52-113/2022
Verjusemja
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 13. jun. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
113 - Løgtingið.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 12. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Løgtingið Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 113/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um verjusemju Spurningar: 1. Ynskir Føroya landsstýri at vera við í verjusemjuni, sum danska stjórnin leggur upp til? – og um ja, hvørji ynski hevur landsstýrið til verjusemjuna? 2. Vil landsstýrið vera við til at styrkja um trygdina í Norðuratlantshavinum – og um ja, hvussu? 3. Ætlar landsstýrið at varðveita leistin um, at donsk málsøki sum t.d. verjan skulu gjaldast av danska statskassanum, ella skal landskassin gjalda fyri verjusemjuna ? 4. Hevur landsstýrið fingið innbjóðing til innleiðandi fundirnar um verjusemju? Um ja, hvør í landsstýrinum hevur luttikið til hesar fundir? Svarað verður undir einum Regluligt samskifti hevur í eina tíð verið millum landsstýrið og donsku stjórnina í sambandi við, at stjórnin er farin undir tilgongdina at gera eina nýggja verjusemju millum flokkarnar á Fólkatingi. Endamálið við verjusemjuni er at leggja játtan og raðfestingar á verjupolitiska økinum í eina fasta legu komandi árini. Í næstum verður ein sonevnd karmsemja væntandi gjørd, og síðani verða semjur um ítøkilig mál og átøk gjørdar so hvørt næstu tíðina. Avrátt er, at øll mál, sum eru viðkomandi fyri Føroyar og føroysk viðurskifti, verða umrødd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark. Higartil í ár hava landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og danski verjumálaráðharrin umrøtt málið um verjusemju umleið 7-8 ferðir á ymiskum fundum. Í løtuni verður arbeitt við orðingum til karmsemjuna, og seinni fara samráðingar í gongd um ítøkilig mál og átøk. Ongar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar uttan at landsstýrið er partur av teimum. Sambært stýrisskipanini ráðførir landsstýrið seg við løgtingsins uttanlandsnevnd í málum, sum hava stóran uttanríkispolitiskan týdning, og ætlanin er eisini at ráðføra seg um verjusemjuna, tá ið tíðin er búgvin. Landskassin skal ikki gjalda fyri verjusemjuna millum flokkarnar á Fólkatingi. Men trygd kostar og í tann mun, at íløgur skulu gerast, sum kunnu vera viðkomandi fyri trygd og verju á yvirtiknum málsøkjum, kann tað gerast ein spurningur fyri Løgting og landsstýri at fáa til vega fígging. -- 1 of 2 -- L Ø G M A N S S K R I V S T O V A N P r i m e M i n i s t e r ´ s O f f i c e Tinganes - Fo-100 Tórshavn – Faroes Tel: (+298)306000 – e-mail: info@tinganes.fo - www.lms.fo Grundarlagið undir verjupolitisku kósini hjá landsstýrinum er tryggleikin hjá Føroya fólki, og at verja ta vælferð og tær samfelagsskipanir, sum hava týdning fyri Føroyar. Fyri at trygd og støðufesti skulu kunna valda, eiga Føroyar at taka virknan lut í at økja um trygd og verju um okkara leiðir. Vit eiga eisini at raðfesta átøk sum betra eftirlitið, menna tilbúgvingina, sum stuðla undir virksemið hjá NATO og minka um váðan fyri ótilætlaðum spenningsstøðum, Millumtjóða samstarv er harumframt er samrunnin partur av trygdar- og verjupolitikki fyri londini um okkara leiðir og tí eisini ein raðfesting fyri landsstýrið. Beinleiðis samskifti við grannalondini og við NATO er ein týðandi táttur hesum viðvíkjandi. Síðan landsstýrið tók við, hevur danska verjumálaráðið fýra ferðir boðið donsku flokkunum og landsstýrinum til kunnandi fundir um yvirskipaðu fortreytirnar fyri eini nýggjar verjusemju. Sendistova Føroya í Keypmannahavn hevur tikið lut á hesum fundum. Í Tinganesi, 12. juni 2023 Aksel V. Johannesen løgmaður -- 2 of 2 --
113.22 Spurningur til A. V. Johannesen frá B. S. Nielsen - Verjusemja.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 31. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður Evni: Verjusemja Spurningar: 1. Ynskir Føroya landsstýri at vera við í verjusemjuni, sum danska stjórnin leggur upp til? – og um ja, hvørji ynski hevur landsstýrið til verjusemjuna? 2. Vil landsstýrið vera við til at styrkja um trygdina í Norðuratlantshavinum – og um ja, hvussu? 3. Ætlar landsstýrið at varðveita leistin um, at donsk málsøki sum t.d. verjan skulu gjaldast av danska statskassanum, ella skal landskassin gjalda fyri verjusemjuna ? 4. Hevur landsstýrið fingið innbjóðing til innleiðandi fundirnar um verjusemju? Um ja, hvør í landsstýrinum hevur luttikið til hesar fundir? Viðmerkingar: Í strembanini hjá donsku stjórnini at røkka NATO kravinum um, at tvey prosent av BTÚ skulu nýtast til fígging av verju, eru samráðingar innleiddar um nýggja verjusemju. Í hesum sambandi hevur virkandi danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, meldað út, at Arktis og Norðuratlantshavið hava fremstu raðfesting. Undanfarni landsstýrismaður í uttanríkismálum luttók á uppstartsfundinum til verjusemjuna fyri einum ári síðani. Umframt hetta hevur virkandi danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, verið í Føroyum á vitjan og verið á fundi við landsstýrismannin í uttanríkismálum, Høgna Hoydal, har boðað varð frá, at hann ynskti at hava føroysku og grønlendsku landsstýrini við, tá verjusemjan skal gerast. Framløgan av Arktiska kapacitetspakkanum varð nógv átalað, tí landsstýrið og Løgtingsins Uttanlandsnevnd ikki vóru kunnað um átøkini, sum vóru avtalað við pakkanum. Fyri at tryggja, at sama støða ikki endurtekur seg, er skrivað í danska stjórnarlagið, at landsstýrini verða kunnað og inndrigin til samráðingar, ið ávirka Føroyar. Landstýrið og danska stjórnin nýta orðingina: ”Einki um okkum uttan okkum” og ”intet om Færøerne og Grønland skal besluttes uden om Færøerne og Grønland. ”. Hetta má skiljast sum, at landsstýrið tryggjar sær, at ongar avgerðir um Føroyar verða tiknar, uttan at landsstýrið er við í avgerðunum. Grundarlagið fyri spurningunum til Aksel V. Johannesen, løgmann, er út frá omanfyri nevnda og við tí endamáli at fáa upplýst, hvør landsstýrisins leistur er til verjusemjuna. -- 1 of 2 -- Á Løgtingi, 30. mai 2023 Bárður á Steig Nielsen -- 2 of 2 --