani tær komu frá?
2. Hvussu stórar væntast landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í 2024, 2025,
2026 og 2027 - býttar upp á, hvaðani tær væntast at koma frá?
3. Hvussu stórar vóru hesar eingangsinntøkur tilsamans í prosent av samlaðu inntøkum
landskassans 2015-2023 og hvussu stórar væntast tær at verða í 2024, 2025, 2026 og 2027?
4. Hvussu hevði úrslit landskassans sæð út ymsu árini og frameftir, um hesar
eingangsinntøkur vórðu drignar frá samlaðu inntøkunum, og hevði tørvur tá verið á
lántøku vegna hall, lægri avlop o.a.?
5. Til hvørji endamál eru eingangsinntøkur landskassans brúktar gjøgnum øll árini (rakstur,
íløgur, grunn o.a.)?
6. Hvussu er ætlanin at brúka møguligar eingangsinntøkur komandi árini?
Svar:
Tiknar eru við eingangsinntøkur í Rakstrinum, Inntøkunum og Óvanligum inntøkum, men ikki tær
í Løgunum, t.e. søla av bygningum og skipum.
Svar til spurning 1 og 5
Eingangsinntøkur:
• Í 2015 vóru ongar eingangsinntøkur.
• Í 2016 vóru 23,3 mió. frá sølu av partabrøvum í P/F Lív tiknar við undir Óvanligar
inntøkur, og fluttar í Búskapargrunnin.
• Í 2017 vóru 100 mió. kr. frá eykastórum vinningsbýti frá BankNordik tiknar við í
Inntøkunum, og fluttar í Búskapargrunnin.
• Í 2018, 2019 og 2020 vóru ongar eingangsinntøkur.
• Í 2021 vóru 156,7 mió. kr. frá eykastórum vinningsbýti frá BankNordik tiknar við í
Inntøkunum. Eisini í 2021 vóru 56,4 mió. kr. frá avtøkuni av Fíggingargrunninum frá 1992
tiknar við undir Óvanligar inntøkur.
• Í 2022 vóru 134,4 mió. kr. frá eykastórum vinningsbýti frá BankNordik tiknar við í
Inntøkunum.
• Í 2023 eru netto 15,9 mió. kr. frá sølu av partabrøvum í P/F Tjaldur og ætlaðar 79 mió. kr.
frá sølu av partabrøvum í P/F Smyril Line tiknar við í Rakstrinum.

-- 1 of 2 --

F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
2/2
Fyri at svara einkult og gjøgnumskygt er fulla upphæddin í vinningsbýti frá BankNordik árini 2017,
2021 og 2022 tikin við sum eykastór vinningsbýti, hóast í miðal 15 mió. kr. hvørt av árunum kundi
verið frádrignar, svarandi til vanlig vinningsbýti frá BankNordik.
Svar til spurning 2
Tað verður ikki roknað við eingangsinntøkum í Rakstrinum, Inntøkunum og Óvanligum inntøkum
árini 2024-27.
Svar til spurning 3
Roknskaparliga/játtanarliga úrslitið fyri § 20 Inntøkur verður nýtt sum mát fyri samlaðu
inntøkurnar. Bert eru eingangsinntøkur tiknar við, sum eru partur av RLÚ I úrslitinum, t.e. í
Rakstrinum og í Inntøkunum.
Eingangsinntøkurnar í prosentum:
• Í 2017 vóru 1,8 % av inntøkunum (100/5.442,6)
• Í 2021 vóru 2,5 % av inntøkunum (156,7/6.325,1)
• Í 2022 vóru 2,0 % av inntøkunum (134,4/6.715,4)
• Í 2023 eru mettar til 1,4 % av inntøkunum ((15,9+79) /6.967,3)
Svar til spurning 4
RLÚ I úrslitini uttan eingangsinntøkur:
• Í 2017 hevði verið avlop á 463,4 mió. kr. (563,4-100)
• Í 2021 hevði verið hall á -19,1 mió. kr. (137,6-156,7)
• Í 2022 hevði verið avlop á 60,3 mió. kr. (194,7-134,4)
• Í 2023 hevði verið ætlað avlop á 48,9 mió. kr. (143,8-15,9-79)
Tilsamans fyri tíðarskeiðið 2015-23 høvdu RLÚ I úrslitini verið 486 mio. kr. lakari
(100+156,7+134,4+15,9+79), og sum sannlíkt hevði verið fíggjað við hægri lántøku landskassans.
Svar til spurning 6
Sum nevnt áður, verður ikki roknað við eingangsinntøkum í Rakstrinum, Inntøkunum og
Óvanligum inntøkum árini 2024-27.
Tinganes, 14. august 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

-- 2 of 2 --
002.23 spm. til R. Vang frá J. Dahl - Eingangsinntøkur landskassans.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 2. aug. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Eingangsinntøkur landskassans
Spurningar:
1. Hvussu stórar vóru landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í
tíðarskeiðnum 2015 til 2023 - býttar upp á, hvaðani tær komu frá?
2. Hvussu stórar væntast landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í
2024, 2025, 2026 og 2027 - býttar upp á, hvaðani tær væntast at koma frá?
3. Hvussu stórar vóru hesar eingangsinntøkur tilsamans í prosent av samlaðu
inntøkum landskassans 2015-2023 og hvussu stórar væntast tær at verða í
2024, 2025, 2026 og 2027?
4. Hvussu hevði úrslit landskassans sæð út ymsu árini og frameftir, um hesar
eingangsinntøkur vórðu drignar frá samlaðu inntøkunum, og hevði tørvur tá
verið á lántøku vegna hall, lægri avlop o.a.?
5. Til hvørji endamál eru eingangsinntøkur landskassans brúktar gjøgnum øll
árini (rakstur, íløgur, grunn o.a.)?
6. Hvussu er ætlanin at brúka møguligar eingangsinntøkur komandi árini?
Viðmerkingar:
Tað er alt, sum bendir á, at landskassin í framtíðini fær tað sera trupult at fíggja tær
útreiðslur, sum fara at standast av demografisku broytingunum í samfelagnum og
harav avleiddum útreiðslum til heilsuverk o.a. - okkara vælferðartænastur fara at
koma undir stórt trýst. Stórur búskaparvøkstur, eykaskattir og avgjøld og eisini
eingangsinntøkur o.a. hava higartil havt við sær, at vit m.a. hava sloppið okkum undan
at fremja reformar og rationaliseringar av ymiskum slag.
Eingangsinntøkur eru her at fata sum inntøkur frá vinningsbýti frá fyritøkum, sum
landið eigur ella eigur í, sølu av annleggum, sølu av partabrøvum o.a., sum ikki
endurtekur seg frá tí somu inntøkukeldu í meira enn eitt avmarkað tíðarskeið, 1-2-3 ár
ella sum kann sveiggja frá ongum til eina ávísa upphædd frá somu inntøkukeldu o.a.
Eingangsinntøkur ella óvanligar inntøkur eru, sum eisini liggur í orðinum, inntøkur,
sum eru sera óvissar. Eingangsinntøkur, brúktar leypandi til fígging av rakstri og
bindandi íløgum yvir eitt longri tíðarskeið, eru í veruleikanum við til at fjala yvir ein
haldføristrupulleika hjá landskassanum. Vórðu hesar inntøkur t.d. settar í grunn til
konsolidering, var støðan ein onnur.
Eingangsinntøkur eru óvissar inntøkur og eiga tí t.d. ikki at brúkast sum trygt og
varandi inntøkugrundarlag undir almennum rakstrarútreiðslum, útreiðsluvøkstri o.a.

-- 1 of 2 --

Ofta detta eingangsinntøkur burtur ella lækka munandi í verri tíðum, og tá kann
støðan gerast álvarslig fyri landskassan. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 2. august 2023
Johan Dahl

-- 2 of 2 --