52-124/2022
Dálking tá borað verður eftir jarðhita
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 27. jun. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
124.22 Svar frá I. D. Strøm til J. Joensen - Dálking tá borað verður eftir jarðhita.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 28. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment Gongin 7 • FO-100 Tórshavn Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo Løgtingið Tórshavn, tann 27. juni 2023 J. nr.: Click here to enter text. Viðgjørt: Tygara skriv: Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-124/2022 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um dálking tá borað verður fyri jarðhita Spurningarnir vóru soljóðandi: 1. Metir landsstýrismaðurin treytirnar fyri at bora fyri jarðhita vera nøktandi? 2. Verða kanningar gjørdar av, hvørja ávirkan dálkingin av at bora jarðhitahol hevur á áarlívið í Føroyum? 3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hví vatn frá jarðhitaboringum rennur út í áirnar? 4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um Umhvørvisstovan saman við kommununum hevur ætlanir at skipa hetta betur? Til spurning 1 Virksemi viðvíkjandi jarðhita er skipað við løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir. Kunngerð um skipanir til upphiting við hitapumpum ásetur millum annað krøv um, at bert góðkendir installatørar og jarðhitaborarar hava loyvi at virka á økinum, og krøv verða somuleiðis sett til góðsku av útbúnaði, útinnan av arbeiði og atlitið til umhvørvi. Ítøkiliga verður ásett, at; “tilfar frá boringini skal burturbeinast á ein tryggan hátt, soleiðis at hetta ikki kemur út í nærumhvørvið, t.e. áir, løkir, kloakkir ella út í lendið.” Mett hevur verið, at kravið um burturbeining av tilfari frá boringum er nøktandi. Jarðhitaborarnir hava serliga gjørdar kontainarar at savna boristøvið í, og tann størsti parturin av borigrúsi og - støvi verður afturhildin her og síðani burturbeindur eftir reglum hjá kommununum. Seinastu tíðina hava fleiri røddir verið frammi um, at hesar mannagongdir ikki halda øllum tilfari aftur, og at ávíst tilfar rennur í spillvatnsskipanir og áir. Í fyrru viku heitti Kommunufelagið á landsstýrið um at skipa viðurskiftini um boring av jarðhitaholum betri hesum viðvíkjandi. Til spurning 2 -- 1 of 2 -- UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ Ministry of Environment 2/2 Umhvørvisstovan upplýsir, at beinleiðis kanningar eru ikki av, hvussu møguligt boristøv ávirkar føroysku náttúruna ella spillivatnsskipanir. Umhvørivsstovan hevur tó í eina tíð verið í samskifti við borifeløgini og kommunur um at gera slíkar kanningar. Sambært Umhvørvisstovuni vísa kanningar aðrastaðni, at um meginparturin av boristøvinum – serliga teir tungu partiklarnir – verður afturhildið í kontainaranum, er avmarkaður vandi fyri áarlívinum, sjálvt um vatni verður grálitað av løttu partiklunum í stutta tíð, inntil útskiftingin hevur tynt boristøvið burtur. Umhvørvisstovan veit ikki um, at tað ítøkiliga hevur verið víst á skaða á t.d. síl í áunum. Tað er tó eyðsýnt, at tørvur er á at gera kanningar av møguligari ávirkan á náttúruna. Spurningurin er, um vit longu nú eiga at seta mannagondir í verk, sum í størri mun avmarka nøgdina av boristøvi í frárenningarvatni frá jarðhitaboringum, hóast vit ikki við vissu kunnu meta um skaðavirknaðin. Sí annars svar til spurning 4. Til spurning 3 Tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at vatn frá jarðhitaboringum rennur út í áir. Tá borað verður, kann nógv vatn koma úr boriholinum, viðhvørt væl meiri enn kontainarin til boristøv kann halda aftur. Tá rennur grálitta borivatnið yvir og kemur út í umhvørvið. Tá hetta hendur verður vatnið summar tíðir lagt at seyra gjøgnum lendið, áðrenn tað kemur í eina á. Í flestum førum sæst tá ongin gráliting. Viðhvørt verður vatnið veitt í kommunala yvirflatuvatn-kloakk, sum rennur út í eina á. Hetta eigur tó at fyribyrgjast. Summar kommunur seta longu nú í ávísum førum serliga strangar treytir fyri at tryggja, at ongin dálking verður, meðan borað verður. Til spurning 4 Landsstýriskvinnan hevur sett ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk at gera tilmæli til møguligar tillagingar í lógarverkinum. Arbeiðsbólkurin er mannaður við fakligum umboðum fyri Kommunufelagið, Vinnuhúsið og Umhvørvisstovuna. Landsstýriskvinnan hevur biðið um, at fyribils niðurstøður og møgulig tilmæli til broytingar í lóggávu skulu vera handað í seinasta lagi 1. august. Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna -- 2 of 2 --
124.22 Spurningur til I. D. Strøm frá J. Joensen - dálking tá borað verður efit jarðhita.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 15. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum Evni: Dálking tá borað verður fyri jarðhita Spurningar: 1. Metir landsstýrismaðurin treytirnar fyri at bora fyri jarðhita vera nøktandi? 2. Verða kanningar gjørdar av, hvørja ávirkan dálkingin av at bora jarðhitahol hevur á áarlívið í Føroyum? 3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hví vatn frá jarðhitaboringum rennur út í áirnar? 4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um Umhvørvisstovan saman við kommununum hevur ætlanir at skipa hetta betur? Viðmerkingar: Serliga nú, tá lítið vatn er í áunum, sæst týðiliga, hvussu nógv boringin av jarðhitaholum dálkar áarlívið. Eyðgleiðingar hesar seinastu vikurnar vísa, at áin oman gjøgnum Miðvág er brún av grótgrúsi, tá borað verður í býlingum í bygdini. Grúsið leggur seg á botnin í ánni, men tá meira vatn er í henni, rennur hetta helst út á sjógv. Hetta er neyvan eindømi í Føroyum. Tað, sum er ein góð grøn umlegging, skal helst ikki gerast ein staðbundin náttúrudálking um somu tíð. Tað er Umhvørvisstovan saman við kommununum, sum gevur loyvi til hesar boringar. Fyri at fáa at vita, um treytirnar eru í lagi í ymsu økjunum í Føroyum, og fyri at fáa at vita, hvørja ávirkan boringarnar hava á náttúru og lívið í áum og sjógvi, verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 15. juni 2023 Jóhannis Joensen -- 1 of 1 --