← Løgtingsmál

52-108/2022

Gøtudalstunnilin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
_ 23_11824-2 Svar til fyrispurning um Gøtudalstunnilin 1380014_3_0.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
FISKIVINNU- OG SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ
M i n i s t r y o f F i s h e r i e s a n d I n f r a s t r u c t u r e
Y v i r i v i ð S t r o n d 1 5 • P . O . B o x 3 4 7 • F O - 1 1 0 T ó r s h a v n • F a r o e I s l a n d s
T e l . ( + 2 9 8 ) 3 5 3 0 3 0 • f i s k @ f i s k . f o • w w w . f i s k . f o
Løgtingið
Tinghúsvegur 1-3
Postboks 208
110 Tórshavn
7. juni 2023
Mál: 23/11824-2
(at tilskila í svari)
Tygara skriv: 52-108/2022
Svar til fyrispurning nr. 52-108/2022 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur
Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, um
Gøtudalstunnilin
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við at fyrireika verkætlanina Gøtudalstunnil?
2. Er liðugt at gera jarðfrøðiligu kanningarnar av økinum, har tunnilin ætlandi skal
verða?
3. Hvat siga kanningarnar um møguleikan at gera tunnilin?
4. Verður Gøtudalstunnilin við í eini komandi langtíðarløguætlan?
Svar til spurning 1, 2 og 3
Gøtudalstunnilin hevur verið planlagdur í nógv ár. Í sambandi við Eysturoyartunnilin
hevur ætlanin verið, at høvuðsferðslan til og frá Eysturoyartunlinum, Eysturoyarmegin,
skuldi fara eftir vestara armi á Skálafjørðinum til økini norðan fyri Gøtueiði.
Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, sum knýtir
miðøkið og norðurøkið saman.
Í 2019 var peningur játtaður til at fyrireika verkætlanina at gera ein tunnil millum Gøtudal
og Skálabotn. Játtanin var brúkt til at gera jarðfrøðiligar forkanningar, við millum annað at
gera jarðfrøðiligar royndarboringar á Varmakeldueiði og í grótbrotinum oman fyri
Syðrugøtu, ið spyrjarin eisini nevnir.
Í sambandi við fyrireikingarnar arbeiddi Landsverk við tveimum møguligum tunnilslinjum,
har annar tunnilin er 3,3 kilometrar og hin 3,5 kilometrar langur, umframt vegagerð. Teir
verða mettir til at kosta 420 - 460 mió. kr. Tá er váðaískoytið ikki tikið við.
Sambært Landsverki metir Jarðfeingi seg nú at hava so mikið góða jarðfrøðiliga vitan um
økið, har ætlanin er at gera tunnilin, at neyðugt er ikki við fleiri størri jarðfrøðiligum
kanningum.

-- 1 of 2 --

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
2/2
Í samband við verkætlanina vil Landsverk hava eina jarðfrøðiliga frágreiðing, ið bindir seg
til ta endaligu linjuføringina, sum verður vald, har jarðfrøðin verður lýst eftir sjálvari linjuni.
Henda frágreiðing fer eftir ætlan at verða gjørd av Jarðfeingi, saman við Landsverki og
ráðgevum.
Svar til spurning 4
Eftir langtíðarløguætlanini fyri 2018 – 2030, hjá undanfarnu samgongu, verða 385 mió. kr.
játtaðar til Gøtudalstunnilin árini 2027 – 2030.
Arbeitt verður nú við at dagføra samferðsluætlanina. Tað verður eitt gott grundarlag fyri at
dagføra løguætlan landsins.
Sum tilskilað, er Gøtudalstunnilin ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum,
sum knýtir miðøkið og norðurøkið saman, og eigur Gøtudalstunnilin at verða raðfestur.
Dennis Holm
landsstýrismaður

-- 2 of 2 --
108.22 Spurningur til D. Holm frá H. Abrahamsen - Gøtudalstunnilin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Gøtudalstunnilin
Spurningar:
1. Hvussu gongur við at fyrireika verkætlanina Gøtudalstunnil?
2. Er liðugt at gera jarðfrøðiligu kanningarnar av økinum, har tunnilin ætlandi skal verða?
3. Hvat siga kanningarnar um møguleikan at gera tunnilin?
4. Verður Gøtudalstunnilin við í eini komandi langtíðarløguætlan?
Viðmerkingar:
Í 2019 vóru tvey jarðfrøðilig hol borað ávikavist við Varmakeldueiðið og omanfyri Syðrugøtu í
sambandi við Gøtudalstunnilin. Táverandi landsstýrismaður við samferðslumálum upplýsti í svari
til ein § 52a fyrispurning í 2020, at tá ið endaligu niðurstøðurnar frá jarðfrøðiligu kanningunum
fyrilógu, fór at bera til at fara víðari við fyrireikingunum og leggja tunnilslinjuna við atliti til
jarðfrøðina.
Eisini upplýsti landsstýrismaðurin, at arbeitt bleiv við eini langtíðarløguætlan, har støða millum
annað skuldi takast til, hvussu ein játtan til Gøtudalstunnil skuldi verða raðfest.
Nú mesta samferðslan millum Havnina, Eysturoynna og Norðoyggjar fer ígjøgnum
Eysturoyartunnilin, er upplagt at brúka vestara arm á Skálafjørðinum til ferðsluna til og úr økinum
eystanfyri Gøtueiði. Í tí sambandi hevði Gøtudalstunnilin gjørt góðan mun, bæði fyri at minka um
ferðsluna gjøgnum bygdu økini á eystursíðuni á Skálafjørðinum, og ikki minst fyri at sleppa
uttanum Gøtueiði, har hálka oftra er ein trupulleiki.
Hesin fyrispurningurin verður settur, fyri at fáa greiðu á, hvar málið liggur, og hvat víðari fer at
henda við málinum.
Á Løgtingi, 25. mai 2023
Helgi Abrahamsen

-- 1 of 1 --