← Løgtingsmál

52-126/2022

Trygd í sambandi við bústaðarbygging

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
126.22 Svar frá H. Hoydal frá K. Durhuus - Trygd í sambandi við bústaðarbygging.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 26. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
Tinganes • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 66 00 • Email: uvmr@uvmr.fo
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
110 Tórshavn
Tórshavn, tann: 26. juni 2023
J. nr.: 23/12918
Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 052-126/2022 frá Kim Durhuus, løgtingsmanni, um trygd
í sambandi við bústaðarbygging
Spurningurin var soljóðandi:
Hevur landsstýrismaðurin ætlanir at lóggeva soleiðis, at byggifyritøkur, sum arbeiða fyri privat
fólk, eisini skulu stilla fíggjarligar trygdir?
Svar:
Undirritaði ætlar sær í næstum at fyrireika lóggávu um eina løggildingarskipan til
handverksmeistarar. Samstundis er ætlanin, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið leggur til rættis
eina meistaraútbúgving til handverksmeistarar.
Krøvini til teirra, sum bjóða uppá og standa fyri byggiverkætlanum í Føroyum, eru ikki í
samsvari við herdu fakligu krøvini til bygging, sum ásett eru í byggilógini og
bygningskunngerðini.
Tí kann væntast, at ein løggildingarskipan og ein meistaraútbúgving til handverksmeistarar fara
at hava positiva ávirkan á byggigóðskuna og harvið trygdina hjá kundunum.
Spurningurin um komandi løggildingarskipanin ella onnur lóggáva á byggiøkinum eisini skal
krevja, at byggifyritøkur, sum arbeiða fyri privatfólk, skulu seta fíggjarliga trygd, er hvørki
viðgjørdur í samgonguni ella umrøddur við avvarðandi partar (tryggingarfeløg,
handverksmeistarar, brúkaraumboðið o.o.). Eg eri kortini sannførdur um, at spurningurin eigur at
verða kannaður nærri.
Í dag kunnu partar, sum gera avtalu um eina byggiverkætlan, avtala eina fíggjarliga trygd. Um
avtalan verður gjørd eftir standardskjali ABF06, so eru har ásettar treytir um fíggjarliga trygd.
Sambært treytunum í ABF06 er trygdin galdandi í 5 ár eftir avhendan av arbeiðinum. ABF06 og
onnur viðkomandi skjøl síggjast í yvirliti, sum Handverksmeistarafelagið hevur á heimasíðuni
hjá Vinnuhúsinum. Tað er eitt yvirlit yvir reglur og avtalur, undir hesum brúkaraavtala,
ábyrgdarskjal og arbeiðstakarasáttmáli, sum eru galdandi fyri byggivinnuna.
Um byggifyritøkur og privatfólk gagnnýta møguleikan at avtala fíggjarliga trygd, tá ið talan er
um at byggja sethús, er heldur óvist.
Í Danmark er eitt krav um byggiskaðatrygging ásett í donsku byggilógini, og endamálið er at
verja keyparan fyri stórum útreiðslum, sum kunnu koma av feilum og manglum í sambandi við

-- 1 of 2 --

U T T A N R Í K I S - O G V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð
2/2
bygging av bústøðum. Kostnaðurin á tílíkari byggiskaðatrygging er vanliga umleið 1,5% av
byggikostnaðinum.
Eg fari at kanna málið nærri og finna útav, hvørjir møguleikar eru at taka til, so reglurnar á
økinum koma bæði borgarum og samfelagnum til góðar - og at borgarin í mest møguligan mun
er tryggjaður, um trupulleikar eru, antin undir bygging ella tá arbeiðið er liðugt.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 26. juni 2023
Høgni K. Hoydal
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
126.22 Spurningur til H. Hoydal frá K. Durhuus - Trygd í sambandi við bústaðarbygging.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Kim Durhuus, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Trygd í sambandi við bústaðarbygging
Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir at lóggeva soleiðis, at byggifyritøkur, sum
arbeiða fyri privat fólk, eisini skulu stilla fíggjarligar trygdir?
Viðmerkingar:
Dagur og Vika fortaldi í síðstu viku um eitt ungt par, sum hevði fingið eina
byggifyritøku at byggja síni hús. Sum tað sást, varð arbeiðið hjá byggifyritøkuni sera
illa úr hondum greitt, og fer hetta at viðføra trupulleikar og helst eisini fíggjarligar
avleiðingar og meirútreiðslur fyri hetta unga parið. Greitt varð frá, at tey ikki vóru
nakað eindømi í hesum sambandi.
Á vinnuliga økinum skulu fíggjarligar trygdir stillast, tá fyritøkur arbeiða fyri hvørja
aðra. Upphæddin, ið verður sett sum trygd, verður so niðurskrivað sum frá líður.
Hendan trygdin er sett fyri at tryggja, at vøran, sum verður latin, er tað, hon skal verða
– eisini sum frá líður.
Tá byggifyritøkur gera arbeiði fyri privatfólk, eru eingi krøv til fíggjarliga trygd.
Hetta merkir, at byggifyritøkan kann fara í sjálvbodna solventa likvidation dagin eftir,
at pengarnir eru komnir á kontu felagsins, og sostatt stendur privatpersónurin eftir við
trupulleikunum, um slíkir vísa seg undir byggingini ella aftaná.
Tað vildi verið rímiligt, at fyritøkur eisini stilla fíggjarliga trygd mótvegis borgarum,
soleiðis at borgarin eisini er tryggjaður, um tað seinni vísir seg at vera trupulleikar,
antin undir bygging ella tá arbeiðið er liðugt.
Tað skal eisini sigast, at vit hava nógvar byggifyriøkur í Føroyum, sum byggja fyri
privatfólk við høgari góðsku og taka ábyrgd, tá óhepnar støður koma fyri.
Tað er óheppið at tað er privatpersónurin, sum stendur við ábyrgdini og fíggjarliga
tapinum, tá byggifyritøkur ikki liva upp til sínar skyldur.
Á Løgtingi, 15. juni 2023
Kim Durhuus

-- 1 of 1 --