← Løgtingsmál

52-132/2022

Vetrarferia

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. jul. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
132.22 Svar frá D.N. Joensen til E. í Jákupsstovu - um vetrarferiu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
Løgtingið 	30. juni 2023
Bústaður 	Mál: 22/22133-41
110 Tórshavn 	Viðgjørt: NKR
Svar
upp á
skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-132/2022 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur
Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um vetrarferiu.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at skipa fyri vetrarferiu komandi skúlaár?
2. Hvussu er ætlanin at skipa hesa vetrarferiu?
Svar
Til 1: Eg eri komin somikið langt í fyrireikingunum, at eg vóni og vænti, at henda broyting kemur í
gildi skúlaárið 2024-2025. Tískil kunnu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi vænta, at fyrsta
vetrarfrítíðin verður í viku 7 á vetri 2025.
Til 2: Ætlanin er, at frívikan á vetri skal takast av summarfrítíðini hjá næmingunum, soleiðis at
summarfrítíðin frameftir verður stytt niður í 7 vikur. Hetta kann gerast á tann hátt, at næmingarnir
koma í skúla eina viku fyrr í august, enn teir gera í dag, ella við at summarfrítíðin verður stytt partvíst
í juni og august. Áðrenn avgerð verður tikin um hetta, verða allir avvarðandi partar hoyrdir.
Eg meti, at tað fer at koma væl við hjá okkara næmingum í fólkaskúlanum, at teir fáa ein viku
vetrarfrí. Veturin og tíðin frá jólum til páskir kann tykjast heldur long, drúgv, myrk og møðandi. Eg
vænti og vóni, at næmingarnir við eini fríviku í februar koma at hava meira orku, ídni og áhaldni til
at læra og fylgja undirvísingini um veturin. Harumframt eru tað børn, sum hava foreldur í hvør
sínum landi, og við hesi broyting verður tað ein fyrimunur at hava ein steðg í skúlagongdini í eina
viku í februar, soleiðis at tey børnini fáa høvi at vitja síni foreldur, sum búgva uttanlands, í friði og
náðum uttan at noyðast at hava fráveru frá skúlanum.

-- 1 of 2 --

B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
2/2
Samstundis eri eg av tí fatan, at summarfrítíðin hjá næmingunum í dag er heldur long, at hetta er eitt
heldur langt tíðarskeið at vera burtur frá skúlanum, eins og nógvar familjur hava avbjóðingar við at
halda summarfrítíðina saman, tí flestu foreldur hava 5-6 vikur av frítíð.
Vinarliga heilsan
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður
Vinarliga heilsan
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Djóni Nolsøe Joensen

-- 2 of 2 --
132.22 Spurningur til D.N.Josensen frá E.i.Jákupsstovu - vetrarferiu.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum
Evni: Vetrarferia
Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at skipa fyri vetrarferiu komandi skúlaár?
2. Hvussu er ætlanin at skipa hesa vetrarferiu?
Viðmerkingar:
Vetrarferia var eitt mál, sum fylti nakað í valstríðnum fram til løgtingsvalið. Tað
tykist sum, at stór undirtøka er fyri hesum bæði millum fólk og á Løgtingi.
Í februar í ár var landsstýrismaðurin í miðlunum og greiddi frá ætlanum um at skipa
vetrarferiu í 2024, og at tað varð arbeitt við møguleikanum at hava hesa vetrarferiu í
viku 7.
Skúlabørnini fara í hesum døgum í summarferiu, og tá tey koma aftur í skúla um einar
8 vikur, fáa tey vanliga at vita, hvussu komandi skúlaár verður skipað. Tí nærkast vit
seinastu løtu, um skipast skal fyri vetrarferiu komandi skúlaár, og tí er áhugavert at
fáa at vita, hvussu tað gongur við hesum ætlanum.
Á Løgtingi, 23. juni 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --