52-135/2022
Móttøka av ukrainskum flóttafólkum í Føroyum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. jul. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
135.22 Svar frá B.K. Petersen til K.W. Poulsen - Móttøka av ukrainskum flóttafólkum í Føroyum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 4. jul. 2023
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Box 64 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 110 Tórshavn Tórshavn, tann: 4. juli 2023 J. nr.: 23/13466-2 Viðgjørt: JAK 52-135/2022 Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-135/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, um móttøku av ukrainskum flóttafólkum í Føroyum Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu nógv flóttafólk úr Ukraina, kvinnur, menn og børn, eru higartil komin til Føroya, og hvar í Føroyum búgva tey? 2. Hvørjir almennir myndugleikar eru partar av formliga arbeiðinum at taka ímóti ukrainum, og hava hesir myndugleikar nøktandi heimildir og karmar? 3. Í hvønn mun hava myndugleikarnir, herímillum Almannaverkið og lokalu sosialu myndugleikarnir, innlit í, hvussu familjur og einstaklingar støðast og trívast í landinum? 4. Í hvønn mun hava myndugleikarnir, herímillum Gigni, innlit í, hvussu børnini trívast í Føroyum? 5. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri, at ukrainsku flóttafólkini fáa ein bústað? -- 1 of 3 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 2/3 Svar Til nr. 1 Higartil (pr. 13.06.2023) hava 144 ukrainsk flóttafólk fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. Í løtuni bíða 3 persónar eftir eini avgerð um uppihaldsloyvi. Nevnast skal eisini, at summi av flóttafólkunum, sum hava fingið uppihaldsloyvi, ikki eru í Føroyum longur. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir, hvar í landinum flóttafólkini búgva: Tórshavn: 100 Klaksvík: 11 Glyvrar: 2 Saltangará: 1 Nes: 1 Sørvágur: 1 Sandur: 5 Froðba: 3 Tvøroyri: 6 Vágur: 1 Fyrivarni verður tikið fyri, at flóttafólk kunnu verða flutt til eitt annað stað í landinum, og at tey kunnu verða flutt av landinum. Til nr. 2 Fleiri myndugleikar eru partur av arbeiðinum at taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina. Fyri at tryggja samanhang í arbeiðinum hevur landsstýrið sett eina samskipandi eind økinum. Í samskipandi eindini sita umboð fyri Løgmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Almannaverkið, Útlendingastovuna, Kommunufelagið, Føroya Politi og Reyða Kross. Samskipandi eindin hevur havt fleiri fundir seinasta árið, har ymisku myndugleikarnir hava havt møguleika at umrøða avbjóðingar, og møguliga loysnir, við aðrar myndugleikar við ábyrgd á økinum. Yvirskipað kann sigast, at verandi leistur, har flóttafólkini sum meginregla hava sama rætt til veitingar o.a. sum føroyingar, kann hava avbjóðingar við sær, tí flóttafólkini ikki altíð hava sama tørv sum føroyingar. Útlendingastovan varðar av móttøkuhúsinum og hevur gjørt sáttmála við Reyða Kross um, at Reyði Krossur umsitur móttøkuhúsið og hevur ábyrgdina av teimum starvsfólkum, sum starvast har. Útlendingastovan hevur fyrstu samrøðuna – eina sonevnda visiteringssamrøðu – við flóttafólkini, sum hava fingið innivist í móttøkuhúsinum. Umframt hetta hevur Útlendingastovan, í samstarvi Reyða Kross, ábyrgdina av at finna flóttafólkunum ein varandi bústað. Meginreglan er, at flóttafólkini bara skulu vera í móttøkuhúsinum í 5 dagar. Útlendingastovan hevur víst á, at tað í onkrum føri kann vera trupult at finna ein varandi bústað í hesum tíðarskeiðinum. Útlendingastovan hevur tí gjørt avtalu um at leiga eitt hús, eitt ávegishús, har -- 2 of 3 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 3/3 flóttafólkini kunnu búgva, inntil tey hava fingið ein varandi bústað. Tað er møguligt, at tørvur verður á einum størri ávegishúsi ella einum ávegishúsi aftrat komandi tíðina. Heilsumálaráðið hevur ábyrgdina av heilsukanningunum, sum flóttafólkini fáa tilboð um, meðan tey búgva á móttøkuhúsinum. Almannaverkið hevur ábyrgdina av at hjálpa ukrainunum at fáa tær veitingarnar, sum teir hava rætt til, tá ið teir hava fingið uppihaldsloyvi. Almannaverkið hjálpir harafturat ukrainunum at finna arbeiði. Kommunurnar varða av dagstovnaøkinum. Barnafamiljur úr Ukraina hava sama møguleika sum aðrir borgarar í kommununum at søkja um pláss á dagstovni ella í dagrøkt. Barnafamiljur úr Ukraina fáa á sama hátt tilboð um vitjan av heilsufrøðingi frá Gigna. Í skúlunum, har ukrainsku børnini ganga, verður gjørt stórt arbeiði fyri at børnini skulu fáa nøktandi og, um neyðugt, tillagaða undirvísing. Eisini verður tilboð um málundirvísing veitt á kvøldskúlunum kring landið. Til nr. 3 Almannaverkið hevur innlit í, hvussu tey, ið fáa veitingar frá Almannaverkinum, trívast í Føroyum. Útlendingastovan hevur eisini ávíst innlit í, hvussu familjur og einstaklingar støðast í landinum. Ymisk afturvendandi trivnaðartiltøk eru fyri flóttafólkini, t.d. kvøldseta hvørt mikukvøld, eins og Reyði Krossur skipar fyri tiltakinum “Reyða Kross vinir”. Viðmerkjast skal eisini, at ávísar kommunur hava sett ella eru í gongd við at seta ein sonevndan “Ukraina-samskipara”, sum hevur til uppgávu at hjálpa ukrainunum við ymiskum viðurskiftum. Til nr. 4 Allar ukrainskar barnafamiljur, ið koma til Føroyar sum flóttafólk, fáa tilboð um vitjan av Gigni. Útlendingastovan metir, at flestu familjurnar taka av tilboðnum. Mett verður tí, at Gigni hevur rímiliga gott innlit í, hvussu ukrainsku familjurnar og teirra børn trívast í Føroyum. Til nr. 5 Útlendingastovan hjálpir, saman við Reyða Krossi, ukrainsku flóttafólkunum við at finna ein bústað, eftir at tey hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. Hóast tað til tíðir hevur verið ein stórur mangul uppá bústaðir, hevur tað higartil eydnast væl, tó at tað er ein sera tung umsitingarlig byrða fyri umsitingina á Útlendingastovuni. Útlendingastovan og Reyði Krossur hava støðugt roynt at varpað ljós á tørvin á bústøðum, eitt nú við sjónvarpslýsingum. Sum nakað nýtt eru Løgmálaráðið, Útlendingastovan og Reyði Krossur farin í eitt samstarv við Kommunufelagið í eini roynd at finna fleiri bústaðir. Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður -- 3 of 3 --
135.22 Spurningur til B.Kárasson frá K.W.Poulsen - ukrainar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Móttøka av ukrainum í Føroyum Spurningar: 1. Hvussu nógv flóttafólk úr Ukraina, kvinnur, menn og børn, eru higartil komin til Føroya, og hvar í Føroyum búgva tey? 2. Hvørjir almennir myndugleikar eru partar av formliga arbeiðinum at taka ímóti ukrainum, og hava hesir myndugleikar nøktandi heimildir og karmar? 3. Í hvønn mun hava myndugleikarnir, herímillum Almannaverkið og lokalu sosialu myndugleikarnir, innlit í, hvussu familjur og einstaklingar støðast og trívast í landinum? 4. Í hvønn mun hava myndugleikarnir, herímillum Gigni, innlit í, hvussu børnini trívast í Føroyum? 5. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri, at ukrainsku flóttafólkini fáa ein bústað? Viðmerkingar: Á vári í 2022 samtykti Løgtingið at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina. Síðani er ein rættiliga stórur bólkur av ukrainskum flóttafólki komin til landið, men spurningurin er, hvussu vit sum samfelag megna at taka ímóti hesum menniskjum, ið eru flýdd úr teirra heimlandi av einum brutalum kríggi, sum higartil hevur vart í úti við hálvtannað ár. Reyði Krossur hevur frá byrjan víst ábyrgd, og felagsskapurin ger saman við Útlendingastovuni eitt stórt arbeiði fyri at taka ímóti ukrainunum, men spurningurin er, um teirra lutur røkkur nóg langt fyri at skapa eina góða integratión fyri flóttafólkini. Eitt slíkt arbeiði fevnir um nógv ymisk øki og krevur nógvar ymiskar førleikar: skikkaða og óhefta ráðgeving, eitt stórt arbeiði á dagstovnum og í skúlum, atgongd til arbeiðsmarknaðin, undirvísing í føroyskum sum fremmandamál, fyri at nevna nøkur dømi um hesi øki. Hetta er fyrstu ferð, at vit taka ímóti flóttafólki, og tey eru á nógvan hátt í eini øðrvísi støðu enn aðrir útlendingar. Tey hava ikki sjálvi valt at flyta. Tey hava heldur ikki valt, at Føroyar skuldi gerast teirra nýggja heimland, ella at tey brádliga skuldu læra eitt nýtt mál. Samstundis er tað ikki óhugsandi, at bæði einstaklingar og familjur, ikki minst børnini, eru ávirkað av truplu støðuni í heimlandinum, sum kann elva til miklan ótta og stúran. -- 1 of 2 -- Tað hevur mangan verið ført fram, at vit í Føroyum skulu ikki gera somu mistøk, sum grannalond okkara, tá ið umræður integratión av fólki úr øðrum londum. Tí er umráðandi, at vit støðugt umrøða spurningin um, hvussu vit taka ímóti flóttafólki, so tey skjótast til ber koma at kenna seg sum ein part av føroyska samfelagnum. Hetta krevur, at vit fylgja teimum neyvt, eftir at tey eru komin til landið, so vit síggja, hvussu tey fella til, og um nakað er, sum vit kundu gjørt betur. Tað er týdningarmikið, at okkara móttøka av ukrainum ikki er merkt av tilvild. Neyðugt er at hava greiðar karmar fyri, hvussu vit á besta hátt taka ímóti ukrainsku flóttafólkunum, so at teirra dvøl, elvt av syrgiligum orsøkum, verður góð í fyribils heimlandinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum við ábyrgd av ukrainsku flóttafólkunum. Á Løgtingi, 23. juni 2023 Kristianna Winther Poulsen -- 2 of 2 --