← Løgtingsmál

52-130/2022

Bústaðir kring landið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 3. jul. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
130.22 Svar frá I.D. Strøm til E. í Jákupsstovu - Um bústaðir kring landið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 27. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 27.06.2023
J. nr.: 23/13242-4
Svar upp á fyrispurning nr. 52-130/2022 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm,
landsstýriskvinnu, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um bústaðir kring landið
Spurningar:
1. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir bygt seinastu 4 árini?
2. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir í gerð?
3. Hvussu stórur partur av hesum verkætlanum er saman við privatum?
4. Hvussu nógvir fyrispurningar eru frá privatum kring landið til verkætlanir saman við
Bústøðum, og hevur hetta broytt seg, síðan heimildirnar hjá Bústøðum broyttust í vár?
5. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, væntar landsstýrismaðurin, at Bústaðir
fer at byggja komandi 4 árini?
6. Hvør er grundgevingin fyri, at Bústaðir byggir búeindir í høvuðsstaðnum, tá sera nógvar reint
privatar bústaðarverkætlanir eru í gongd har, meðan mynstrið ikki er tað sama kring landið?
Svar
Til spurning 1
Frá 2019 til í dag eru tilsamans 150 vanligar búeindir tiknar í nýtslu. Her eru ikki taldar uppí
lestraríbúðir og búfelagsskapir, sum Almannaverkið hevur ávísingarrættin til.
Síðani 2019 eru hesar verkætlanir við vanligum búeindum tiknar í nýtslu:
2019:
 Klaksvík, Biskupstorg, 30 búeindir
 Hvannasund, Sundsvegur 3 búeindir
 Tórshavn, Oman Mattalág, 38 búeindir
Tilsaman 71 búeindir
2020:
 Sandur, Heimasandsvegur, 5 búeindir
 Tórshavn, Óðinshædd 2, fyrsta byggistig, 10 búeindir

-- 1 of 4 --

Tilsaman 15 búeindir
2021:
 Toftir, Á Kneysum, 10 búeindir
 Sørvágur, Undir Bólheyggi, 5 búeindir
Tilsaman 15 búeindir
2022:
 Tórshavn, Óðinshædd 2, annað byggistig, 20 búeindir
 Tórshavn, Undir Ryggi, 1 búeind
 Vestmanna, Bakkavegur 16, 7 búeindir
 Tórshavn, Blómubrekka, 10 búeindir
Tilsaman 38 búeindir
2023:
 Sandavágur, Steigarbekka 5 búeindir
 Vágur, Í Mýrunum, 6 búeindir
Tilsaman 11 búeindir
Árini 2019 til 2021 var trupult hjá Bústøðum at fara undir nýggjar verkætlanir, tí heimildin hjá
stovninum at taka lán var úttømd. Við løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn frá
26. mars 2022, fingu Bústaðir heimild til at læna tilsamans 450 mió. kr. afturat, harav 250 mió. kr.
skuldu brúkast til fíggja bústaðabygging kring landið saman við øðrum íleggjarum. Bústaðir hevur
upplýst, at hendan binding hevði við sær eina verri samráðingarstøðu, tí tað merkti, at Bústaðir ikki
kundi byggja einsamalt, og at Bústaðir heldur ikki kundi seta gongd á bústaðarbygging, har aðrir
íleggjarar seinni koma upp í verkætlanina.
Við løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn frá 22. mai 2023, var kravið um fígging
frá øðrum íleggjarum, strikað. Tað gevur Bústøðum størri fleksibilitet og betri møguleika at røkja
endamálið at vera landsins bústaðapolitiska amboð, og at lyfta uppgávuna at gera føroyska
bústaðamarknaðin meira fjøltáttaðan.
Til spurning 2
Í løtuni eru hesar verkætlanir við vanligum búeindum í gerð:
 Tvøroyri, Heiðatrøðin, 8 búeindir
 Tórshavn, Blómubrekka, 16 búeindir
 Tórshavn, Óðinshædd 2, 39 búeindir
 Tórshavn, Heimasta Horn, 22 búeindir
 Tórshavn, Dalavegur, 44 búeindir
 Streymnes, Heinagerði, 7 búeindir
 Fuglafjørð, Úti á Land, 18 búeindir

-- 2 of 4 --

Tilsamans eru 154 búeindir í gerð. Her eru lestraríbúðir og búfelagsskapir, sum Almannaverkið hevur
ávísingarrættin til, ikki taldar uppí.
Aftrat hesum eru fýra ítøkiligar verkætlanir undir fyrireiking við tilsamans umleið 70 búeindum.
Hesar eru allar uttan fyri høvuðsstaðin.
Til spurning 3
Í løtuni er tað bert verkætlanin á Heimasta Horn í Tórshavn, sum Bústaðir eigur saman við
Tryggingarfelagnum LÍV, sum verður framd saman við privatum íleggjarum. Hendan verkætlanin er
fíggjað av lániheimildini áðrenn kravið um aðrar íleggjarar, og av teirri orsøk bar til hjá Lív at verða
partur av verkætlanini, eftir at arbeiðið var farið í gongd.
Til spurning 4
Bústaðir hava upplýst fyri mær, at nógvir fyrispurningar eru frá privatum, frá kommunum, frá
arbeiðstakarum, ráðgevum og frá íleggjarum um framtíðar verkætlanir. Støðan hesum viðvíkjandi er
ikki broytt síðan kravið um fígging frá øðrum íleggjarum varð strikað við løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um Húsalánsgrunn frá 22. mai 2023. Tørvurin á bústøðum er stórur, og áhugin at taka lut
í bústaðarbygging somuleiðis stórur.
Til spurning 5
Tað er stýrið fyri Húsalánsgrunnin, sum tekur avgerð um, hvørjar bústaðaverkætlanir farið verður
undir og hvar hesar skulu staðsetast. Bústaðir hava støðugt einar 20 – 30 verkætlanarmøguleikar til
viðgerðar. Hvørjar verkætlanir farið verður undir veldst m.a. um eftirspurningin eftir leigubústøðum
í økinum, um hóskandi byggilendi eru tøk, um ynskir frá kommunum og um møguleikar fyri
samstarvi við arbeiðstakarar og ráðgevarar í mun til einstøku verkætlanina.
Til spurning 6
Føroyski bústaðarmarknaðurin eigur at vera fjølbroyttur, so tað eru bústaðarmøguleikar fyri øll. Hetta
krevur, at vit hava góðar almennar leigubústaðir. Skulu vit draga ung fólk at seta búgv í landinum,
mugu bústaðarviðurskiftini vera nøktandi. Í dag megna øll ikki at vera við á privata
bústaðarmarknaðinum, og m.a. tí er tað týdningarmikið, at vit byggja bústaðir um alt landið. Bæði
fyri at skapa bústaðarmøguleikar kring landið, men eisini til tess at tryggja eitt fjølbroytt
bústaðarmynstur, so ikki bara fólk við høgum inntøkum búleikast í eitt nú miðstaðnum.
Sum fyrru svarini vísa byggir Bústaðir kring alt landið. At mest verður bygt í meginøkinum hongur
saman við, at tað er har nógv tey flestu á bíðilistanum hjá Bústøðum ynskja sær ein leigubústað. Høgt
kostnaðarstøði í byggivinnuni og høgur rentukostnaður gera, at tryggast er at byggja, har sum
eftirspurningurin er størstur. Somuleiðis er tað í meginøkinum, at áhugin hjá øðrum íleggjarum at
luttaka er størstur.

-- 3 of 4 --

Í tann mun tað er fíggjarliga forsvarligt, byggir Bústaðir leigubústaðir kring alt landið, sum yvilitini
frammanfyri eisini vísa.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

-- 4 of 4 --
130.22 Spurningur til I. D. Strøm frá E. í Jákupsstovu - Bústaðir kring landið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 21. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Bústaðir kring landið
Spurningar:
1. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir bygt
seinastu 4 árini?
2. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, hevur Bústaðir í gerð?
3. Hvussu stórur partur av hesum verkætlanum er saman við privatum?
4. Hvussu nógvir fyrispurningar eru frá privatum kring landið til verkætlanir
saman við Bústøðum, og hevur hetta broytt seg, síðan heimildirnar hjá
Bústøðum broyttust í vár?
5. Hvussu nógvar vanligar búeindir, og hvar í landinum, væntar
landsstýrismaðurin, at Bústaðir fer at byggja komandi 4 árini?
6. Hvør er grundgevingin fyri, at Bústaðir byggir búeindir í høvuðsstaðnum, tá
sera nógvar reint privatar bústaðarverkætlanir eru í gongd har, meðan mynstrið
ikki er tað sama kring landið?
Viðmerkingar:
Tað er ein fatan millum fólk, at Bústaðir hevur bygt sera fáar búeindir seinastu árini,
sum ikki eru til serlig endamál.
Í vár, tá heimildin hjá Bústøðum at byggja saman við privatum varð broytt frá «skal»
til «kann» skiltist, at útlitini fyri bygging fóru at batna munandi, eisini saman við
privatum.
Bústaðir hevur alment kunnað um, at nakað fer at verða bygt nú, harav 44 búeindir
eru í høvuðsstaðnum og 25 kring landið (18 í yvirtiknari verkætlan í Fuglafirði og 7 í
Streymnesi).
Í hesum sambandi er áhugavert at fáa at vita, hvussu mynstrini hava verið seinastu
árini, og hvussu landsstýrismaðurin ætlar at brúka Bústaðir sum bústaðarpolitiskt
amboð nú og komandi árini.
Á Løgtingi, 21. juni 2023
Eirikur í Jákupsstovu

-- 1 of 1 --