← Løgtingsmál

52-106/2022

Skannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
106.22 Svar frá M. Stórá til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um skannarin.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 31. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 31. mai 2023
HMR j. nr. 23/11472
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurningur nr. 52-106/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um skannaran til Klaksvíkar
sjúkrahús, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu
Spurningurin var soljóðandi:
1. Frá hvørjum sjúkrahúsum eru limirnir í arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli um gávuna,
sum Klaksvíkar Sjúkrahús fekk frá gevarum í Klaksvík og Eysturoynni?
Svar:
Til spurning 1
Sum áður boðað frá, setti sjúkrahúsleiðslan í Sjúkrahúsverkinum ein arbeiðsbólk til at orða eitt
tilmæli til sjúkrahúsleiðsluna um skannaran, sum nakrir gevarar ætla at lata Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Eftir at leiðslan í Sjúkrahúsverkinum fekk tilmælið, hevur leiðslan latið landsstýriskvinnuni sítt
tilmæli tann 25. mai. Sum kunnugt hevur landsstýriskvinnan, eftir at hon fekk tilmælið, alment
boðað frá, at hon ynskir at taka ímóti gávuni.
Tey, sum sótu í arbeiðsbólkinum, sum leiðslan í Sjúkrahúsverkinum setti til at orða tilmælið, vóru
varastjórarnir á ávikavist Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi saman við fakfólki frá
Landssjúkrahúsinum innan medicoteknisk tól, radiologi, røntgen, medisinskar sjúkur og
fíggjarviðurskifti. Arbeiðsbólkurin hevur eisini leita sær vitan hjá øðrum viðkomandi fakfólkum
fyri at svara arbeiðssetninginum. Eitt nú hevur bólkurin fingið íkast frá serlækna innan
mammakirurgi, frá serlækna í urologi, sum í nógv ár hevur verið knýttur at Klaksvíkar sjúkrahúsi,
umframt frá serkønum uttanlands, sum dagliga arbeiða við MR-skanningum umframt framleiðara
av 3 Tesla MR-skannara.
Heilsumálaráðið, 31. mai 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 1 of 1 --
106.22 Spurningur til M. Stórá frá E. M. Gunnleygsdóttur - Skannaran til Klaksvíkar sjúkrahús.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Skannarin til Klaksvíkar Sjúkrahús
Spurningur:
1. Frá hvørjum sjúkrahúsum eru limirnir í arbeiðsbólkinum, sum skal gera
tilmæli um gávuna, sum Klaksvíkar Sjúkrahús fekk frá gevarum í Klaksvík og
Eysturoynni?
Viðmerkingar:
Undirritaða setti tann 4. mai landsstýrismanninum í heilsumálum 6 spurningar í
samband við skannaran, sum Klaksvíkar Sjúkrahús fekk í gávu frá gevarum í
Klaksvík og Eysturoynni.
Spurningur 1 var:
Ætlar landsstýrismaðurin at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli í samband við
stórfingnu gávuna, Tesla MR-skannaran, ið Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið?
Spurningur 2 var:
Um ja, hvør verður settur í hendan arbeiðsbólkin, sum skal gera tilmæli. Frá hvørjum
sjúkrahúsi og hvørji deild verða tey?
Landsstýrismaðurin svaraði tann 17. mai 2023 spurningi 1 og 2 undir einum. Svarið
var soljóðandi:
Sjúkrahúsleiðslan hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eitt fakligt tilmæli til
leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum um skannaran. Varastjórarnir á Landssjúkrahúsinum
og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru í arbeiðsbólkinum, saman við fakfólki innan
medicoteknisk tól, radiologi, røntgen, medicinskar sjúkur og fíggjarviðurskifti.
Arbeiðsbólkurin leitar sær eisini vitan hjá øðrum viðkomandi fakfólkum fyri at svara
arbeiðssetninginum. Eitt nú hevur bólkurin fingið íkast frá serlækna innan
mammakirurgi, serlækna í urologi, serkønum uttanlands, sum arbeiða við MR-
skanningum, umframt framleiðara av 3 Tesla MR-skannara.
Eg eri ikki nøgd við svarið, tí landsstýrismaðurin svarar ikki rættiliga uppá spurning
2. Svarað verður ikki uppá, hvørjum sjúkrahúsi og hvørji deild fólkini í
arbeiðsbólkinum koma frá. Eg ynski at fáa at vita, hvørjum sjúkrahúsi fakfólkini í
arbeiðsbólkinum koma frá.

-- 1 of 2 --

Tað er sera løgið, um so er, at fakfólk, fíggjarfólk, radiografar og læknar á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi ikki eru við í arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli. Vónandi er tað ikki
so.
Fyri at fáa eitt meira nágreiniligt svar uppá spurningin settan 4. mai, verður hesin
spurningur settur.
Á Løgtingi, 19. mai 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

-- 2 of 2 --