52-111/2022
Lestrarstuðul í smb. við føroyskt sum annaðmál
§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 12. jun. 2023 · logting.fo
Spyrjari
Svarari
Skjøl (2)
111.22 Svar frá D.N Joensen til H. Jensen - Lestrarstuðul.pdfuppruna-PDF
Svar · — · 9. jun. 2023
Sjá útdrigin tekst
B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo Løgtingið 9. juni 2023 Tinghúsvegur 1-3 Mál: 22/22133-32 100 Tórshavn Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-111/2022 frá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, eftir § 52a í Tingskipanini, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um lestrarstuðul í sambandi við føroyskt sum annaðmál. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Er heimild ella serstakur møguleiki fyri at byrja at veita lesandi í føroyskum sum annaðmál lestrarstuðul? 2. Eru ætlanir um, at tey, sum lesa føroyskt sum annaðmál, skulu kunna søkja um at fáa lestrarstuðul? 3. Um ja, nær kann ein slíkur møguleiki gerast veruleiki? Svar Ad 1: § 4, stk. 2 í lóg um lestrarstuðul og § 1 í kunngerð um lestrarstuðul flokka, hvørji sløg av útbúgvingum eru stuðulsheimilaðar. Hetta eru hægri útbúgvingar, styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar, miðnámsútbúgvingar, partar av miðnámsútbúgvingum ella útbúgvingar á framhaldsdeildarstigi fyri umsøkjara, ið eru fyltir 18 ár. Føroyskt sum annaðmál passar ikki inn í verandi flokking/allýsingar av útbúgvingum. Í verandi løtu er talan um fak/skeið, og ikki um eina sjálvstøðuga útbúgving sum soleiðis. Men arbeitt verður við at seta sjøtul á føroyskt sum annaðmál sum eina sjálvstøðuga útbúgving. Tá útbúgvingin síðani er greitt definerað, eru broytingar í lógarverkinum neyðugar, um talan skal vera um eina stuðulsheimilaða útbúgving. Um útbúgvingin verður knýtt at eini verandi útbúgvingarkategori, so er talan bert um at víðka § 1 í kunngerðini. Um útbúgvingin verður ásett sum nýggj kategori, má § 4, stk. 2 í lógini og § 1 í kunngerðini broytast, umframt at § 18, stk. 1 í lógini má víðkast til at fevna um útbúgvingina. Fyri at útbúgvingin skal verða stuðulsheimilað, má hon harumframt lúka treytirnar í lestrarstuðulsregluverkinum, m.a. § 2 í lógini (bústaðarskylda og tilknýti), ið eisini fevnir um lesandi við útlendskum ríkisborgaraskapi. Og § 4, stk. 1 í lógini (útbúgvingin skal verða skipað sum heiltíðarlestur, vera minst 3 fylgjandi mánaðir til longdar, vera ólønt og enda við próvtøku) og § 1 í kunngerðini. -- 1 of 2 -- B A R N A - O G Ú T B Ú G V I N G A R M Á L A R Á Ð I Ð Tinghúsvegur 7 • FO-100 Tórshavn • Tel: +298 306500 • bumr@bumr.fo 2/2 Ad 2: Barna- og útbúgvingarmálaráðið arbeiðir við einum lógaruppskoti, sum skal vera grundarlag undir einum málskúla fyri tilflytarar, og sum eftir ætlan skal veita útbúgvingartilboð kring landið í føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar. Til lógina verður eisini útbúgvingarkunngerð og próvtøkukunngerð. Ætlanin er tá eisini at viðgera spurningin um, hvørt føroyskt sum annaðmál skal verða stuðulsheimilað. Ad 3: Spurningurin hongur saman við lóggávuni um føroyskt sum annaðmál, sum væntandi verður løgd fyri Løgtingið í heyst. Harumframt skal játtanin til útbúgvingarstuðul eisini taka hædd fyri hesi útbúgving. Vinarliga heilsan Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður -- 2 of 2 --
111.22 Spurningur til D.N Joensen frá H. Jensen - Lestrarstuðul.pdfuppruna-PDF
Spurningur · — · 30. mai 2023
Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini Spyrjari: Hanna Jensen, løgtingsmaður Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum Evni: Lestrarstuðul í smb. við føroyskt sum annaðmál Spurningar: 1. Er heimild ella serstakur møguleiki fyri at byrja at veita lesandi í føroyskum sum annaðmál lestrarstuðul? 2. Eru ætlanir um, at tey, sum lesa føroyskt sum annaðmál, skulu kunna søkja um at fáa lestrarstuðul? 3. Um ja, nær kann ein slíkur møguleiki gerast veruleiki? Viðmerkingar: Javnan frættist um, at tað kann vera trupult at luttaka á teimum drúgvu skeiðunum í føroyskum sum annaðmál. Tilflytarar koma í stóran mun til Føroya fyri at taka upp arbeiði, sum føroyska samfelagið hevur tørv á at fáa framt. Eftir loknan arbeiðsdag ber til at fara á styttru kvøldskúlaskeiðini kring landið at fáa gongd á at læra føroyskt og fáa styrkt vitanina um føroyska samfelagið og mentanina her. Men skulu tey læra føroyskt skjótt og væl, so má tíð setast av til tess, og í fleiri ár hevur tilboð verið um dagskúla ymsastaðni, har tilflytarar kunnu lesa hálva tíð – antin fyrrapart ella seinnapart. Hetta ber til hjá summum, men verri enn so øllum. Arbeiðsmarknaðurin er fjøltáttaður og viðurskiftini hjá tilflytarum ymisk, og tað ber ikki til hjá øllum at luttaka á teimum drúgvu skeiðunum – antin tí at tey ikki kunnu fara frá sínum arbeiði í tí tíðarbilinum, sum skúlatímarnir liggja, ella tí at fíggjarliga støðan ikki loyvir, at tey einans arbeiða hálva tíð ella gott tað, tað rúma tíðarbil, sum tað tekur at ogna sær hollan førleika í føroyskum. Og her kemur spurningurin um lestrarstuðul inn í myndina. Tí um tilflytarar, sum taka drúgvu skeiðini, lesa upp ímóti 20 tímum í eini alment góðkendari útbúgvingarskipan og lúka treytirnar fyri lestrinum annars, eru so ikki orsakir til at umhugsa at geva hesum bólki rætt til lestrarstuðul tað tíðarskeiðið? Á Løgtingi, 30. mai 2023 Hanna Jensen -- 1 of 1 --