← Løgtingsmál

52-128/2022

Sjúkradagpengar til tímalønt

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 30. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
128.22 Svar frá S. Stenberg til S. Bertholdsen - Sjúkradagpening.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
100 Tórshavn
Dagf.: 29. juni 2023
Mál: 23/13099-3
Viðgjørt: Heri Petersen
Nr. 52-128/2022
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a
Fyrispurningur um sjúkradagpengar til tímalønt, settur landsstýrismanninum í
almannamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er gongd sett á arbeiðið at endurskoða sjúkradagpeningaskipanina til tímalønt?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at eitt arbeiðsfólk fær útgoldið í mesta
lagi 80% av eini arbeiðsmannaløn um mánaðin at liva fyri, tá sjúka rakar?
Svar:
Spyrjarin vísir í viðmerkingunum til spurningin á, at sjúkradagpeningalógin ikki tekur hædd
fyri, at nøkur tímalønt hava óstøðugt arbeiði, og tað sostatt kann tað vera ein fíggjarligur
smeitur, tá ein persónur, sum t.d. arbeiðir á flakavirki, verður sjúkur. Landsstýrismaðurin skal
vísa á, at endamálið við § 8, stk. 3 í sjúkradagpeningalógini er at fyribyrgja, at uttanífrá komandi
orsøkir hava við sær, at seinastu 5 vikurnar ikki geva eina rætta mynd av inntøkumissinum. §
8, stk. 3 ásetir, at í eini arbeiðssetan við skiftandi arbeiðstíðum ella inntøkum, kann eitt longri
og meira umboðandi tíðarskeið ásetast sum útrokningargrundarlag. Men hóast hesa serregluna
í § 8, stk. 3 eru løntakarar, sum kunnu koma illa fyri fíggjarliga í sambandi við sjúku.
Upphæddin, sum verður veitt í sjúkradagpeningi er svarandi til mistu arbeiðsinntøkuna, tó við
einum hámarki á 80 prosent av eini arbeiðsmannaløn. Tað merkir, at persónar, ið arbeiða
niðursetta tíð, vanliga fáa fult endurgjald fyri mistu arbeiðsinntøkuna, tá tey eru sjúk. Hjá
teimum, sum arbeiða fulla tíð ella hava eina hægri løn, kann sjúkradagpeningur í mesta lagi
vera 5.196 kr. um vikuna, íroknað frítíðarløn.
Landsstýrismaðurin metir tað ikki vera nøktandi, at tey, sum eru fevnd av
sjúkradagpengaskipanini, í mesta lagi kunnu fáa 80 prosent av eini arbeiðsmannaløn, tá tey eru
sjúk. Somuleiðis heldur landsstýrismaðurin tað ikki vera nøktandi, at tað skal vera so stórur
munur á rættindum í sambandi við sjúku hjá ymsu pørtunum av arbeiðsmarknaðinum.
Soleiðis hevur tað verið síðstu 60-65 árini. Sambært starvsmannalógini frá 1958 er frávera
vegna sjúku lógligt forfall, og starvsmaður hevur sostatt rætt til løn undir sjúku. Eisini eru nakrir
fakbólkar, ið sambært sáttmála hava rætt til løn undir sjúku. Ein stórur partur av løntakarum á
føroyska arbeiðsmarknaðinum hava ikki rætt til løn undir sjúku og eru sostatt fevnd av

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Síða 2 av 2
sjúkradagpengalógini. Meginreglurnar í galdandi sjúkradagpeningalóg byggja á gomlu donsku
sygeforsikringsloven frá 1960, har dagpengahjálp í mesta lagi kundi vera 4/5 av inntøku
frammanundan sjúkrafráveru. Í upprunaligu dagpeningalógini frá 1979 var
dagpeningaupphæddin 80 prosent av inntøkuni frammanundan – eisini hjá lágløntum. Í
núgaldandi løgtingslóg um dagpening vegna sjúku, sum kom í gildi í 2001, verður dagpeningur
veittur fyri fullan lønarmiss, tó í mesta lagi 80 prosent av eini arbeiðsmannaløn.
Samfelagið hevur flutt seg og arbeiðsmarknaðurin hevur flutt seg, uttan at lóggávan er ment
samsvarandi. Sum spyrjarin ger vart við í viðmerkingunum til spurningin, hevur Løgtingið í
fjør samtykt fleiri framtøk í dagpeningalógini, men vit eru ikki komin á mál, og tørvur er á at
endurskoða nakrar meginreglur í okkara sjúkradagpeningaskipan. Hetta arbeiðið er ikki farið í
gongd enn.
Tórshavn, 29. juni 2023
Sirið Stenberg
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
128.22 Spurningur til S. Stenberg frá S. Bertholdsen - Sjúkradagpeningaskipanin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum
Evni: Sjúkradagpengar til tímalønt
Spurningar:
1. Er gongd sett á arbeiðið at endurskoða sjúkradagpeningaskipanina til tímalønt?
2. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er nøktandi, at eitt arbeiðsfólk fær útgoldið í mesta lagi
80% av eini arbeiðsmannaløn um mánaðin at liva fyri, tá sjúka rakar?
Í fjør bleiv sjúkradagpeningalógin broytt, og fleiri góðar broytingar vórðu gjørdar, men enn eru
stórar avbjóðingar við skipanini, og stendur tað í samgonguskjalinum, at sjúkradagpeningaskipanin
skal endurskoðast.
Lógin tekur ikki hædd fyri, at tímalønt eru ein fjølbroyttur hópur. Tímalønt starvsfólk, ið gerast
sjúk, verða ofta illa fyri fíggjarliga, tí sjúkradagpeningaskipanin tekur ikki hædd fyri óstøðugum
arbeiði, sum vit síggja tað í føroysku fiskivinnuni. At arbeiða á einum flakavirki er óforútsigiligt;
bæði viðvíkjandi arbeiðstímum og inntøku um vikuna.
Er eitt starvsfólk á einum flakavirki í tí støðu, at sjúka rakar, so verður útgjaldið roknað eftir
inntøkuni 5 vikur frammanundan. Hevur lítið arbeiðið verið tær 5 vikurnar, so verður útgjaldið til
viðkomandi frá sjúkradagpeningaskipanini hareftir, so umframt at hava sjúku at dragast við, skal
viðkomandi eisini stúra um fíggjarstøðuna.
Fyri at fáa greiðu á, hvørja ætlan landsstýrismaðurin hevur viðvíkjandi dagpeningaskipanini, verður
hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 19. juni 2023
Súsanna Bertholdsen, løgtingsmaður

-- 1 of 1 --