← Løgtingsmál

52-134/2022

Hækking av ansingarsamsýning

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. jul. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
134.22 Svar frá S. Stenberg til B. á S. Nielsen - Ansingarsamsýning.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið 29. juni 2023
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 J.nr: 23/13438-2
110 Tórshavn Tygara skriv:
Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir
Thomsen
Nr. 52-134/2022
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um hækking av ansingarsamsýning, settur landsstýriskvinnuni í
almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hví er ansingarsamsýningin ikki hækkað, sum ætlanin var?
2. Er ætlanin at hækka ansingarsamsýningina, og um so er nær?
3. Hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina?
Til nr. 1
Eitt av tilmælunum í eftirmetingini av eldraøkinum er, at politisk støða skal takast til, um
ansingarsamsýningin skal broytast. Í 2022 sendi táverandi landsstýrismaður í almannamálum
kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum til
hoyringar. Ætlanin var at samsýningin skuldi hækka upp til 18.000 kr.
Í sambandi við hoyringina vístu kommunurnar á, at kunngerðin er ógreið og manglar nógvar
ásetingar, og tørvur er á eini grundleggjandi endurskoðan av kunngerðini. Kommunurnar
mæltu frá at dagføra upphæddina uttan samstundis at dagføra sjálva kunngerðina. Táverandi
landsstýrismaður valdi tí at steðga á við broytingini. Landsstýriskvinnan er samd við
kommunum, at neyðugt er at endurskoða kunngerðina, soleiðis at hon verður greiðari og
lættari at umsita, og fer hon at taka málið upp við saman við kommunum.
Til nr. 2 og 3
Í samgonguskjalinum er ásett, at landsstýrið skal viðgera tilmælini frá eftirmetingini av
eldraøkinum saman við kommununum, og tað, sum semja er um, verður sett í verk. Hetta
arbeiðið ætlar landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum í næstum at viðgera saman við
kommununum. Harundir eisini at umrøða kunngerðina um umsiting av samsýning fyri ansing
av eldri og óhjálpnum persónum. Ein nýggj ansingarsamsýning skal gerast í samráð við
kommunurnar, og tí ber ikki til nú at siga, hvussu nógv ansingarsamsýningin hækkar.
Tórshavn, 29. juni 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 1 of 1 --
134.22 Spurningar til S.Stenberg frá B.Nielsen - ansingarsamsýning.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Hækking av ansingarsamsýning
Spurningar:
1. Hví er ansingarsamsýningin ikki hækkað, sum ætlanin var?
2. Er ætlanin at hækka ansingarsamsýningina, og um so er nær?
3. Hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina?
Viðmerkingar:
Sum ein liður at bøta um lívsgóðskuna hjá okkara eldru og óhjálpnu, vildi undanfarna
landsstýrið frá 1. januar 2023 hækka ansingarsamsýningina til persónar, ið átaka sær
ansingina, frá kr. 10.789 til kr. 18.000.
Hetta skuldi gera tað møguligt hjá okkara eldra ættarliði at verða longur í egnum
heimi og varðveita sítt nærumhvørvið og vanar. Við hesum varðveita tey sín samleika,
og familja og kenningar kunnu framhaldandi vitja í heiminum.
Kommunurnar og eldrasamstørvini royna áhaldandi at betra um síni tilboð til okkara
eldru við nýggjum tænastum fyri at flyta fíggjarligu orkuna frá býlum til persónliga
tænastu.
Eftir samskifti við kommunurnar, ið vara av eldraøkinum, sendi landsstýrismaðurin á
heysti í fjør broytingaruppskot til kunngerðir til ummælis, síðan er onki hent.
Tí hevði verið áhugavert at fingið upplýst, hví málið er steðgað upp, og um nøkur
ætlan er at hækka samsýningina.
Á Løgtingi, 23. juni 2023
Bárður á Steig Nielsen

-- 1 of 1 --