52-112/2022
Integratiónslóg
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. jun. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
112.22 Svar frá B. K. Petersen til H. Jensen - Integratiónslóg.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 9. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E Gongin 7 • Box 64 • FO-110 Tórshavn (+298) 35 80 80 • lmr@lmr.fo • www.lmr.fo Løgtingið Click here to enter text. Tórshavn, tann: 9. juni 2023 J. nr.: 23/12255 Viðgjørt: GMN Svar upp á Skrivligan fyrispurning nr. 52-112/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismanni frá Honnu Jensen, løgtingsmanni um integratiónslóg. Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hvussu gongur at fyrireika lógaruppskot um integratión? 2. Hvørjir eru týdningarmestu tættirnir, sum ein slík lóggáva eigur at fevna um? 3. Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar at skipa ein heildarkendan føroyskan politikk á útlendingaøkinum? 4. Nær væntast lógaruppskotið at vera klárt at bera í Løgtingið? 5. Svar Til spurning 1 Fyrrverandi landsstýrið gjørdi eitt uppskot til integratiónslóg. Hetta uppskotið náddi tó ikki at verða lagt fyri Løgtingið. Ætlanin er at arbeiða víðari við tí uppskotinum. Eg haldi, at tað hevur týdning at hoyra, hvat viðkomandi partar hugsa um økið. Ætlanin er at hava fundir við hesar partar, áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið, soleiðis at økið er lýst so væl sum gjørligt, áðrenn uppskotið skal viðgerast av Løgtinginum. Ætlanin er at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í komandi tingsetu. Til spurning 2 Tá tosa verður um tilflyting til Føroyar, er í høvuðsheitum talan um 3 bólkar: - Útlendingar sum verða familjusameind - Útlendingar sum koma til Føroya at arbeiða - Flóttafólk Hesir bólkar hava ymiskan tørv og integratiónslógin má taka hædd fyri hesum. -- 1 of 2 -- LØGMÁLARÁÐIÐ M I N I S T R Y O F J U S T I C E 2/2 Høvuðsdenturin í integratiónslógini eigur at leggjast á tey, um hava ætlan at verða verandi í Føroyum. Lógin eigur at fevna um tilboð og krøv um frálæru í føroyskum. Um krav skal setast um málsligar førleikar og kunnleika til føroyska samfelagið í samband við varandi uppihaldsloyvi, so er neyðugt at tilboðið er sett soleiðis saman, at øll hava møguleika at luttaka. Hetta krevur t.d. at hædd verður tikið fyri fólkum sum sigla og arbeiða skiftisarbeiði. Eisini er neyðugt at kunna verður væl um rættindi og skyldur í føroyska samfelagnum. Tí eigur lógin av fevna um ymisk integratiónsátøk. Umhugsast eigur eisini hvussu føroyska samfelagið fær gagnnýtt vitan og útbúgving hjá útlendingum fult út. Tað kann eisini hava stóran týdning at duga føroyskt mál og kenna rættindi og skyldur hjá útlendingum, sum koma til Føroyar at arbeiða. Hetta kann eitt nú hava týdning í mun til trygd á arbeiðsplássinum. Tað er eisini ein sannroynd, at nógv sum koma til Føroyar at arbeiða, seinni velja at blíva verandi. Tí eigur hesin bólkurin eisini at fáa tilboð um m.a. málfrálæru. Tá tað kemur til flóttar, so er ætlanin at tey skulu aftur til sítt heimland, tá ið hetta er gjørligt. Eingin veit tó, hvussu leingi hetta kann verða, og tað gevur tí meining at bjóða integratiónsfremjandi tiltøk til henda bólk. Fyri allar bólkar, er tað serliga týdningarmikið at tryggja, at børn og ung sum koma til Føroya, fáa góða málfrálæru og verða integreraði í føroyska samfelagið. Um tey ikki læra mál og siðir, kann tað ganga út yvir trivnaðin. Hetta kann fáa óhepnar avleiðingar fyri alt samfelagið í longdini. Yvirskipa kann sigast, at ein integratiónslóg eigur at fevna um málfrálæru, kunning og ymisk integratiónstiltøk. Til spurning 3 Um man skal fáa ein heildarkendan politikk á økinum er neyðugt at inndraga allir viðkomandi partar í arbeiðnum. Tað vil siga, at land, kommunur, arbeiðsgevarar og fakfeløg mugu seta seg saman og finna loysnir, sum hóska til føroyska samfelagið. Til spurning 4 Miða verður eftir at bera uppskotið í Løgtingið komandi tingsetu. Týdningarmikið er at fáa lýst málið út í æsir, áðrenn tað verður sent út til ummælis. Tórshavn, 09. juni 2023 Bjarni Kárason Petersen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
112.22 Spurningur til B. K. Petersen frá H. Jensen - Integratiónslóg.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 30. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingsmaður Svarari: Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum Evni: Integratiónslóg Spurningar: 1. Hvussu gongur at fyirreika lógaruppskot um integratión? 2. Hvørjir eru týdningarmestu tættirnir, sum ein slík lóggáva eigur at fevna um? 3. Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar at skipa ein heildarkendan føroyskan politikk á útlendingaøkinum? 4. Nær væntast lógaruppskotið at vera klárt at bera í Løgtingið? Viðmerkingar: Seinnu mongu árini er talið á útlendingum, sum seta búgv í Føroyum, vaksið skjótt og veksur enn. Sambært Hagstovuni er ein stórur partur av orsøkini til fólkavøkstur í Føroyum seinastu árini tann stóra tilflytingin. Talan er tá óivað um føroyingar, sum flyta heim, men ikki minni um útlendingar, sum flyta til Føroya í sambandi við arbeiði, familjuviðurskifti o.a. Hesi ríka okkara samfelag og taka m.a. upp arbeiði, har tørvurin á arbeiðsmegi er stórur og trupul at nøkta. Tey bera við sær nógvan kunnleika, vitan og mentan, sum kemur og í størri mun eigur at koma føroyska samfelagnum til góðar. Fleiri og fleiri tekin eru um, at neyðugt er at styrkja fyrisitingina av hesum øki, so samfelag okkara er betur ført fyri at taka ímóti tilflytarum, og gera tað høgligt hjá teimum at lenda í skipanum, sum mynda okkara gerandisdag. Men tørvur er helst eisini á at stýra gongdini og tryggja myndugleikum betri vitan, grundarlag og heimildir á hesum øki, og óivað er neyðugt at nágreina rættindi og skyldur hjá bæði einstaklingum og myndugleikum. Í fleiri ár er frætt um, at arbeitt verður við føroyskari integratiónslóg, tó enn er hon ikki komin, og tað tykist sum, at málið er av meira torgreiddum slagi. Tí verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 30.mai 2023 Hanna Jensen -- 1 of 1 --