52-121/2022
Tunnil til Tjørnuvíkar
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jun. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
_ 23_12719-2 Svar til fyrispurning 52-121_2022 um tunnil til Tjørnuvíkar 1412127_3_0.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o Løgtingið Tinghúsvegur 1-3 Postboks 208 110 Tórshavn 23. juni 2023 Mál: 23/12719-2 (at tilskila í svari) Tygara skriv: 52-121/2022 Svar til fyrispurning nr. 52-121/2022 frá Kim Durhuus, løgtingsmanni, settur Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um tunnil til Tjørnuvíkar Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør er tíðarætlanin fyri komandi Tjørnuvíkartunnilin? 2. Eru kjarnuboringarnar gjørdar, og er linjuføringin fastløgd? 3. Nær er ætlanin at byrja at bora? 4. Hvør er ætlanin við grótinum, sum kemur úr tunlinum? Svar til spurning 1, 2 og 3 Jarðfeingi hevur arbeitt við at lýsa jarðfrøðina í økinum, har ætlanin er at gera tunnilin til Tjørnuvíkar. Jarðfrøðiligar kanningar vóru gjørdar fyri umleið 20 árum síðani, har millum annað eitt jarðfrøðiligt kjarnuhol varð borað við Marmaskallará norðan fyri Haldórsvík. Ætlanin er nú at gera eitt borihol aftrat í summar í Tjørnuvík, soleiðis at báðar síður av tunlinum verða kannaðar. Mett verður, at jarðfrøðiligu kanningarnar verða lidnar í ár. Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018 - 2030 vera tvinnar tunnilsloysnir lýstar. Ein styttri tunnil uppá 1,36 km frá Brúnaskarði og ein longri tunnilsloysn frá Marmaskallará. Báðar linjurnar koma út inni í dalinum í Tjørnuvík. Landsverk mælir til at velja ta longru loysnina, ið er ein umleið 2,5 km langur tunnil. Hetta er serliga tí, at vegurin millum Marmaskallará og Brúnaskarð er vánaligur. Tað er so bratt niðurfyri á vegastrekkinum, at ivasamt er, um tað ber til at betra vegin, soleiðis at hann verður á nøktandi støði. Ætlanin er at fyrireika tunnilin til Tjørnuvíkar, so klárt er at byrja uppá hann, tá ið arbeiðið við Dalstunlinum er liðugt. Ætlanin er so, at tunnilsliðið hjá Landsverki heldur fram at bora norðuri í Tjørnuvík. Tað er sjálvandi treytað av neyðugari játtan. -- 1 of 2 -- Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið 2/2 Svar til spurning 4 Landsverk arbeiðir við loysnum fyri, hvat kann gerast við grótið úr tunlinum. Ein møguleiki er at brúka grótið til at betra vegirnar í økinum, har vegirnir nógvastaðni eru smalir. Møguleiki er eisini at brúka grótið til dømis til at breiðka Saksunarvegin treytað av játtan. Mongdin av gróti, ið kemur úr tunlinum, er tó munandi størri enn, hvat roknað verður við at kunna brúka til vegir í økinum. Arbeitt verður tí eisini við eini loysn at finna øki, har ein størri mongd av gróti kann leggjast. Dennis Holm landsstýrismaður -- 2 of 2 --
121.22 Spurningur til D. Holm frá K. Durhuus - Tunnil til Tjørnuvíkar.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 13. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Kim Durhuus, løgtingsmaður Svarari: Dennis Holm landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum Evni: Tunnil til Tjørnuvíkar Spurningar: 1. Hvør er tíðarætlanin fyri komandi Tjørnuvíkartunnilin? 2. Eru kjarnuboringarnar gjørdar, og er linjuføringin fastløgd? 3. Nær er ætlanin at byrja at bora? 4. Hvør er ætlanin við grótinum, sum kemur úr tunlinum? Viðmerkingar: Verandi vegur til Tjørnuvíkar er, sum flest øllum kunnugt, bæði smalur og ótryggur. Ikki er óvanligt, at har eru omanlop. Harafturat er vegurin sera ótíðarhóskandi um summarið, tí Tjørnuvík er eitt av fremstu ferðamálum í Føroyum. Tunnil til Tjørnuvíkar hevur verið tosað um í áratíggju; tí er tað í tøkum tíma, at tunnilin verður settur á skrá og gjøgnumførdur. Á fíggjarlógini fyri í ár eru settar 1 mió. kr. av til prosjektera tunnil til Tjørnuvíkar. Í álitinum til fíggjarlóg stendur at lesa, at henda upphæddin skal nýtast hjá Landsverki at prosjektera verkætlanina, soleiðis at tunnilstoymið kann fara í gongd at fremja arbeiðið. Hóast pengar eru settir av at brúka í ár, hevur almenningurin enn einki hoyrt um hesa verkætlan, hvørki um kjarnuboringar ella, um nøkur linjuføring er fastløgd. Umframt avbjóðingarnar eftir verandi vegi til Tjørnuvíkar, hevur ein stórur partur av vegnum frá Streyminum til Haldarsvíkar bert eitt spor. Tí kundi tað verið bæði praktiskt og fíggjarligt skilagott at brúkt grótið, sum kemur úr tunlinum til Tjørnuvíkar at breiðka vegin frá Streyminum til Haldarsvíkar. Sum áður nevnt, so skal havast í huga, at eitt stórt tal av ferðafólkum eisini koyrir eftir hesum vegnum til Tjørnuvíkar, og er hetta til stóran ampa fyri lokala fólkið, tá vegurin bert er einsporaður. Á Løgtingi, 13. juni 2023 Kim Durhuus -- 1 of 1 --