← Løgtingsmál

52-114/2022

Tunlarnir norður um fjall og Depilssvingið

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 19. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
114.22 Svar frá D. Holm til S.K. Poulsen - Tunlarnir norður um Fjall og Depilssvingið.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 19. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
19. juni 2023
Mál: 23/12373-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-114/2022
Svar til fyrispurning nr. 52-114/2022 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur
Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um tunlarnar Norður
um Fjall og Depilssvingið
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær vænast, at nýggju tunlarnir Norður um Fjall lata upp?
2. Hví hevur Landsverk valt at leggja nýggja tunnilsvegin, fyri norðan fjall, ímillum
Norðtoftavegin og gamla tunnilsvegin?
3. Hví bleiv ikki valt at knýta nýggja tunnilsmunnan norðanfyri og Norðtoftavegin saman
ístaðin?
4. Hvat kostar hesin vegurin av samlaðu verkætlanini?
5. Heldur kostnaðarætlanin fyri alla tunnilsverkætlanina?
6. Hvørjar niðurstøður eru lokala friðingarnevndin og yvirfriðingarnevndin komnar til í
samband við at gera nýggjan veg tvørtur um Depils Á?
7. Hvat kostar tað at leggja rør, fylla grót í og gera veg tvørtur um ánna?
8. Hvat kostar tað at gera eina brúgv tvørtur um ánna?
9. Hvat kostar tað at breiðka núverandi veg í Depilssvinginum?
10. Hvørja loysn mælir Landsverk til viðvíkjandi Depilssvinginum?
Svar til spurning 1
Arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall gongur væl. Roknað verður við, at byggitíðin verður 4 ár,
og at farleiðin verður liðug í 2024.
Sambært sáttmálanum skulu tunlarnir Norður um Fjall verða lidnir 1. desember 2024. Alt bendir á,
at tunlarnir verða lidnir til tíðina.
Svar til spurning 2, 3 og 4
Eftir galdandi løgtingslóg um tunlar Norður um Fjall verða nýggju tunlarnir gjørdir á leið har,
verandi tunlar eru. Vegur verður gjørdur millum tunlarnar, og knýtt verður í verandi landsvegir.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Í samband við fyrireikingarnar av verkætlanini vórðu ymsar linjuføringar og loysnir kannaðar fyri
tunnilsgerð og vegagerð. Møguleiki var fyri at leggja tunnilsvegin fyri norðan fjall soleiðis, at
vegurin frá tunnilsmunnanum varð bundin saman við Norðtoftavegin.
Um tunnilin varð lagdur lægri, hevði tað merkt, at tunnilin hevði verið longri og varð roknað við,
at neyðugar ábøtur á Norðtoftavegin høvdu verið so umfatandi, at tað samanlagt hevði verið
munandi dýrari enn valda loysnin. Jarðfrøðiligt og vegatekniskt metti Landsverk, at verandi loysn,
sum heild, var betra loysnin.
Samlaði kostnaðurin fyri vegin norðan fyri tunnilin er umleið 25 mió. kr., har økið kring
tunnilsmunnan eisini er tikið við.
Svar til spurning 5
Mett verður, at kostnaðurin fyri verkætlanina fer at halda.
Svar til spurning 6
Viðvíkjandi málinum um at dagføra Depilssvingið, hevur Landsverk søkt friðingarmyndugleikarnar
um loyvi at umskipa vegin nakað í samband við svingið sunnan fyri Depil, har vegurin fer um
Depilsá.
Umsóknin var fyrst viðgjørd í lokalu náttúrufriðingarnevndini, ið gav loyvi til verkætlanina, men
Yvirfriðingarnevndin broytti avgerðina og gav ikki loyvi til verkætlanina. Sí verkætlanina niðanfyri,
sum talan er um.
Svar til spurning 7, 8, 9 og 10
Tá tunlarnir Norður um Fjall eru lidnir, er bert eftir at dagføra Depilssvingið á vegastrekkinum
heilt norður til Viðareiðis. Í ár eru 1,5 mió. kr. játtaðar til at fyrireika og at fara undir at betra
Depilssvingið.
Landsverk arbeiðir við ymsum loysnum fyri at betra vegaføringina sunnan fyri Depil, har tað eru
tvey krøpp sving, sum gera, at ferðslan má nógv niður í ferð, og størri akfør hava eisini trupulleikar
at møtast.
Landsverk hevur mælt til eina loysn, har vegurin verður rættaður upp, so tað ber til at koyra umleið
60 km/t eftir vegnum. Ætlanin var so at skelta ferðina niður á 60 km/t fram við bygdini.
Í samband við verkætlanina var ætlanin at leggja stór rør í ánna, tí tað var ikki mett neyðugt at
varðveita brúnna um ánna. Mett verður, at hendan loysnin kostar umleið 5 mió. kr., um hon
verður gjørd í samband við tunnilsverkætlanina, har møguleiki er at fáa grót.
Møguleiki er eisini at gera eina brúgv, heldur enn at leggja ánna í rør. Mett verður tó, at hetta í
prinsippinum er ein átøk loysn, sum Yvirfriðingarnevndin hevur vrakað. Landsverk metir eisini, at
hetta er ein dýrari loysn enn tann, har áin verður løgd í rør, sum eisini krevur meira viðlíkahald.
Landsverk hevur tí ikki arbeitt meira við hesi verkætlan.
Ein triði møguleiki er eisini at breiðka vegin. Landsverk hevur ikki arbeitt við hesi loysnini, tí mett
verður, at størsti trupulleikin við verandi vegi er, at har eru tvey krøpp sving, har neyðugt er at fara
munandi niður í ferð. Tveir bilar kunnu í dag møtast á strekkinum, so tað er ivasamt, hvussu nógv
tað betrar vegin bert at breiðka hann.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
114.22 Spurningur til D.Holm frá S.K.Poulsen - Tunlarnir norður um fjall og Depilssvingið.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 7. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Tunlarnir norður um fjall og Depilssvingið
Spurningar:
1. Nær vænast at nýggju tunlarnir norður um fjall lata upp?
2. Hví hevur Landsverk valt at leggja nýggja tunnilsvegin, fyri norðan fjall,
ímillum Norðtoftavegin og gamla tunnilsvegin?
3. Hví bleiv ikki valt at knýta nýggja tunnilsmunnan norðan fyri og
Norðtoftavegin saman ístaðin?
4. Hvat kostar hesin vegurin av samlaðu verkætlanini?
5. Heldur kostnaðarætlanin fyri alla tunnilsverkætlanina?
6. Hvørjar niðurstøður eru lokala friðingarnevndin og yvirfriðingarnevndin
komnar til, í samband við at gera nýggjan veg tvørtur um Depils Á?
7. Hvat kostar tað at leggja rør, fylla grót í og gera veg tvørtur um ánna?
8. Hvat kostar tað at gera eina brúgv tvørtur um ánna?
9. Hvat kostar tað at breiðka núverandi veg í Depilssvinginum?
10. Hvørja loysn mælir Landsverk til viðvíkjandi Depilssvinginum?
Viðmerkingar:
Hesin fyrispurningurin er settur fyri at fáa greiðu á, hvussu gongst við nýggju
tunlunum norður um fjall. Tað frættist lítið í tíðindunum um hesa verkætlan. Hetta er
vanliga eitt gott tekin, og tí er eisini spenningur, um verkætlanin verður liðug fyri tíð.
Upprunaliga tíðarætlanin sigur, at tunlarnir standa lidnir í november 2024. Eitt, sum
fleiri lokalir íbúgvar undrast á, er, hví Landsverk hevur valt at gera nýggja
tunnilsvegin norðanfyri, ímillum tveir aðrar vegir. Tí verður eisini spurt um hetta.
Depilssvingið er eitt rættiliga skarpt s-sving. Stórir bilar kunnu ikki møtast í hesum
svinginum. Harafturat er tað eitt rættiliga óøkonomiskt sving orsakað av, at bilførarar
noyðast at seta ferðina úr 80 km/t niður á einar 30-50 km/t og síðani uppaftur á 80
km/t eftir svingið. Bæði maskinur og grót eru á staðnum; tí skuldi hetta verið lagaliga
løtan at rætta upp á Depilssvingið. Depils Á tekur seg tó sera væl út har; tí verður
bæði spurt um niðurstøðurnar hjá friðingarmyndugleikunum og hvørja loysn
Landsverk sær fyri viðvíkjandi Depilssvinginum.
Á Løgtingi, 07. juni 2023
Steffan Klein Poulsen

-- 1 of 1 --