← Løgtingsmál

52-125/2022

Bláa bók

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
125.22 Svar frá I. Strøm til J. Joensen - Bláa bók.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið Tórshavn, tann 21. juni 2023
J. nr.: 23/12905-5
Viðgjørt:
Tygara skriv: 52-125/2022
Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-125/2022 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um
bláu bók
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Er bláa bók/heilsuprógvið, sum føroysk sjófólk skulu hava, tá tey skulu á sjógvin, galdandi
í øllum Norðurlondum?
2. Er neyðugt at hava fleiri heilsuprógv av sama slag, um tú siglir sum avloysari sum sjómaður
í Føroyum og t.d. í Noregi?
Til spurning 1
Sambært kunngerð um læknakanning fyri sjófólk skulu øll sjófólk umborð á føroyskum skipum til
støddar omanfyri 20 bruttutons hava galdandi føroyskt heilsuprógv, sum staðfestir, at tey eru
skikkaði at røkja starv umborð á skipi.
Tað er eitt altjóða krav, at sjófólk skulu hava heilsuprógv. Kravið er ásett í STCW-sáttmálanum
frá IMO (International Convention on Standards of Training, Certification and Watchkeeping for
Seafarers) og MLC-sáttmálanum frá ILO (Maritime Labour Convention).
Sambært MLC-sáttmálanum er tað upp til londini sjálvi at áseta nærri reglur um læknakanningina
fyri sjófólk og um góðkenning av sjóvinnulæknum. STCW-sáttmálin ásetir serlig minstu krøv til
sjónina og hoyrnina hjá sjófólki umframt krav um, hvørjar upplýsingar um heilsustøðu hjá
sjófólkunum skulu standa á einum heilsuprógvi. Framvegis er ikki samtykt altjóða lóggáva, sum
nærri ásetir reglur fyri sjálva læknakanningina og fyri heilsuprógvið. Heldur ikki eru ásettingar um
ítøkiligar standardir fyri, hvussu metast skal um, hvørt sjófólk er skikkað til skipstænastu í
sambandi við sjúku. ILO og IMO hava í 2013 útgivið eina vegleiðing um standardir fyri
læknakanningar fyri sjófólk, undir hesum hvussu útbúgving av sjóvinnulæknum kann fara fram.
Mælt verður til, at londini fylgja vegleiðingini.
Grundað á vantandi altjóða bindandi standardir fyri læknakanningar fyri sjófólk og vantandi
vegleiðingar fram til 2013, er tað ymiskt, hvussu lóggávan í londunum hevur verið viðvíkjandi
loyvi at mynstra við útlendskum heilsuprógvi. Fleiri og fleiri lond eru tó farin at viðurkenna

-- 1 of 2 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/2
útlendsk heilsuprógv, sum má metast at vera grundað á, at vegleiðingin frá ILO og IMO kom í
2013 og hevur verið við til at harmonisera økið.
Sum støðan er í dag, kann føroyska heilsuprógvið ikki nýtast umborð á norskum skipum. Á sama
hátt kann norska heilsuprógvið sambært galdandi kunngerð um læknakanning fyri sjófólk heldur
ikki nýtast umborð á føroyskum skipum. Sambært kunngerðini er tað bara loyvt at mynstra við
einum føroyskum heilsuprógvi.
Síðani 1. juli 2020 hevur føroyska heilsuprógvið umframt onnur útlendsk heilsuprógv verið
góðkend at nýta umborð á donskum skipum.
Í mai sendi Uttanríkis- og vinnumálaráðið uppskot til nýggja kunngerð um læknakanning fyri
sjófólk til hoyringar. Endamálið við uppskotinum er serliga at seta í gildi partar av vegleiðingini
frá ILO og IMO um læknakanningar fyri sjófólk frá 2013. Mett verður, at hetta er ein
týdningarmikil liður í at fáa føroyska heilsuprógvið viðurkent uttanlands til nýtslu umborð á
útlendskum skipum. Harumframt verður skotið upp, at útlendsk heilsuprógv skulu verða góðkend
at nýta umborð á føroyskum skipum. Við hesum fara norsk og onnur noðurlendsk heilsuprógv at
kunna nýtast umborð á føroyskum skipum.
Til spurning 2
Sum støðan er í dag, skal eitt sjófólk hava eitt føroyskt heilsuprógv fyri at sigla við føroyskum
skipi. Samstundis má sjófólkið hava eitt norskt heilsuprógv fyri at mynstra umborð á norskum
skipi. Nógv føroysk sjófólk sigla við norskum skipum og mugu tí útvega sær norskt heilsuprógv.
Av hesi orsøk eru í løtuni fimm læknar í Føroyum, sum hava fingið góðkenning frá norska
Sjóvinnustýrinum at gera læknakanningar og geva út norsk heilsuprógv.
Sambært norsku lóggávuni skulu sjófólk hava annaðhvørt norskt heilsuprógv ella eitt heilsuprógv
úr einum ES- ella EFTA-landi. Harafturat hevur Noreg heimild at gera serligar avtalur um
viðurkenning av heilsuprógvum. Umframt eina serliga samstarvsavtalu við Týskland og Holland
hevur Noreg eisini avtalu um viðurkenning av heilsuprógvum við Kina og Stóra Bretland.
Við uppskotinum til nýggja kunngerð fer føroyska lóggávan í størri mun at samsvara við
vegleiðingina frá ILO og IMO um læknakanningar fyri sjófólk. Í hesum sambandi er ætlanin at
fara undir at kanna møguleikan fyri at fáa eina avtalu við Noreg um at viðurkenna føroysk
heilsuprógv til nýtslu umborð á norskum skipum.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 2 of 2 --
125.22 Spurningur til I. Strøm frá J. Joensen - Bláa bók.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 15. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Bláa bók
Spurningar:
1. Er bláa bók/heilsuprógvið, sum føroysk sjófólk skulu hava, tá tey skulu á
sjógvin, galdandi í øllum Norðurlondum?
2. Er neyðugt at hava fleiri heilsuprógv av sama slag, um tú siglir sum avloysari
sum sjómaður í Føroyum og t.d. í Noregi?
Viðmerkingar:
Um tú skal sigla á sjónum í Norðurlondum, skalt tú hava bláu bók ella heilsuprógv, sum
tað eftir 1. januar 2023 eitur.
Undirritaði skilir tó, at sjómaður hevur fingið upplýst, at føroyska heilsuprógvið ikki er
galdandi í Norra, og at sjómaður, sum siglir ein túr í Føroyum og næsta túr í Norra, skal
hava tvey heilsuprógv. Hetta sýnist undarligt.
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 15. juni 2023
Jóhannis Joensen

-- 1 of 1 --