← Løgtingsmál

52-107/2022

Fiskavirkisskipanin

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 7. jun. 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
107.22 Svar frá I. D. Strøm til L. Weihe -Fiskavirkisskipanin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 7. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
Gongin 7 • FO-100 Tórshavn
Tel. (+298) 35 87 00 • umhvorvi@umhvorvi.fo • www.umhvorvi.fo
Løgtingið
Tórshavn, tann 6. juni 2023
J. nr.: 23/11821
Tygara skriv: 52-107/2022
Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-107/2022 frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu, um
fiskavirkisskipanina
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógv er útgoldið úr fiskavirkisskipanini seinastu 10 árini?
2. Hvussu stórur partur av hesum er útgoldið til starvsfólk á virkjum í ali- og
uppsjóvarvinnuni?
3. Í samgonguskjalinum stendur, at fiskavirkisskipanin skal eftirmetast. Hvussu langt er
landsstýrismaðurin komin við hesum arbeiði?
Nr. 1
Samlaða útgjaldið úr fiskavirkisskipanini seinastu 10 árini er á leið 239.669.000 krónur. Sí
talvuna niðanfyri.
Útgjald: 229.316.711 kr.
Eftirløn: 5.758.837 kr.
Almenn gjøld: 4.593.191 kr.
Ár Vanliga
skipan
(tkr)
FV-skipanin
(tkr)
Eftirløn -
vanlig skipan
(tkr)
Eftirløn FV-
skipan (tkr)
Almenn
gjøld (tkr)
Íalt (tkr) FV í % av
samlaðu
útgjøldunum
2012 199.592 20.806 - - 4.320 224.718 9%
2013 151.746 24.405 - - 3.430 179.581 14%
2014 120.790 22.553 - - 2.927 146.270 15%
2015 92.184 24.296 - - 2.310 118.790 20%
2016 71.458 20.191 - - 1.894 93.542 22%
2017 57.077 15.414 - - 1.534 74.025 21%
2018 45.497 17.049 - - 1.303 63.849 27%
2019 30.476 14.520 1.549 755 887 48.188 30%
2020 47.116 20.115 3.041 1.298 1.377 72.947 28%
2021 43.542 24.360 3.056 1.710 1.337 74.005 33%
2022 28.752 25.607 2.241 1.996 1.067 59.662 43%
888.230 229.317 9.887 5.759 22.384 1.155.576

-- 1 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
2/3
Nr. 2
Samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini til starvsfólk á ali- og
uppsjóvarvirkjum árini 2012 – 2022 er umleið 120.389.000 krónur. Eftirløn og almenn gjøld eru
ikki við í upphæddini.
Útgjøldini í 2023 á stívliga 9,0 mió. krónur eru ikki við í hesi upphæddini.
Um borið verður saman við samlaðu upphæddina hesi árini – uttan eftirløn og almenn gjøld –
so eru á leið 53% av samlaðu útgjøldunum úr fiskavirkisskipanini goldin starvsfólkum á ali- og
uppsjóvarvirkjum.
Virki: 2012
(tkr.)
2013
(tkr.)
2014
(tkr.)
2015
(tkr.)
2016
(tkr.)
2017
(tkr.)
2018
(tkr.)
2019
(tkr.)
2020
(tkr.)
2021
(tkr.)
2022
(tkr.)
2023
(tkr.)
Íalt
(tkr.)
P/F BAKKAFROST
HARVEST
552 887 700 334 344 13 2.829
P/F BAKKAFROST
PROCESSING
389 436 1.198 2.615 2.689 1.885 3.341 447 1.303 4.160 3.002 4.648 26.115
P/F FAROE
FARMING
1.478 926 611 620 71 769 4.475
P/F HAVSBRÚN 687 257 216 241 359 298 422 382 341 738 430 4.371
P/F LUNA 505 214 572 1.492 486 875 591 499 650 623 2.320 62 8.889
P/F MOWI
FAROES
924 781 708 1.001 279 3.694
P/F P.P. FAROE
PELAGIC
2.475 3.041 3.660 3.511 3.034 2.307 3.299 2.045 2.400 863 2.164 1.005 29.803
P/F PELAGOS 68 1.888 1.407 795 651 918 1.348 735 1.406 436 9.654
P/F SNARFROST 294 278 48 20 640
P/F VARÐIN
PELAGIC
758 3.535 4.548 3.892 2.863 1.988 4 2.833 2.441 3.670 3.159 2.087 31.777
P/F VESTMANNA
SEAFOOD
655 996 477 728 776 1.183 604 1.260 497 7.176
Íalt 6.845 9.294 11.572 15.247 12.248 9.406 9.039 8.825 10.741 12.379 14.791 9.034 129.423
Nr. 3
Tá føroyska arbeiðsloysisskipan varð sett á stovn í 1992 skuldi skipanin vera ein
fulltíðararbeiðsloysisskipan, har fólk fingu arbeiðsloysisstuðul í (helst) styttri tíðarskeið, meðan
tey vóru arbeiðsleys.
Hesi seinastu 10 árini ella so er útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini vorðið
alsamt vaksandi partur av samlaða útgjaldinum hjá ALS, og harvið er skipanin í vaksandi mun
vorðin ein ískoytisarbeiðsloysisskipan heldur enn ein fulltíðararbeiðsloysisskipan, og nærum
helmingurin av samlaða útgjaldinum er nú arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini.

-- 2 of 3 --

UMHVØRVISMÁLARÁÐIÐ
Ministry of Environment
3/3
Stýrið fyri ALS, sum er sett saman av umboðum fyri arbeiðsmarknaðin, hevur gjørt eina
eftirmeting av fiskavirkisskipanini og hevur mælt til at gera nakrar broytingar í kunngerðini um
útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum. Umhvørvismálaráðið hevur sent
uppskot til broytingar í kunngerðini til hoyringar. Hoyringarfreistin er 14. juni 2023.
Uppskotið hevur við sær, at arbeiðsleys á fiskavirkjum skjótari kunnu koma í vanligu
arbeiðsloysisskipanina og harvið fáa hægri útgjald og verða tøk til onnur størv. Ítøkiliga er talan
um at áseta krav um, at í fýra vikur á rað skal persónur hava í minsta lagi 16 arbeiðstímar á tí
fiskavirkinum, viðkomandi hevur tilknýti til. Annars verður viðkomandi ikki mettur sum
arbeiðsleysur á fiskavirkinum og fær ikki longur arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini. Sum
nú er, ber til at vera í og fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, um onki arbeiði er á fiskavirkinum, í
upp til átta vikur. Um persónur fer til arbeiðis í ein tíma ella tveir í til dømis sjeyndu ella áttandu
vikuni, verður tíðarskeiðið longt við átta vikum afturat. Fólk kunnu sostatt vera arbeiðsleys og
hava rætt til arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini í langa tíð.
Broytingarnar hava harumframt við sær, at tað skulu ganga minst fýra vikur, frá tí at ein
persónur er dottin úr fiskavirkisskipanini, til viðkomandi kann sleppa í fiskavirkisskipanina aftur.
Dettur ein persónur úr fiskavirkisskipanini, tí viðkomandi ikki lýkur treytirnar um minst 16
arbeiðstímar í fýra vikur á rað, kann viðkomandi fara í vanligu arbeiðsloysisskipanina og/ella
søkja um at koma í fiskavirkisskipanina aftur, tá ið fýra vikur eru gingnar. Fer persónurin í
vanligu arbeiðsloysisskipanina, ber tað væl til hjá viðkomandi at fara til arbeiðis aftur á sama
fiskavirkinum, samstundis sum viðkomandi er í vanligu arbeiðsloysisskipanini. Kunngerðin um
útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli ásetur, hvussu nógv kann verða arbeitt, samstundis sum
viðkomandi fær lutvíst útgjald úr ALS.
Samanumtikið fara broytingarnar at hava við sær, at fólk koma skjótari inn í vanligu
arbeiðsloysisskipanina, har útgjaldið er hægri enn í fiskavirkisskipanini, og harvið verða skjótari
tøk at taka á seg annað arbeiði.
Semja er ikki í stýrinum fyri ALS um, hvørt ali- og uppisjóvarvirkir framhaldandi skulu vera
partur av fiskavirkisskipanini, og tískil er einki tilmæli komið til landsstýriskvinnuna um at gera
broytingar hesum viðvíkjandi.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
107.22 Spurningur til I. D. Strøm frá L. Weihe -Fiskavirkisskipanin.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 25. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum
Evni: Fiskavirkisskipanin
Spurningar:
1. Hvussu nógv er útgoldið úr fiskavirkisskipanini seinastu 10 árini?
2. Hvussu stórur partur av hesum er útgoldið til starvsfólk á virkjum í ali- og
uppsjóvarvinnuni?
3. Í samgonguskjalinum stendur, at fiskavirkisskipanin skal eftirmetast. Hvussu
langt er landsstýrismaðurin komin við hesum arbeiði?
Viðmerkingar:
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á, at stuðulsskipanir sum t.d.
fiskavirkisskipanin eiga at verða avtiknar. Tað sama siga summir arbeiðsgevarar í
alivinnuni, hóast hesir sjálvir hava starvsfólk í fiskavirkisskipanini.
Vit vita, at ali- og uppsjóvarvinnan eru tær vinnur, sum er mest lønsamar og hava
verið tað í fleiri ár. Allíkavæl eru starvsfólk í júst hesum vinnum í
fiskavirkisskipanini, sum í roynd og veru betalir fólki fyri ikki at vera til arbeiðis.
Vit hava lægsta arbeiðsloysi í Europa. Okkum tørvar arbeiðsmegi, bæði í privata og
almenna geiranum. Hóast trot er á arbeiðsmegi, verða ávísar vinnur stuðlaðar og
fasthalda soleiðis arbeiðsmegi í størvum, sum ofta ikki løna seg – samstundis sum
skipanirnar forða arbeiðsmegi í at arbeiða í øðrum vinnum ella økjum, har tørvurin er
stórur.
Á Løgtingi, 25. mai 2023
Liljan Weihe

-- 1 of 1 --