← Løgtingsmál

52-120/2022

Luttøka á NATO-fundum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 24. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)

Svar · — · 23. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 120/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um luttøku á NATO-fundum
Spurningar:
1. 	Hvussu langt eru ætlanirnar komnar um at senda ”ein føroyskan ministara”, sum løgmaður málber
seg í útvarpinum, saman við danska uttanríkisráðharranum á NATO-fundir?
2. 	Verður tað landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum fer saman við danska ministaranum á hesar
fundir?
3. 	Metir løgmaður ikki, at hesar kreativu ætlanirnar, at javnseta ”ein føroyskan ministara” við donsk
embætisfólk, mugu leggjast fyri Uttanlandsnevndina til ráðførslu og/ ella fyri Løgtingið?
Svar til spurning 1:
Landsstýrið hevur í fleiri umførum sett fram ynski um at taka lut á viðkomandi NATO fundum, tá ið mál
og viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru á skrá. Seinast hetta varð ført fram var á
samstarvsráðsfundinum í Nuuk herfyri. Í samsvari við, at NATO í størri mun enn fyrr hevur strategiskt
fokus á Norðurhøv, hevur tað týdning, at Føroyar taka virknan lut í teimum tilgongdum, ætlanum og
avgerðum, sum kunnu ávirka trygdar- og verjupolitisku gongdina um okkara leiðir. Vónandi bera
ætlanirnar hjá landsstýrinum á mál innan ikki alt ov rúma tíð.
Svar til spurning 2:
Tað valdast, hvat fyri slag av fundi, talan er um. Á NATO toppfundum luttaka vanliga stjórnarleiðarar.
Eisini eru aðrir fundir, har ávikavist uttanríkisráðharrar og verjumálaráðharrar hittast. Til hetta slag av
fundum verða tað ávikavist løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, sum taka lut
og umboða Føroyar.
Svar spurning 3:
Spurningurin um ein møgulig føroysk luttøka á NATO-fundum krevur ráðførslu við Uttanlandsnevndina
er ikki umrøddur. Hetta kemst av, at ítøkiliga málið um føroyska luttøku, ikki er liðugt viðgjørt enn.
Í Tinganesi, 23. juni 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 1 of 1 --
120.22 Spurningur til A. V. Johannesen frá J. av Rana - Luttøka á Natofundum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 13. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Aksel Johannesen, løgmaður
Evni: Luttøka á NATO-fundum
Spurningar:
1. Hvussu langt eru ætlanirnar komnar um at senda ”ein føroyskan ministara”,
sum løgmaður málber seg í útvarpinum, saman við danska
uttanríkisráðharranum á NATO-fundir?
2. Verður tað landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, sum fer saman við danska
ministaranum á hesar fundir?
3. Metir løgmaður ikki, at hesar kreativu ætlanirnar, at javnseta ”ein føroyskan
ministara” við donsk embætisfólk, mugu leggjast fyri Uttanlandsnevndina til
ráðførslu og/ ella fyri Løgtingið?
Viðmerkingar:
Spurningarnir byggja á útsagnir løgmans í Kringvarpinum hóskvøldið 8. juni,
aftaná júst lokna samstarvsfundin í Grønlandi sama dag.
Ætlanirnar føroyinga um at fáa atgongd til NATO-fundir eru ikki nýggjar.
Farna samgongan royndi tað, hon kundi, men tó eydnaðist ikki at fáa NATO-
dyrnar opnaðar fyri føroyska uttanríkisráðharranum.
Tað munnu vera fleiri, sum hildu seg hoyra skeivt, tá løgmaður, eftir at hava
gjørt vart við, at Føroyar ynsktu at verða við á NATO-fundum, legði afturat,
at, og her verður endurgivið úr útvarpssamrøðuni: ”har tað er møguligt
sjálvandi hjá danska uttanríkisministaranum, hann hevur embætisfólk við, har
kundi hann eisini havt ein føroyskan ministara við, soleiðis at vit beinleiðis
eisini hava møgululeika á fyrstu parket at hoyra tað, sum verður sagt, og hvat
liggur í kortunum.”.
Á Løgtingi, 13. juni 2023
Jenis av Rana

-- 1 of 1 --