← Løgtingsmál

52-115/2022

Trygging av sjófólki

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 20. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
115.22 Svar frá I.D. Strøm til H. Abrahamsen - Trygging av sjófólki.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 21. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Tórshavn, tann 20. juni 2023
J. nr.: 23/12491-3
Tygara skriv: 52-115/2022
Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-115/2022 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, um
trygging av sjófólki
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu eru sjófólk tryggjað móti avleiðingum av álvarsomum sjúkum, sum
tey fáa, meðan tey eru mynstrað umborð á skipi?
2. Hvussu eru sjófólk tryggjað móti avleiðingum av álvarsomum sjúkum, sum
tey fáa, meðan tey eru heima millum túrar?
3. Er talan um tryggingar, sum fakfeløgini sjálvi tekna hvørt sær, vegna sínar
limir, ella er nøkur lóg fyri, hvussu sjófólk skulu vera tryggjað móti
álvarsomum sjúkum?
4. Um ein slík lóg er, hvussu leingi hevur hon so verið galdandi, og hevur hon
alla tíðina eisini dekkað fyri sjúkur, sum eru íkomnar millum túrar?
5. Hvussu er støðan hjá sjófólkum, sum hava fingið álvarsliga sjúku, áðrenn
teirra felag hevði teknað nakra trygging?
6. Um sjófólk ikki eru nóg væl tryggjað móti avleiðingum av álvarsomum sjúkum, hvat
ætlar landsstýrismaðurin so at gera við tað?
Innleiðandi viðmerkingar
Av tí at partar av spurningunum koma inn á økið hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum eru svarini
skrivað í samstarv við Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Sjóvinnustýrið.
Til nr. 1
Arbeiðsskaðatryggingarlógin
Sum spyrjarin vísir á í viðmerkingunum til spurningarnar, eru sjófólk fevnd av løgtingslóg um
trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) á sama hátt sum
starvsfólk á landi. Harvið eru tey tryggjað, um tey eru fyri skaða orsakað av óhappi í sambandi
við útinnanina av arbeiðinum, eins og tey eru tryggjað, um tey fáa eina vinnusjúku, t.v.s. sjúka,
sum er elvd av serligum árinum, sum ávísir persónsbólkar, orsakað av arbeiði teirra ella
viðurskiftunum, arbeitt verður undir, verða ávirkaðir av í størri mun enn persónar uttan tílíkt
arbeiði.

-- 1 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/3
Serligar reglur fyri sjófólk
Serligar reglur fyri sjófólk um løn undir sjúku eru ásettar í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a.
hjá sjófólki. Sambært § 29 í løgtingslógini hava sjófólk, meðan tey eru umborð, rætt til hýru,
sjálvt um tey eru óarbeiðsfør vegna sjúku ella skaða. Sum útgangsstøði er hetta galdandi uttan
mun til orsøkina til sjúkuna ella skaðan. Sambært § 16 í lógini er sjúka ella skaði at meta sum
lógligt forfall.
Tó hava sjófólk ikki rætt til hýru, um tey gerast óarbeiðsfør vegna sjúku ella skaða, sum tey
svikafult hava dult við setanini. Sama er galdandi, um viðkomandi eftir setanina við vilja ella við
grovum ósketni verður løstað ella sjúkt.
Um sjófólk enn er sjúkt, tá ið viðkomandi fer í land, hevur sjófólkið framhaldandi rætt til
sjúkrahýru í ávíst tíðarskeið eftir, at skipstænastan endaði.
Um viðkomandi framvegis er í starvi hjá reiðarínum verður sjúkrahýra rindað í minsta lagi 16
vikur frá tí, at skipstænastan endaði, tó ongantíð longur enn viðkomandi er sjúkur.
Um starvssetanin endar aftaná tær 16 vikurnar eftir at skipstænastan endaði, verður sjúkrahýra
framhaldandi rindað, til setanin endar.
Til nr. 2
Serligar reglur fyri sjófólk
Um óarbeiðsførið er íkomið, meðan viðkomandi sjófólk ikki var í tænastu umborð á einum skipi
hjá reiðarínum, verða tær 16 vikurnar roknaðar frá tí degi, tá ið óarbeiðsførið íkom.
Arbeiðsskaðatryggingarlógin
Er talan um eina vinnusjúku, kann hendan viðhvørt verða staðfest, eftir at viðkomandi er givin í
starvinum, ella í millum túrar, so sum spurt verður um. Veitingarnar sambært
arbeiðsskaðatryggingarlógini kunnu vera útreiðslur til hjálpitól, sjúkuviðgerð v.m. undir
málsviðgerðini, dagpeningur undir málsviðgerðini, endurgjald fyri mist vinnuføri, skaðabót fyri
varandi mein, og skuldi tað ringasta hent, skiftisveiting til eftirsitandi hjúnafelaga ella onnur og
endurgjald til vaksin og børn fyri miss av uppihaldara.
Til nr. 3
Arbeiðsskaðatryggingarlógin ásetur í § 12, at reiðari á skipi, sum er ella skal vera skrásett í
Føroysku Skipaskránni ella Føroysku Altjóða Skipaskránni, hevur skyldu at tryggja persónarnar,
ið eru settir í starv at arbeiða umborð á skipinum eftir skiparans ávísing, í móti avleiðingunum av
arbeiðsskaða, herundir vinnusjúkum. Hesa skyldu hevur reiðarin, sjálvt um annar enn reiðarin
hevur sett tey í starv ella lønir teimum, og sjálvt um arbeiðið fevnir um annað enn raksturin av
skipinum.
Sambært § 71 a í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki skal reiðarin tekna eina
trygging ella seta eina fíggjarligar trygd, ið kann rindað fyri eitt hvørt krav sambært
løgtingslógini frá skipara og sjófólkunum móti reiðarínum.
Hvørjar tryggingar fakfeløgini kunnu tekna fyri sínar limir liggur uttan fyri málsøkið hjá
landsstýriskvinnuni.

-- 2 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
3/3
Til nr. 4
Løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða
(arbeiðsskaðatryggingarlógin) hevur verið í gildi síðan 1. januar 2010. Áðrenn hetta var
anordning nr. 389 frá 15. november 1966 om forsikring mod følger av ulykkestilfælde galdandi.
Vinnusjúkur vóru eisini fevndar av anordning nr. 389 frá 15. november 1966 om forsikring mod
følger av ulykkestilfælde.
Løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsiðurskifti o.a. hjá sjófólki hevur verið í gildi síðan
1. oktober 1993. Áðrenn tað var løgtingslóg nr. 57 frá 3. november 1967 um sjómenn galdandi.
Løgtingslóg nr. 57 frá 3. november 1967 um sjómenn ásetti í § 18, stk. 2, 2. pkt., at um
sjómaður var óarbeiðsførur orsakað av sjúku ella løsti, gekk hýran so leingi hann var
óarbeiðsførur, tó ikki útum tveir mánaðir. Tryggingarskylda var ikki galdandi sambært
tágaldandi sjómannalóg.
Til nr. 5
Av lóggávu, sum landsstýriskvinnan varðar av, er sjófólkið fevnt av arbeiðsskaðatryggingar-
lógini og løgtingslógini um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki sum stutt lýst omanfyri.
Til nr. 6
Til tess at betra um hjá teimum, ið eru fyri arbeiðsskaða hevur Umhvørvismálaráðiðgjørt eitt
uppskot til broyting í arbeiðsskaðatryggingarlógini, har endamálið er, at framhaldandi árlig
endurgjaldsveiting fyri mist vinnuføri verður javnað á hvørjum ári, sum tryggaði móttekur
veitingina. Hendan broytingin fer eisini at koma sjófólki, sum hava mist vinnuførið, til góðar.
Uppskotið hevur verið í hoyring.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
115.22 Spurningur til I.D. Strøm frá H. Abrahamsen - Trygging av sjófólki.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 8. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Trygging av sjófólki
Spurningar:
1. Hvussu eru sjófólk tryggjað móti avleiðingum av álvarsomum sjúkum, sum
tey fáa, meðan tey eru mynstrað umborð á skipi?
2. Hvussu eru sjófólk tryggjað móti avleiðingum av álvarsomum sjúkum, sum
tey fáa, meðan tey eru heima millum túrar?
3. Er talan um tryggingar, sum fakfeløgini sjálvi tekna hvørt sær, vegna sínar
limir, ella er nøkur lóg fyri, hvussu sjófólk skulu vera tryggjað móti
álvarsomum sjúkum?
4. Um ein slík lóg er, hvussu leingi hevur hon so verið galdandi, og hevur hon
alla tíðina eisini dekkað fyri sjúkur, sum eru íkomnar millum túrar?
5. Hvussu er støðan hjá sjófólkum, sum hava fingið álvarsliga sjúku, áðrenn
teirra felag hevði teknað nakra trygging?
6. Um sjófólk ikki eru nóg væl tryggjað móti avleiðingum av álvarsomum
sjúkum, hvat ætlar landsstýrismaðurin so at gera við tað?
Viðmerkingar:
Sjófólk eru, sambært lóg, tryggjað móti arbeiðsskaðum og sjúkum, ið beinleiðis
standast av arbeiðinum umborð á skipi, men hvussu er við sjúkum, sum ikki beinleiðis
eru arbeiðsskaði, men kortini til dømis kunnu vera ein avleiðing av viðurskiftunum
umborð?
Samanborið við arbeiðsvanlukkur, sum henda brádliga, kann vera ringt at prógva, at
ein sjúka, sum kemur langt eftir, at skaðiliga árinið byrjaði, er avleiðing av
arbeiðinum umborð. Tí kann tað henda, at tann sjúki ikki siglir við skipinum longur,
tá sjúkan byrjar at gera vart við seg. Dømi eru eisini um fólk, sum hava fingið eina
álvarsliga sjúku, meðan tey hava verið heima millum túrar.
Hesin fyrispurningurin verður settur fyri at vita, hvørji rættindi hesi fólkini hava
viðvíkjandi sjúkutryggingum, og hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur um so er, at
tryggingarviðurskiftini ikki eru nøktandi.

-- 1 of 2 --

Á Løgtingi, 8. juni 2023
Helgi Abrahamsen

-- 2 of 2 --