← Løgtingsmál

52-118/2022

Umlætting til fjølbrekaðaðar borgarar

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 23. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
118.22 Svar frá S. Stenberg til Á. Skaale - Umlætting hjá fjølbrekaðum borgarum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 23. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
A L M A N N A – O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
M I N I S T R Y O F S O C I A L A F F A I R S A N D C U L T U R E
Eirargarður 2 • FO-100 Tórshavn
 (+298) 30 40 00 •  ammr@ammr.fo • www.ammr.fo
Løgtingið 22. juni 2023
Tinghúsvegur 1-3 J.nr: 23/12635-4
110 Tórshavn Tygara skriv:
Viðgjørt: Ann Kristina S. Simonsen
Nr. 52-118/2022
Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-118/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið
Stenberg, landsstýrismann í almanna- og mentamálum, frá Árna Skaale, løgtingsmanni,
um umlætting hjá fjølbrekaðum borgarum.
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis:
Spurningar:
1) Hvussu mong eru tey sum fáa umlættingartilboð frá almannaverkinum vegna fjølbrek.
2) Er ein ávísur leistur fyri umlættingini, tvs. hvussu nógv verður játta til hvønn.
3) Fáa tey, sum liva saman við fjølbrekaðum borgarum, tilboð um longri samanhangandi
tíðarbil við umlætting, td. feriur o.l.
4) Verða longri periodur við umlætting trektar frá tí umlætting sum hesar familjur
vanliga fáa. Kann tað td. henda at ein familja fær at vita, at um tey skulu hava 14
samanhangandi dagar við umlætting, so verður eingin umlætting næstu 3 mánaðarnir.
5) Er starvsfólka-støðan á umlættingarøkinum nøktandi.
Svar:
Til nr. 1
Í løtuni fáa í alt 14 borgarar við fjølbreki umlætting frá Almannaverkinum. Av hesum eru sjey
vaksin og sjey børn.
Til nr. 2
Talið av umlættingardøgum er ymiskt, alt eftir um talan er um vaksin, sum enn búgva heima
hjá foreldrum og standa á bíðilista til búpláss, ella um talan er um børn.
Atlit verður eisini tikið at netverkinum hjá umsøkjaranum. Eitt nú um tann, ið varðar av
persóninum, er einsamallur um viðkomandi, og um onnur systkin eru, sum hava serligan tørv.
Fyri tey vaksnu er umlættingin í høvuðsheitum skipað soleiðis, at tey, sum standa á bíðilista
til búpláss og hava stóran tørv á búplássi, fáa játtað umlætting umleið annaðhvørt vikuskifti.
Nøkur teirra fáa eisini umlætting mitt í viku. Vaksin sum ikki standa á bíðilista til búpláss fáa
játtað umlætting eitt langt vikuskifti um mánaðin.

-- 1 of 2 --

A L M A N N A - O G M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð
Síða 2 av 2
Tænastan til børn verður í høvuðsheitum skipað við tveimum døgum í umlætting mitt í viku,
umframt eitt vikuskifti um mánaðin.
Eyka umlætting verður veitt bæði børnum og vaksnum, í tann mun tað letur seg gera. Er talan
um sjúku hjá avvarðandi, verður umlætting altíð veitt.
Til nr. 3
Í summarfrítíðini verður tænastan umløgd, so at tað er møguligt at veita umlætting í fleiri
samanhangandi dagar, har tey vaksnu fáa fleiri umlættingardagar enn børnini.
Annars verður umlætting veitt eftir ynskjum hjá avvarðandi í tann mun tað letur seg gera.
Til nr. 4
Reglulig umlætting er alt árið, tó ikki í juli og í august, tá hendan umlættingin verður
niðurløgd og summarumlætting verður skipað til børn og vaksin - bæði tey við fjølbreki og
onnur í umlættingarskipanini.
Er tað so, at ein familja antin til- ella frávelur umlætting í summarfrítíðini, ávirkar tað ikki
regluligu umlættingina restina av árinum.
Til nr. 5
Starvsfólkastøðan á økinum er sum heild nøktandi. Av tí at talan er um fólk, ið eru illa fyri
kropsliga og samskiftisliga, og lutfalsliga væl fyri kognitivt, eru tey tengd av at hava
starvsfólk um seg, ið tey kenna væl. Møguleikarnir at nýta avloysarar eru tí avmarkaðir, tá
starvsfólk skulu í feriu, og tað ger, at eingin umlætting er ein part av juli mánað, tá avvarðandi
annars ynskja nógva umlætting.
Tórshavn 22. juni 2023
Sirið Stenberg
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
118.22 Spurningur til S. Stenberg frá Á. Skaale - Umlætting hjá fjølbrekaðum borgarum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 12. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Umlætting hjá fjølbrekaðum borgarum.
Spurningar:
1) Hvussu mong eru tey sum fáa umlættingartilboð frá almannaverkinum vegan
fjølbrek.
2) Er ein ávísur leistur fyri umlættingini, tvs. hvussu nógv verður játta til hvønn.
3) Fáa tey, sum liva saman við fjølbrekaðum borgarum, tilboð um longri
samanhangandi tíðarbil við umlætting, td. feriur o.l.
4) Verða longri periodur við umlætting trektar frá tí umlætting sum hesar
familjur vanliga fáa. Kann tað td. henda at ein familja fær at vita, at um tey
skulu hava 14 samanhangandi dagar við umlætting, so verður eingin
umlætting næstu 3 mánaðarnir.
5) Er starvsfólka-støðan á umlættingarøkinum nøktandi.
Viðmerkingar:
Vit eru sum samfelag, eitt av teimun ríkastu í heiminum. Tí ljóðar tað merkiligt tá
man í almenna rúminum hoyrir søgur um at familjur ikki fáa tað hjálp, sum, sæð
uttanífrá, tykist vera sjálvsøgd.
Í einum fyrispurningi frá 2021 varð sagt at almannaverkið, millum annað vegan
starvsfólkatrot ikki hevði møguleika at veita alla tað tænastuna sum man ynskti at
veita. Tað var eisini sagt at Almannamáraráðið og Mentamálaráðið vóru farin undir at
útbúgva folk fyri at nøkta tørvin á arbeiðsmegi til hetta økið.
Fyri betur at skilja hvussu støðan er nú verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 09/06/2023
Árni Skaale

-- 1 of 1 --