← Løgtingsmál

52-131/2022

Búskaparráðið og Landsbankin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 5. jul. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
131.22 Svar frá R. Vang til E.í. Jákupsstovu - Búskaparráðið og Landsbankin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 5. jul. 2023

Sjá útdrigin tekst
F Í G G J A R M Á L A RÁ Ð I Ð
Ministry of Finance
Tinganes • Box 2039 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 20 20 •  fmr@fmr.fo • www.fmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 5. juli 2023
J.nr.:
Viðgjørt:
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-131/2022 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur
Ruth Vang, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Búskaparráðið og Landsbankan.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Spurningar:
1. Hvørjar hugsanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi skipanini av Landsbanka og
Búskaparráði, sum varð framd í 2021?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at varðveita verandi skipan ella møguliga at broyta
hana?
Svar til spurning 1 og 2
Landsbankin hevur nú virkað í áleið tvey ár eftir nýggja leistinum, sum undanfarna landsstýrið
legði fram. Nógvar atfinningar vóru í sambandi við broytingina tá. Málið er tó ikki viðgjørt í
landsstýrinum enn. Sæð í ljósinum av atfinningunum, sum vóru, tá broytingin varð framd, haldi eg,
at tað hevði verið skilagott at eftirmett skipanina.
Ein atfinning, sum var í sambandi við broytingina hjá undanfarna landsstýri var, at tað var
óheppið, at nevndin fyri Landsbankan og Búskaparráðið skuldi vera sama nevnd, tí uppgávurnar
vóru ymiskar og kundu í summum førum vera í stríð við hvørja aðra.
Tinganes, 5. juli 2023
Ruth Vang
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

-- 1 of 1 --
131.22 Spurningur til R.Vang frá E.i.Jákupsstovu - Landsbanka og Búskaparráð.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 23. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Búskaparráðið og Landsbankin
Spurningar:
1. Hvørjar hugsanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi skipanini av
Landsbanka og Búskaparráði, sum varð framd í 2021?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at varðveita verandi skipan ella
møguliga at broyta hana?
Viðmerkingar:
Í 2021 varð skipanin við Landsbanka broytt, so Landsbankin gjørdist ein partur av
fíggjarlógini, og tí ikki longur er heilt óheftur av politisku skipanini.
Samstundis varð við einari ætlan um at spara pengar eisini skipað soleiðis fyri, at
nevndin fyri Landsbankan varð avtikin, so Búskaparráðið samstundis gjørdist
Landsbankanevnd.
Allir hoyringarpartar í málinum í 2021 mettu, at talan var um broytingar, sum ikki
vóru gagnligar, tí hesin spurningur um, hvussu skipanin hevur roynst, og um ætlanin
er at broyta hana.
Á Løgtingi, 23. juni 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --