52-133/2022
Vetrarfrí
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. jul. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
133.22 Svar frá D.N. Joensen til L. Weihe - Vetrarfrí.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 30. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 30. juni 2023 Mál: 22/22133-42 Viðgjørt: NKR Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-133/2022 frá Liljuni Weihe, løgtingsmanni, settur Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um vetrarferiu Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær kunnu næmingar og foreldur vænta at vetrarfrítíð verður sett í gildi? 2. Er ætlanin, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, so hon verður stytt niður í 7 vikur? 3. Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin í fyrireikingunum av vetrarfrítíðini? Svar Til 1: Eftir ætlan verður vetrarfrítíð sett í gildið frá skúlaárinum 2024-2025, og tískil kunnu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi vænta, at fyrsta vetrarfrítíðin verður í viku 7 á vetri 2025. Til 2: Ætlanin er, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, soleiðis at summarfrítíðin frameftir verður stytt niður í 7 vikur. Hetta kann gerast á tann hátt, at næmingarnir koma í skúla eina viku fyrr í august, enn teir gera í dag, ella við at summarfrítíðin verður stytt partvíst í juni og august. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, verða allir avvarðandi partar hoyrdir. Til 3: Eg meti, at tað fer at koma væl við hjá okkara næmingum í fólkaskúlanum, at teir fáa ein viku vetrarfrí. Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi. Eg vænti og vóni, at næmingarnir við eini fríviku í februar koma at hava meira orku, ídni og áhaldni til at læra og fylgja undirvísingini um veturin. Harumframt eru tað børn, sum hava foreldur í hvør sínum landi, og við hesi broyting verður tað ein fyrimunur at hava ein steðg í skúlagongdini í eina viku í februar, soleiðis at tey børnini fáa høvi at vitja síni foreldur, sum búgva uttanlands, í friði og náðum uttan at noyðast at hava fráveru frá skúlanum. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Samstundis eri eg av tí fatan, at summarfrítíðin hjá næmingunum í dag er heldur long, at hetta er eitt heldur langt tíðarskeið at vera burtur frá skúlanum, eins og nógvar familjur hava avbjóðingar við at halda summarfrítíðina saman, tí flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð. Vinarliga heilsan Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
133.22 Spurningur til D.N.Joensen frá L.Weihe - Vetrarfrí.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 23. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Vetrarfrí Spurningar: 1. Nær kunnu næmingar og foreldur vænta at vetrarfrítíð verður sett í gildi? 2. Er ætlanin, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, so hon verður stytt niður í 7 vikur? 3. Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin í fyrireikingunum av vetrarfrítíðini? Viðmerkingar: Fólkaskúlanæmingar um alt landið eru farnir í summarfrí. Næstu 8 vikurnar skulu fyllast við upplivingum, samveru og hugna. Trupulleikin er tó, at foreldrini hjá næmingunum hava ikki 8 vikur summarfrí – helst bara tríggjar samanhangandi vikur. Tað merkir, at hóast bæði foreldur taka tríggjar samanhangandi vikur, so eru børnini einsamøll í tvær, um tey ikki hava aldur til frítíðartilboð. Harafturat ber als ikki til at halda frítíð saman sum familja. Um talan er um einligar uppihaldarar, so er uppaftur torførari at fáa frítíðina til at hanga saman. Hjá næmingunum kann tíðin frá jólum til páskir ofta tykjast drúgv og myrk. Tí hevði ein steðgur á eini viku komið væl við hesa árstíð. Lærarar eru eisini forsprákarar fyri at stytta summarfrítíðina og ístaðin leggja eina fríviku myrku tíðina. Í februar í ár var landsstýrismaðurin í miðlunum og boðaði frá, at arbeitt verður við at fáa vetrarfrí í fólkaskúlanum – møguliga longu frá komandi skúlaári. Tí hesir spurningar. Á Løgtingi, 23. juni 2023 Liljan Weihe -- 1 of 1 --