← Løgtingsmál

52-129/2022

Kringvarpsgjald hjá vinnufyritøkum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
129.22 Svar frá S. Stenberg til B. Johannesen - Kringvarpsgjald hjá vinnufyritøkum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið 29. juni 2023
Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 23/13123-2
Postboks 208 Tygara skriv:
110 Tórshavn Viðgjørt: AJ
Nr. 52-129/2022
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um kringvarpsgjald hjá vinnufyritøkum, settur landsstýriskvinnuni í
almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Spurningar:
1. Hvussu nógvar vinnufyritøkur gjalda kringvarpsgjald í dag?
2. Hvussu eru tær vinnufyritøkurnar býttar út frá § 7, stk. 3 í kringvarpslógini?
3. Hvør er upphæddin tilsamans, ið vinnufyritøkur gjalda í kringvarpsgjaldi?
4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um broytingar viðvíkjandi kringvarpsgjaldinum hjá
vinnufyritøkum?
Svar:
Til 1. Sambært tølum frá TAKS rinda 1.523 virkir kringvarpsgjald í dag.
Til 2. TAKS upplýsir, at:
a. 143 virkir gjalda kr. 12.000 í kringvarpsgjaldi
b. 44 virkir gjalda kr. 9.000 í kringvarpsgjaldi
c. 168 virkir gjalda kr. 8.000 í kringvarpsgjaldi
d. 390 virkir gjalda kr. 7.000 í kringvarpsgjaldi
e. 263 virkir gjalda kr. 3.500 í kringvarpsgjaldi
f. 515 virkir gjalda kr. 2.000 í kringvarpsgjaldi
Til 3. Upphæddin er kr. 8.136.500,00, vísa tøl frá TAKS.
Til 4. Eg havi ætlanir um, at kringvarpsgjaldið eitt nú skal prístalsjavnast, so tað ikki stendur í
stað, samstundis sum útreiðslurnar alsamt økjast. Hvussu nógv kringvarpsgjaldið fer at
broytast fyri vinnuvirki, veit eg ikki enn. Fyri at finna út av tí havi eg kallað umboð fyri
samgongu og andstøðu á fund eftir summarfrítíðina saman við umsitingini fyri at lýsa málið
nærri og finna útav, hvørjum politisk undirtøka er fyri.
Tórshavn, 29. juni 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

-- 1 of 1 --
129.22 Spurningur til S. Stenberg frá B. Johannesen - Kringvarpsgjald hjá vinnufyritøkum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Kringvarpsgjald hjá vinnufyritøkum
Spurningar:
1. Hvussu nógvar vinnufyritøkur gjalda kringvarpsgjald í dag?
2. Hvussu eru tær vinnufyritøkurnar býttar út frá § 7, stk. 3 í kringvarpslógini?
3. Hvør er upphæddin tilsamans, ið vinnufyritøkur gjalda í kringvarpsgjaldi?
4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um broytingar viðvíkjandi
kringvarpsgjaldinum hjá vinnufyritøkum?
Viðmerkingar:
Í 2015 bleiv kringvarpslógin broytt soleiðis, at vinnufeløg eisini skuldu gjalda
kringvarpsgjald alt eftir, hvørjar lønarútreiðslurnar eru.
Fyrispurningurin verður settur fyri at fáa eina mynd av, hvussu nógvar vinnufyritøkur
gjalda og hvussu nógv. Eisini verður fyrispurningurin settur fyri at fáa greiðu á, um
landsstýrismaðurin hevur ætlanir um broytingar á økinum.
Á Løgtingi, 19. juni 2023
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --