← Løgtingsmál

52-116/2022

Skeiv tøl í samband við tiltøk mótvegis Russlandi

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 21. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
116.22 Svar frá A. V. Johannesen til B. Johannesen - Skeiv tøl í samband við tiltøk móti Russlandi.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 16. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Løgtingið
Svar
uppá
skrivligan fyrispurning nr. 116/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann,
frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um skeiv tøl í samband við tiltøk mótvegis Russlandi
Spurningar:
1. 	Vóru tølini um vaksandi virksemi, ið løgmaður bar fram á tíðindafundi 1. juni, og sum vórðu
brúkt á tingsins røðarapalli, úr kanningini, ið landsstýrið hevur latið gjørt fyri at lýsa samstarvið
við russar? Um ikki, hvaðani vóru tølini so?
Svar:
Eg havi í tíðindaskrivi tann 4.juni 2023 gjørt greitt, at eg var ikki nóg neyvur undir tíðindafundinum á
Viðareiði. Tað er mín ábyrgd. Eg havi eisini biðið um umbering fyri mistakið. Eg førdi á
tíðindafundinum fram, at samlaðu nøgdirnar í við sambandi við russiskar um- og uppskipingar í
Føroyum eru vaksandi. Samlaðu tonsatølini fyri í fjør vísa, at hetta er skeivt, so eg skuldi sjálvandi verið
neyvari.
Tað er rætt, at samlaða tonsatalið fyri um- og uppskipingar minkaði í 2022 sammett við 2021. Hetta
komst fyrst og fremst av, at bæði kvoturnar og gagnnýtslan í 2022 vóru lægri enn í 2021.
Eg haldi tí, at tað er týdningarmikið – fyri at fáa eina fullfíggjaða mynd – at leggja afturat, at føroysku
havnirnar høvdu eins stóran týdning fyri Russland í 2022 sum í 2021.
Hyggja vit nærri at lutfallinum millum, hvat russar fiskaðu samanlagt í Norðuratlantshavi í 2021 og 2022
og hvat teir um- og uppskipaðu í Føroyum sama tíðarskeið, so var lutfallið tað sama, sløk 84 prosent.
Nú øll lond í Evropa í stóran mun hava stongt sínar havnir, ella avmarkað atgongdina hjá russiskum
fiskiskipum í havnirnar, er vandi fyri, at føroysku havnirnar kunnu gerast enn meira umráðandi fyri
Russland.
Ein orsøk til, at eg alment havi nevnt, at tølini vaksa, er, at samlaðu kvoturnar hjá Russlandi í
Norðuratlantshavi fyri 2023 eru hægri enn í 2022.

-- 1 of 2 --

L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N
P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e
Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes
Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo
Samstundis vísa tøl frá VØRN og Fiskimálaráðnum, at í 2022 var økt virksemi í mun til um- og
uppskipingar av kongafiski úr Irmingerhavinum í føroyskum havnum. Hetta komst av, at tað síðani
mars 2022 ikki hevur verið loyvt russiskum skipum at landa og umskipa kongafisk í íslendskum
havnum, sum annars hevur verið vanligt. Eg kann leggja afturat, at tað hevur vakt ans uttanlands, at
russisku skipini hava møguleika at landa í Føroyum, tá ið tey ikki sleppa til Íslands.
Um eingin stig høvdu verið tikin, er tað ikki nøkur orsøk til at halda, at russisku um- og
uppskipingarnar av kongafiski úr Irmingerhavinum í føroyskum havnum høvdu minkað ár sammett við
í fjør. Til dømis hava verið nakrir fyrispurningar frá russum um, hvørjar reglur eru galdandi.
Hvussu tað verður í 2023 vil altíð vera ein meting. Um orðaskiftið herheima um at stongja havnirnar
fær russisk skip at aftra seg at koma til Føroya, eru møguligar ábendingar um.
Tølini í frágreiðingini byggja á tøl frá VØRN. Hesi tøl eru síðani viðgjørd og greinað. Millum annað eru
gjørdar smávegis umrokningar í sambandi við kongafiskin fyri at tølini eru neyvari uppgjørd sum rund
vekt og ikki sum produkt. Av somu orsøk eru nøkur smærri frávik í tølunum í greiningararbeiðinum og
teimum hjá VØRN.
Í Tinganesi, 15. juni 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

-- 2 of 2 --
116.22 Spurningur til A. V. Johannesen frá B. Johannesen - Skeiv tøl í samband við tiltøk móti Russlandi.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 9. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Skeiv tøl í samband við tiltøk mótvegis Russlandi
Spurningar:
1. Vóru tølini um vaksandi virksemi, ið løgmaður bar fram á tíðindafundi 1. juni,
og sum vórðu brúkt á tingsins røðarapalli, úr kanningini, ið landsstýrið hevur
latið gjørt fyri at lýsa samstarvið við russar? Um ikki, hvaðani vóru tølini so?
Viðmerkingar:
Síðan hetta landsstýrið tók við, hevur man verið í gongd við eina kanning, ið skuldi
lýsa samstarvið millum Føroyar og Russland á ymsum mótum.
Kanningin hevur tikið drúgva tíð, og hevur verið sagt, at man hevur tikið ta tíð, ið
krevst, tí man skal taka støðu út frá einum haldgóðum grundarlagi.
1. juni boðaði landsstýrið frá, at man ætlaði at seta ein avmarkaðan havnastongsul í
verk. Orsøkin var tann, at tað var vaksandi virksemi frá russiskum fiskiskipum í
Føroyum.
Síðan landsstýrið 1. juni boðaði frá, at man ætlaði seta avmarkaðan havnastongsul í
verk, hevur tað víst seg, at tølini, ið man hevur grundgivið við um vaksandi virksemi,
sambært Vørn hava verið skeiv. Tølini hjá Vørn siga tvørturímóti, at virksemið er
minkandi.
Tá man hevur brúkt drúgva tíð at kanna øll viðurskiftir, og man síðan kemur út við
skeivum tølum, so reisir tað spurningin, um hesi tølini, ið løgmaður hevur brúkt, eru
úr kanningini ella ikki.
Fyri at fáa greiðu á hesum verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 9. juni 2023
Beinir Johannesen

-- 1 of 1 --