← Løgtingsmál

52-122/2022

Avsláttur í ferðaseðlaprísum til lærlingar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 4. jul. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
122.22 Svar frá D. N. Joensen til H. J. Thomsen - Avsláttur í ferðaseðlaprísum fyri lærlingar.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 30. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð
Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo
28. juni 2023
Mál: 22/22133- 40
Viðgjørt: JáR
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208
110 Tórshavn
Svar
upp á
§ 52 a fyrispurning 52-122/2022 um avsláttur í ferðaseðlaprísum fyri lærlingar, frá Hans
Jacob Thomsen, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og
útbúgvingarmálum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin, at avsláttarkort hjá SSL eisini skal fevna um lærlingar og ikki
einans lesandi?
2. Um so er, nær ætlar landsstýrismaðurin at seta hetta í verk?
Svar
Til 1: Eingin ítøklig ætlan fyriliggur um at seta hetta í verk. Sambært lestrarstuðulslógini § 4, er ein
fortreyt fyri at fáa lestrarstuðul, íroknað ferðastuðul, at útbúgvingin er ólønt. Grundleggjandi kann
sigast, at lærlingar taka útbúgving sína eftir øðrum fíggjarligum fyritreytum enn lesandi gera.
Lærlingar hava lærusáttmála og fáa løn undir útbúgvingini sambært galdandi sáttmálum á
arbeiðsmarknaðinum. Og er hendan løn væl hægri enn lestrarstuðulin er. Harvið er ikki sagt, at
avsláttarkortið hjá SSL ikki eisini kundi fevnt um lærlingar, men hetta krevur eina neyvari
tørvslýsing og viðger, umframt nýggja lógarheimild um so skal vera.
Til 2: Landssýrismaðurin ætlar at viðgera spurningin nærri saman við umsitingini. Ein møguleiki í
hesum sambandi er eisini at viðgera spurningin saman við Yrkisútbúgvingarráðnum, har
arbeiðsmarknaðarpartarnir hava sína umboðan. Yrkisútbúgvingarráðið er tilmælandi til
landsstýrismannin á yrkisútbúgvingarøkinum sambært yrkisútbúgvingarlógini.
Vinarliga heilsan
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

-- 1 of 1 --
122.22 Spurningur til D. N. Joensen frá H. J. Thomsen - Avsláttur í ferðaseðlaprísum til lærlingar svarari rættaður.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 22. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum
Evni: Avsláttur í ferðaseðlaprísum til lærlingar
Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin, at avsláttarkort hjá SSL eisini skal fevna um
lærlingar og ikki einans lesandi?
2. Um so er, nær ætlar landsstýrismaðurin at seta hetta í verk?
Viðmerkingar:
Tað er umráðandi, at vit hava rættvísar avsláttarskipanir, ið kunnu hjálpa okkara
ungdómi, meðan tey nema sær lærdóm.
Okkara samfelag hevur brúk fyri bæði bókliga og fakliga lærdum fólki, og tí eiga øll,
ið útbúgva seg, at fáa javnbjóðis sømdir.
Vit hava eina góða avsláttarskipan til leiðirnar hjá SSL fyri lesandi.
Lærlingar eru tó ikki javnsettir við lesandi, tá umræður avsláttarskipanina.
Fyri at gera landsstýrismannin varugan við hesa avbjóðingina, sum rakar ein
samfelagsbólk órættvíst, verður hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 22.juni 2023
Hans Jacob Thomsen

-- 1 of 1 --