← Løgtingsmál

52-109/2022

Læknavaktin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 8. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
109.22 Svar frá M. Stórá til S. Nolsø - Læknavaktin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 9. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 8. juni 2023
HMR j. nr. 23/11876
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-109/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um læknavaktina, frá Sólvit E. Nolsø,
løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu leingi bíðar hvørt fólkið í miðal, áðrenn telefonin svarar, tá ein ringir til
læknavaktina?
2. Hvussu ofta er tað komið fyri seinasta árið, at fólk ringja til læknavaktina, og telefonin ikki
svarar?
3. Stjórin í Heilsutrygd segði herfyri, at møguliga átti skipanin at broytast. Er
landsstýrismaðurin samd við stjóran í Heilsutrygd? Um so er, hvørjar broytingar, sær
landsstýrismaðurin fyri sær, kunnu gerast fyri at fáa skipanina at rigga betur?
Svar:
Til spurning 1
Sambært Sjúkrahúsverkinum vóru frá 1. juni 2022 til 1. juni 2023 29.005 uppringingar svaraðar, har
tey flestu hava bíða styttri enn 4 min.
Í sama tíðarskeiðið hava 7.948 uppringingar verið, har tað er lagt á uttan at fáa svar, hóast lækni
hevur verið tøkur (er loggaður á skipanina). Talan kann í ávísum førum vera um persónar, sum hava
ringt fleiri ferðir uttan at koma ígjøgnum, helst tí at tað hevur verið stórt trýst á skipanina. Eisini

-- 1 of 3 --

kann hugsast, at ein stórur partur av hesum eru komin ígjøgnum, tá ið tey hava ringt aftur, og tískil
eru við í tølunum fyri teimum køllum, sum eru svaraði.
Til spurning 2
Sum tað millum annað hevur verið frammi alment, hava tað tíverri verið tíðarbil, har ongin lækni av
ymiskum orsøkum hevur verið tøkur (ikki loggaður á skipanina), og har telefonin ikki hevur svarað,
tá fólk hava ringt til Læknavaktina.
Sambært Sjúkrahúsverkinum hava 2.292 uppringingar verið í tíðarskeiðinum 1. juni 2022 til 1. juni
2023, meðan eingin lækni hevur verið tøkur. Hetta svarar til umleið 6 uppringingar í miðal um
samdøgrið. Talan kann í ávísum førum vera um somu persónar, sum hava ringt fleiri ferðir. Í
teimum førum har telefonin ikki svarar, hava fólk umvegis telefonsvarara fingið upplýst, at tey
skulu ringja 112, um tørvur er á bráðfeingis hjálp.
Landsstýriskvinnan er ikki nøgd við, hvussu Læknavaktin 1870 er skipað í dag, har tað millum
annað eru tíðarbil har læknavaktin 1870 ikki svarar. Tí verður arbeitt við at fremja neyðugar
broytingar í skipanini (sí svarið til spurning 3).
Til spurning 3
Síðani Læknavaktin varð sett á stovn í apríl 2007, eru fleiri viðurskifti broytt og virksemið er
munandi økt, men hóast tað er bygnaðurin í Læknavaktini framvegis tann sami.
Læknavaktin er í dag skipað á tann hátt, at tað er Heilsutrygd, ið hevur yvirskipaða ábyrgd av
kommunulæknaskipanini, meðan kommunulæknarnir hava sjálvir ábyrgd av Læknavaktini.
Harumframt hevur Sjúkrahúsverkið ábyrgdina av sjúkrarøktarfrøðingunum, ið starvast í
Læknavaktini, umframt at hava ábyrgd av hølunum hjá Læknavaktini. Tørvur er á at broyta henda
bygnaðin, tí hann er bæði fløktur og ótíðarhóskandi við einum fleirbýttum uppgávu- og
ábyrgdarbýti.
Í mai 2023 samdust Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya um ein nýggjan bygnað fyri
Læknavaktina. Talan er um ein bygnað við einum greiðum og einføldum uppgávu- og ábyrgdarbýti.
Ein ábyrgdarhavari verður í Læknavaktini, og tað verður Heilsutrygd. Við nýggja bygnaðinum í
Læknavaktini ber til at fáa eina skipan, sum bæði veitir sjúklingum eina dygdargóða heilsutænastu;
tryggjar starvsfólkunum góðar arbeiðsumstøður og sum støðugt verður ment.
Við nýggja bygnaðinum verður vaktarbyrðan hjá kommunulæknunum munandi minni, samstundis
sum talið av sjúkrarøktarfrøðingum í Læknavaktini verður økt.
Sum tað alment hevur verið frammi, verður arbeitt við seta ein fakligan stjóra fyri
kommunulæknaskipanina. Í hesum sambandi er ætlanin, at Heilsutrygd herundir fakligi stjórin, skal
hava ábygdina av Læknavaktini og starvsfólkunum, sum starvast í skipanini. Við hesum
bygnaðinum fara øll starvsfólkini í Læknavaktini at hava somu leiðslu. Hetta er eitt nýbrot
samanborið við verandi skipan.

-- 2 of 3 --

Bygnaðurin verður settur í verk, tá ein avtala er fingin millum Kommunulæknafelag Føroya og
Fíggjarmálaráðið um vaktargjøld í Læknavaktini.
Heilsumálaráðið, 8. juni 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
109.22 Spurningur til M. Stórá frá S. Nolsø - Læknavaktin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 26. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Læknavaktin
Spurningar:
1. Hvussu leingi bíðar hvørt fólkið í miðal, áðrenn telefonin svarar, tá ein ringir
til læknavaktina?
2. Hvussu ofta er tað komið fyri seinasta árið, at fólk ringja til læknavaktina, og
telefonin ikki svarar?
3. Stjórin í Heilsutrygd segði herfyri, at møguliga átti skipanin at broytast. Er
landsstýrismaðurin samd við stjóran í Heilsutrygd? Um so er, hvørjar
broytingar, sær landsstýrismaðurin fyri sær, kunnu gerast fyri at fáa skipanina
at rigga betur?
Viðmerkingar:
Fyri nøkrum døgum síðan vóru søgur aftur frammi um læknavaktina á
Landssjúkrahúsinum, har fólk høvdu bíðað ógvuliga leingi, áðrenn telefonin svaraði. Í
summum førum svaraði telefonin ongantíð.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at skipanin fær ákoyringar, tí tað annahvørt tekur ov leingi at
svara, ella einki svar fæst. Tað er ikki í lagi og kann elva til stúran og ørkymlan.
Í fleiri førum seinastu árini hava somu støður endurtikið seg, har fólk hava bíðað
ógvuliga leingi ella einki svar hava fingið.
Í almennari samrøðu herfyri segði stjórin í Heilsutrygd, at skipanin møguliga átti at
enduskoðast ella broytast, tí tað vóru avbjóðingar við henni. Millum annað nevndi
hann sjálvur, at tað samstarvið, sum er millum kommunulæknarnar og
sjúkrahúsverkið, ið saman reka skipanina, kanska átti at gerast einfaldari, uttan at
hann tó kom nærri inná, hvussu skipanin við at gerast einfaldari gjørdist betri.
Læknavaktin er ein týdningarmikil partur av okkara heilsutænastum, og tað hevur
stóran týdning, at hon riggar, sum hon skal, og at fólk kunnu hava álit á henni.
Á Løgtingi, 26. mai 2023
Sólvit E. Nolsø

-- 1 of 1 --