52-001/2023
Útoyggjamál
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. aug. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
Svar uppá fyrispurning nr. 52-001-2023.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 9. aug. 2023
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Box 64 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 9. august 2023 J. nr.: 23/15653-2 Viðgjørt: JAK 52-001/2023 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-001/2023 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, um útoyggjamál Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvørjar ábøtur eru sambært landsstýrismanninum tær mest átrokandi fyri kor og trivnað á útoyggj í Føroyum? 2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta útoyggjamál í arbeiðinum hjá landsstýrinum? 3. Nær verður nýtt álit um menningarætlan fyri útoyggjar gjørt? -- 1 of 2 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 2/2 Svar Til nr. 1 Yvirskipað eri eg av teirri fatan, at eitt trygt og regluligt ferðasamband er sjálvt grundarlagið undir møguleikanum fyri at kunna liva á útoyggj í Føroyum. Fyri meg hevur tað tí alstóran týdning, at vit skjótast gjørligt fáa sett gongd á arbeiðið við at endurnýggja strandfaraskipini. Tí fegnist eg eisini um, at tað á fíggjarlógini fyri 2023 eru settar 3 mió. kr. av til at gera kanningar og fyrireikingar í sambandi við eina ætlaða endurnýggjan av skipunum. Til nr. 2 Samgongan hevur sett sær fyri at styrkja møguleikarnar hjá útoyggjum at mennast. Ein fyritreyt fyri hesum er, at tað verður gjørt eitt nýtt útoyggjaálit við eini greiðari menningarætlan fyri smáplássini. Sum landsstýrismaður í útjaðaramálum havi eg yvirskipaðu ábyrgdina av nýggja útoyggjaálitinum, og tað er fyrst og fremst hetta, eg fari at hugsavna meg um og raðfesta komandi árini. Farið verður undir nýggja útoyggjaálitið innan stutta tíð, men eg kann í løtuni ikki siga nakað um, nær arbeiðið verður liðugt. Til nr. 3 Sí svarið til nr. 2. Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
001.23 spm til B. Kárason frá H.Jensen - Útoyggjamál.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 1. aug. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingskvinna Svarari: Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Útoyggjamál Spurningar: 1. Hvørjar ábøtur eru sambært landsstýrismanninum tær mest átrokandi fyri kor og trivnað á útoyggj í Føroyum? 2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta útoyggjamál í arbeiðinum hjá landsstýrinum? 3. Nær verður nýtt álit um menningarætlan fyri útoyggjar gjørt? Viðmerkingar: Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær nøkur mál fyri útoyggjar, og í fíggjarlógini fyri 2023 eru m.a. tveir tættir innan samferðslu og ferðavinnu raðfestir: at fyrireika eina endurnýggjan av strandferðsluskipunum og at byggja eina farstøð á Syðradali í Kalsoynni. Orðingarnar í samgonguskjalinum snúgva seg um menningarmøguleikar, um búseting, samferðslu, trivnað og nýtt útoyggjaálit. Útoyggjafelagið hevur á seinastu aðalfundunum eftirlýst fleiri ítøkilig og alneyðug átøk, sum gagna útoyggjunum, og í seinasta tíðindaskrivi teirra vórðu tey sett upp í 5 punkt: • At skapa møguleika fyri búseting, við at útstykkja, við at byggja leiguíbúðir og veita sethúsafígging. • At skipa eina samferðslu, har trygdin, tænastan og títtleikin livir upp til nútíðar standardar. • Tryggja betri karmar fyri jarðarbrúki og væl skipaðari ferðavinnu. • At tryggja lokalt fólkaræði, grundað á lokala luttøku og fíggjarorku. • At skapa sosiala trygd og veita tænastur, ið ger, at borgararnir fáa virkað og kunnu trívast í lokalsamfelagnum alt árið. Útoyggjarnar eru sera týdningarmikil partur av ferðavinnuni í Føroyum og eiga m.a. tí at fáa hægri raðfesting sum slíkar. Tær eru eins týdningarmiklar fyri Føroyar og føroyingar sum heild sum bústaður, sum landbúnaðar- og vinnuøki, sum landafrøði, náttúruppliving, mentanararvur, skúlaferðamál og meira. Tí verða hesir spurningar settir. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 1. august 2023 Hanna Jensen -- 2 of 2 --