52-123/2022
Heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 26. jun. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
23-12829 Svar upp á § 52 a fyrispurning um heim í Suðuroy frá Súsannu Bertholdsen, løgtingskvinnu.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 27. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn (+298) 30 40 00 • ammr@ammr.fo • www.ammr.fo Løgtingið 26. juni 2023 Tinghúsvegur 1-3Postboks 208 J.nr: 23/12829-4 110 Tórshavn Tygara skriv: Viðgjørt: Barbara Álvsdóttir Thomsen Nr. 52-123/2022 Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um heim í Suðuroynni, settur landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg (at svar skrivliga eftir TS § 52a) Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør er grundgevingin fyri, at uppruna ætlanin um heimið í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum er broytt? 2. Hvussu nógvar borgarar hevur Almannaverkið á bíðilista til bútilboð í Suðuroynni? 3. Fer heimið, sum er í umbúna, at nøkta akutta tørvin, og verða møguleikar fyri at víðka um tilboðið? Til nr. 1 Upprunaliga vóru 10 smærri kømur í húsinum. Av tí at fólkini, ið hava tørv á bútilboð í Suðuroy hava rættiliga ymiskan tørv, hevur Almannaverkið valt at gera nøkur av kømrunum til íbúðir. Sostatt eru nú fimm 1-rúms íbúðir og tvær 2-rúms íbúðir í húsinum. Til nr. 2 Í løtuni standa sjey fólk á bíðilista til bútilboð í Suðuroynni. Ein av hesum sjey hevur ikki tørv á bútilboð enn. Til nr. 3 Við nýggja heiminum verður mest átrokandi tørvurin í Suðuroynni nøktaður. Roknað verður við, at nøkur av fólkunum á bíðilistanum, taka ikki av tilboði um búpláss í fyrstu atløgu, men heldur ynskja tilboð um umlætting. Vit hava ikki kannað, um tað ber til at víðka um júst hatta tilboðið, sum liggur við Sílá, men um tað ikki ber til, tá tørvur verður á tí, so eru aðrir møguleikar í oynni. Sirið Stenberg landsstýriskvinna -- 1 of 1 --
123. 22 Spurningur til S. Stenberg frá S. Bertholdsen - Heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 14. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingsmaður Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálaráðum Evni: Heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum Spurningar: 1. Hvør er grundgevingin fyri, at uppruna ætlanin um heimið í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum er broytt? 2. Hvussu nógvar borgarar hevur Almannaverkið á bíðilista til bútilboð í Suðuroynni? 3. Fer heimið, sum er í umbúna, at nøkta akutta tørvin, og verða møguleikar fyri at víðka um tilboðið? 11. mai í ár setti undirritaða ein skrivligan § 52a fyrispurning (52-100/2022) um heim í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum. Í svarinum frá landsstýrismanninum í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, 24. mai í ár stendur, at ætlanin er at bjóða borgarum, sum eru á bíðilista til búpláss í Suðuroynni, pláss á nýggja heiminum, og at hugsanin er, at bústovnurin fer at hava 5 búpláss og 2 umlættingarpláss. Hetta er ikki í samsvari við uppruna ætlanina um ein stovn, sum skuldi hýsa 10 borgarum við seinheilaskaða, menningartarni og við autismu, umframt at møguleiki skuldi verða fyri umlætting. Avvarðandi hjá borgarum, sum í langa tíð hava bíðað eftir hesum tilboði, eru ørkymlaði yvir, at talið av búplássum er skert, og tí seti eg hesar spurningar. Á Løgtingi, 14. juni 2023 Súsanna Bertholdsen -- 1 of 1 --