← Løgtingsmál

52-127/2022

Tilflyting og uppihaldsskylda

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
127.22 Svar frá B.K. Petersen til U. H. Johannesen - Um tilflyting og uppihaldsskyldu.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 28. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
Gongin 7 • Box 64 • FO-110 Tórshavn
 (+298) 35 80 80 •  lmr@lmr.fo • www.lmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3Postboks 208
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 27. juni 2023
J. nr.: 23/12908-2
Viðgjørt: JAK
52-127/2022
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 52-127/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason
Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, um
tilflyting og uppihaldsskyldu
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu og hví ætlar landsstýrismaðurin at broyta treytir í m.a. uppihaldsskylduni fyri at
fáa familjusameining?
2. Hvørji rættindi hava fólk, sum koma til Føroya sum familjusameind?
3. Hvussu nógv familjusameiningsloyvi eru latin seinastu fimm árini, eisini býtt á
aldursbólkar yngri og eldri enn 18 ár?
4. Hvussu nógvir útlendingar hava fingið varandi uppihaldsloyvi í Føroyum eftir at vera
komin til Føroya sum familjusameind seinastu fimm árini?
5. Hvørjum øðrum átøkum arbeiðir landsstýrismaðurin við á útlendingaøkinum, og nær
kann væntast, at hesi verða sett í verk?

-- 1 of 4 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
2/4
Svar
Til nr. 1
Skilt verður millum útlendingar, sum koma til Føroyar eftir reglunum um familjusameining, og
útlendingar, sum koma til Føroyar sum samfylgjandi familja hjá einum útlendingi við vinnuligum
uppihaldsloyvi í Føroyum (t.e. arbeiðs- og uppihaldsloyvi í sambandi við arbeiði, sum sjálvstøðugt
vinnurekandi, lesandi, praktikantur og trúboðari o.s.fr.).
Av tí, at spurt verður um, hví og hvussu ætlanin er at broyta “uppihaldsskylduna”, skilji eg
spurningin (spurningar 1-5) soleiðis, at hann snýr seg um tann seinna bólkin av útlendingum, ið
koma higar sum samfylgjandi familja hjá einum útlendingi við vinnuligum uppihaldsloyvi í
Føroyum.
Eg ætli mær at broyta treytirnar fyri, nær útlendingar, sum hava eitt vinnuligt uppihaldsloyvi í
Føroyum, kunnu fáa familjuna við sær til landið. Ítøkiliga er ætlanin at seta sum treyt, at
útlendingurin hevur eina inntøku, sum ger tað møguligt hjá honum/henni at forsyrgja tí/teimum
persónunum, sum ætlanin er skulu koma til Føroyar.
Eitt inntøkumark er longu galdandi í dag – markið er tó vorðið til gjøgnum siðvenjuna á økinum
og gongur tí ikki beinleiðis fram av lóggávuni. Ætlaða nýggja inntøkumarkið, sum verður munandi
hægri enn verandi mark, verður ásett beinleiðis í útlendingakunngerðini fyri Føroyar. Eitt uppskot
frá danska útlendinga- og integratiónsráðnum um dagføring av kunngerðini verður tí sent í
almenna hoyring ein av komandi døgunum.
Orsøkin til broytingina er, at talið á útlendingum, sum koma til Føroyar sum samfylgjandi familja
hjá einum útlendingi við vinnuligum uppihaldsloyvi, er meira enn tvífaldað, síðani snarskipanin
varð sett í verk í november 2021. Í 2021 vóru tað sostatt 48 útlendingar, ið komu higar sum
samfylgjandi, meðan talið í 2022 var hækkað til 118. Samstundis eru ábendingar um, at fleiri av
útlendsku familjunum, har hjúnafelagin, makin og/ella børnini eru komin til landið sum
samfylgjandi, hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Orsøkin er heilt einfalt hon, at
inntøkan hjá høvuðspersóninum (tí persóninum, ið hevur vinnuliga uppihaldsloyvið) í nógvum
førum er ov lág til, at viðkomandi kann uppihalda sínari familju.
Endamálið við at hækka inntøkumarkið er tískil at tryggja, at útlendingar við vinnuligum
uppihaldsloyvi í Føroyum, sum fáa familjuna við sær til landið, altíð eru førir fyri at uppihalda
familjuni, og at útlendingar í Føroyum ikki liva undir verri korum enn føroyingar.
Til nr. 2
Tað er trupult at lýsa í stuttum, hvørji rættindi útlendingar, sum koma til Føroyar eftir reglunum
um samfylgjandi familjur, hava.
Nevnast kann tó, at allir útlendingar við uppihaldsloyvi í Føroyum sum meginregla hava somu
grundlógartryggjaðu rættindi sum føroyingar.
Útlendingar við vinnuligum uppihaldsloyvi, og møgulig samfylgjandi familja, hava tó avmarkaðan
rætt til uppihaldsveiting, meðan tey eru í Føroyum. Orsøkin til hetta er, at starvið hjá
útlendinginum er sjálvt grundarlagið undir vinnuliga uppihaldsloyvinum. Um viðkomandi missir
starvið og fær tørv á uppihaldsveiting, er grundarlagið undir uppihaldsloyvinum sostatt horvið.

-- 2 of 4 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
3/4
Til nr. 3
Seinastu 5 árini hava tilsamans 124 vaksin fingið uppihaldsloyvi sum samfylgjandi hjá einum
arbeiðstakara, sí talvuna niðanfyri:
Samfylgjandi vaksin
Árstal 	Tal á persónum
2018 	15
2019 	23
2020 	20
2021 	26
2022 	40
Tilsamans 	124
Kelda: Udlændingestyrelsen og SIRI
Seinastu 5 árini hava tilsamans 169 børn fingið uppihaldsloyvi sum samfylgjandi hjá einum
arbeiðstakara, sí talvuna niðanfyri:
Samfylgjandi børn
Árstal 	Tal á børnum
2018 	20
2019 	30
2020 	19
2021 	22
2022 	78
Tilsamans 	169
Kelda: Udlændingestyrelsen og SIRI
Til nr. 4
Seinastu 5 árini hava 13 útlendingar, ið eru komnir til Føroyar sum samfylgjandi hjá einum persóni
við vinnuligum uppihaldsloyvi, fingið varandi uppihaldsloyvi, sí talvuna niðanfyri:
Varandi uppihaldsloyvi,
samfylgjandi
Árstal 	Tal á persónum
2018 	1
2019 	4
2020 	1
2021 	2
2022 	5
Tilsamans 	13
Kelda: Udlændingestyrelsen og SIRI
Til nr. 5
Nógv hendir á útlendingaøkinum í løtuni, og eg kann nevna nøkur dømir.
Uppskotið um inntøkumark verður sent í almenna hoyring ein av komandi døgunum, og roknast
kann við, at nýggja inntøkumarkið fær gildi einaferð í heyst.

-- 3 of 4 --

LØGMÁLARÁÐIÐ
M I N I S T R Y O F J U S T I C E
4/4
Arbeitt verður áhaldandi við at fáa avgerðarmyndugleikan í málum um eitt nú uppihaldsloyvir
fluttan á føroyskar hendur.
Eg kann eisini nevna, at Løgmálaráðið, saman við Umhvørvismálaráðnum, sum varðar av
arbeiðsmarknaðarmálum, er farið undir at fyrireika eitt kunningarátak fyri útlendingar, sum koma
til Føroyar fyri at arbeiða. Ætlanin er at skipa hetta sum eitt afturvendandi átak, sum skal tryggja,
at útlendskir arbeiðstakarar, og møgulig samfylgjandi familja, fáa betri kunning um rættindi og
skyldur á føroyska arbeiðsmarknaðin og um føroyska samfelagið sum heild. Miðað verður ímóti,
at farast kann undir kunningarátakið seinni í ár.
Harafturat verður í løtuni arbeitt við einum uppskoti um integratiónslóg fyri Føroyar, sum skal
tryggja, at útlendingar, í størri mun enn í dag, verða integreraðir í føroyska samfelagið. Uppskotið
áleggur útlendingum ávísar skyldur, men tryggjar teimum eisini rættindi. Uppskotið verður eftir
ætlan lagt fyri Løgtingið í komandi tingsetu.
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður

-- 4 of 4 --
127.22 Spurningur til B. K. Petersen frá U. H. Johannesen - Tilflyting og uppihaldsskylda.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Tilflyting og uppihaldsskylda
Spurningar:
1. Hvussu og hví ætlar landsstýrismaðurin at broyta treytir í m.a. uppihaldsskylduni fyri at fáa
familjusameining?
2. Hvørji rættindi hava fólk, sum koma til Føroya sum familjusameind?
3. Hvussu nógv familjusameiningsloyvi eru latin seinastu fimm árini, eisini býtt á aldursbólkar
yngri og eldri enn 18 ár?
4. Hvussu nógvir útlendingar hava fingið varandi uppihaldsloyvi í Føroyum eftir at vera komin
til Føroya sum familjusameind seinastu fimm árini?
5. Hvørjum øðrum átøkum arbeiðir landsstýrismaðurin við á útlendingaøkinum, og nær kann
væntast, at hesi verða sett í verk?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin nevndi í sjónvarpsviðtalu herfyri, at hann ætlar at endurskoða
integratiónspolitikkin, har ímillum uppihaldsskylduna, fyri at fáa familjusameining. Fyri at fáa greiðu
á, hvat landsstýrismaðurin sipaði til, verða hesir spurningar settir.
Gongdin er, at talið av útlendingum veksur støðugt, og fólkasamansetingin í Føroyum broytist
spakuliga av tí sama. Við snarskipanini er eisini vorðið lættari hjá føroyskum vinnulívi at fáa fatur í
útlendskari arbeiðsmegi. Um ársskiftið vóru í alt 2.634 útlendingar í Føroyum við øðrum
ríkisborgaraskapi enn norðurlendskum. Tey flestu eru úr Filipsoyggjum (474), Póllandi (310),
Rumenia (258) og Teilandi (165), sambært Hagstovuni.
Tað er greitt, at fleiri útlendingar, sum koma til Føroya í arbeiðsørindum, samstundis droyma um eina
fastbúgvandi tilveru í Føroyum og um at fáa familjuna hendavegin at virka og liva.
Integratión er víðfevnd og samansett uppgáva, sum í høvuðsheitum snýr seg um at savna fleiri partar
í eina eind. Sum samfelag hava Føroyar sett sær fyri, at integratiónspolitikkurin skal virka fyri, at
útlendingar kunnu við sínum førleikum og samleika skapa sær eina tilveru her. Skal hetta eydnast, so
skal føroyska samfelagið eisini skapa tilboð og seta ávís krøv, og uppihaldsskyldan er ein partur av
tí.
Á Løgtingi, 15. juni 2023
Uni Holm Johannesen

-- 1 of 1 --