52-119/2022
Verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. jun. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
119.22 Svar frá D. N. Joensen til S. K. Poulsen - Verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 23. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 23. juni 2023 Tinghúsveg 1-3 Mál: 22/22133-38 100 Tórshavn Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-119/2022 frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um at verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvussu fer landsstýrismaðurin at raðfesta hetta málið í næstum? 2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi at seta filtur upp, sum verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi, á internetinum? 3. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi at gera ein almennan politikk, sum stuðlar og vegleiðir foreldrum í at verja síni børn ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum? 4. Nær kann væntast at hesar ætlanir blíva til veruleika? Svar Til 1: Tá tað kemur til at verja børn í heila tikið, so er hetta nakað, sum verður raðfest sera ovarlaga í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og tískil eri eg sum avvarðandi landsstýrismaður eisini áhugaður í at verja børn móti møguligum ágangi, tað veri seg beinleiðis, umvegis talgildar miðlar ella á annan hátt. Í ráðnum verður tað í løtuni arbeitt við at eftirkanna, í hvønn mun lóggávuverkið tvørtur um geirar kann verja børn og ung, og tá hetta arbeiðið er komið til enda einaferð í heyst, so ber vónandi til at síggja, um neyðugt er at gera nakrar ítøkiligar lógarbroytingar og fyriskipanir, sum skulu verja børn betur, her ímillum ímóti ágangi á netinum. Til 2: Sum avvarðandi landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, er tað mín uppgáva at tryggja, at børn og ung ikki vera útsett fyri ágangi umvegis internetið, eitt nú tá tey eru innan skúlagátt. Internetið kann og verður brúkt sum eitt skynsamt amboð í undirvísingini, men vit vita øll, at hetta amboðið eisini kann hava avbjóðingar við sær, sum kunnu vera torførar hjá serliga børnum at lofta einsamøll. Í skúlans gerandisdegi arbeiða leiðsla og lærarar áhaldandi við at menna næminganna talgildisførleikar og talgildisbúgving, og í samstarvi við SSP verður við neyðugum átøkum støðugt -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 arbeitt við fyribyrging í mun til vansar og avbjóðingar á netinum, soleiðis at børnini læra at ferðast trygt á netinum. Í løtuni verður ikki arbeitt beinleiðis við at seta nakað filtur upp innan undirvísingarkervi, sum kann verja ímóti ágangi á internetinum. Umframt at hugsa forðandi tekniskar loysnir, meti eg tað vera sera umráðandi, at vit í okkara dagstovnum og fólkaskúlum arbeiða við at upplýsa, kunna og undirvísa okkara børnum um rættan atburð á internetinum. Í fólkaskúlanum hava vit kravda undirvísingarevni heilsukunnleiki og seksuallæra, og í næstum verður eftir ætlan sett sjøtul á arbeiðið at endurskoða námsætlanina innan hetta evnið. Í samsvari við skúlans støðisnámsætlan hevur støðuførleikin talgildisbúgving sera stóran týdning. Við talgildisbúgving snýr tað seg eisini um næminganna atferð á talgildum miðlum, har endamálið er at búgva næmingarnar til at vera virknar, sjálvstøðugar, kritiskar og fólkaræðisligar borgarar í einum talgildum samfelag. Til 3: Tað er umráðandi, at vit sum almennur myndugleiki stuðla og vegleiða foreldrum í at verja síni børn ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum. Eg taki undir við, at vit eiga at hava ein almennan politikk á økinum, og hetta er nakað, sum vit í ráðnum kom at viðgera nærri. Til 4: Okkara arbeiði við at fáa hesar ætlanir til veruleika byrjar í heyst, og framyvir fer tað áhaldandi at verða arbeitt við at verja okkara børn ímóti ágangi á netinum, og hetta arbeiði má frameftir støðugt verða tillagað í mun til komandi tøkniligu menning við tess fyrimunum, vansum og møguligum avbjóðingum. Vinarliga heilsan Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
119.22 Spurningur til D. N. Joensen frá S. K. Poulsen - Verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 12. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum Spurningar: 1. Hvussu fer landsstýrismaðurin at raðfesta hetta málið í næstum? 2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi at seta filtur upp, sum verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi, á internetinum? 3. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi at gera ein almennan politikk, sum stuðlar og vegleiðir foreldrum í at verja síni børn ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum? 4. Nær kann væntast at hesar ætlanir blíva til veruleika? Viðmerkingar: Tann 3. mai 2023 tók eitt samt Løgting undir við at heita á landsstýrið um at verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum. Áheitanin var soleiðis orðað: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri tekniskum loysnum, ið verja børnini ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum og at gera ein almennan politikk um, hvussu foreldur verja síni børn á bestan hátt og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.” Uppskotið, ið varð samtykt, er soleiðis í tveimum pørtum: i) At seta filtur upp, sum skánar børnini fyri porno og øðrum ágangi á internetinum. ii) Gera ein almennan politikk, sum vegleiðir og stuðlar foreldrum í at verja síni børn ímóti porno og øðrum ágangi á internetinum. Fyrispurningurin verður settur fyri at hoyra, hvussu landsstýrið hevur móttikið hesa áheitanina, og hvussu hetta álvarsmál verður raðfest í nærmastu framtíð. Á Løgtingi, 12. juni 2023 Steffan Klein Poulsen -- 1 of 1 --