← Løgtingsmál

52-105/2022

Giktarsjúklingar í Føroyum

§52a fyrispurningar · Birt 1. sep. 2026 · Avgreitt · Svarfreist 31. mai 2023 · logting.fo

Spyrjari

Svarari

Skjøl (2)
105.22 Svar frá M. Stórá til J. Vestergaard - Giktasjúklingar í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Svar · — · 1. jun. 2023

Sjá útdrigin tekst
Dagf. 1. juni 2023
HMR j. nr. 23/11471
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Svar
upp á
Fyrispurning nr. 52-105/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um giktarsjúklingar í Føroyum, frá
Jacob Vestergaard, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir giktarsjúklingar eru í Føroyum, og hvussu er lutfallið millum giktarsjúklingar
í Føroyum og Danmark?
2. Hví fáa giktarsjúklingar ikki biologiskan heilivág, tá biosimilærur heilivágur ikki riggar?
3. Hví er ongin reumatologur partur av visitatiónsnevndini, sum skal meta um, hvørjir
giktarsjúklingar sleppa í klimaviðgerð?
Svar:
Til spurning 1
Ongi almenn tøl eru fyri, hvussu nógv fólk samanlagt hava gikt í Føroyum og tí vita vit ikki, hvussu
útbreidd gikt er í Føroyum. Í sambandi við fyrispurningin hevur Sjúkrahúsverkið hugt uppá tær
skrásetingar sum eru í talgildu heilsuskipanini Cosmic. Tað eru einans skrásetingar yvir teir
sjúklingar, sum eru knýttir at Sjúkrahúsverkinum, t.e. sjúklingar sum eru í sjúkrahúsviðgerð. Hetta
yvirlit vísir, at 1.200 fólk eru skrásett. Hetta er altso talið av fólkum, sum koma inn á sjúkrahúsið at
fáa viðgerð. Hetta merkir samstundis, at tað eru ikki øll, sum hava gikt í Føroyum, sum eru partur
av hesum tølum. Sambært Sjúkrahúsverkinum, er t.d. liðagikt ikki partur av tølunum. Hesi fáa
tablettviðgerð og eru ikki beinleiðis knýtt at Sjúkrahúsverkinum. Ei heldur eru tølini valideraði og
skulu tí takast við fyrivarni.

-- 1 of 3 --

Sambært “Statens Institut for Folkesundhed” hava umleið 700.000 fólk í Danmark gikt, sum
samstundis merkir, at umleið 1 út av 8 hava gikt. Donsku tølini fevna um øll, sum “...har en eller
anden form for gigt”.
Í sambandi við fyrispurningin hevur ikki verið møguligt at kanna, út frá hvørjum grundarlagi
donsku tølini eru tald upp, men hesi tølini kunnu helst illa samanberast við tey føroysku, sum einans
eru skrásettir sjúklingar, sum eru í viðgerð í Sjúkrahúsverkinum. Soleiðis er í verandi støðu ikki
møguligt at siga, hvussu lutfallið er millum giktasjúklingar í Føroyum og Danmark.
Landsstýriskvinnan vil arbeiða fyri at fáa betri hagtøl á giktaøkinum, soleiðis at tað í framtíðini
verður møguligt at gera ítøkiligar samanberingar millum Føroyar og onnur lond.
Til spurning 2
Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur biosimular heilivágur víst seg at vera eins góður og tryggur sum
biologiskur heilivágur. Í til dømis Danmark, eru tískil tey allarflestu skift yvir til tann biosimulara
heilivágin, eftirsum at hann er munandi bíligari at nýta. Tað er soleiðis, at tá patentini til tey
originalu heilivágssløgini innan gikt ganga út, so kunnu aðrar heilivágsfyritøkur framleiða somu
sløg av heilivági. Sambært Sjúkrahúsverkinum kunnu hesi verða upp í 10 ferðir bíligari at keypa.
Fyri tey allarflestu hevur umskiftið eingi hjáárin og tað vísa royndirnar í Føroyum eisini. Við heilt
fáum undantøkum, so merkja sjúklingarnir ikki mun og effektin av heilivágnum er neyvt hin sama.
Spyrjarin spyr ítøkiliga um, hví giktasjúklingar ikki fáa biologiskan heilivág, tá biosimilarur
heilivágur ikki riggar. Sambært Sjúkrahúsverkinum eru tey vitandi um, at ikki øll kenna seg heilt
trygg við umskiftið. Hetta eru viðurskifti, sum serlæknarnir eru varugir við, tá ið sjúklingar skifta
frá biologiskum heilivági til biosimilaran heilivág. Læknarnir fylgja upp og kanna eftir, at
biosimilari heilivágurin virkar. Er effektin ikki nóg góð, so verður gjørd ein nýggj roynd, tí ofta er
nokk at gera smærri tillagingar og so vísir tað seg, at úrslitið er eins gott, sum áðrenn skiftið. Í
einstøkum førum er neyðugt at venda aftur til biologiska heilivágin.
Leggjast skal afturat, at læknarnir hava skyldu at boða danska Lægemiddelstyrelsen frá øllum
hjáárinum tey fyrstu tvey árini, eftir at nýggjur heilvágur er komin á marknaðin. Eisini sjúklingar
kunnu boða Lægemiddelstyrelsen frá hjáárinum.
Til spurning 3
Visitasjónsnevndin er skipað sambært kunngerð og tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum
velur nevndina.
Visitasjónsnevndin er sett saman av:
1) varastjóranum í Sjúkrahúsverkinum við læknafakligari bakgrund,
2) leiðaranum á Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum,

-- 2 of 3 --

3) einum yvirlækna á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum,
4) einum yvirlækna á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum,
5) einum yvirlækna á Klaksvíkar sjúkrahúsi,
6) einum yvirlækna á Suðuroyar sjúkrahúsi, og
7) einum sjúkrarøktarfrøðingi frá einum av sjúkrahúsunum.
Yvirlæknarnir, sum sita í nevndini, verða ikki valdir vegna sítt ítøkiliga læknafakliga øki. Um øll
serlæknaøki skuldu verið umboðaði í nevndini, so vóru fleiri enn 30 limir í nevndini.
Heilsumálaráðið, 1. juni 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

-- 3 of 3 --
105.22 Spurningur til M. Stórá frá J. Vestergaard - Giktasjúklingar í Føroyum.pdfuppruna-PDF

Spurningur · — · 19. mai 2023

Sjá útdrigin tekst
Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Giktarsjúklingar í Føroyum
Spurningar:
1. Hvussu nógvir giktarsjúklingar eru í Føroyum, og hvussu er lutfallið millum
giktarsjúklingar í Føroyum og Danmark?
2. Hví fáa giktarsjúklingar ikki biologiskan heilivág, tá biosimilærur heilivágur
ikki riggar?
3. Hví er ongin reumatologur partur av visitatiónsnevndini, sum skal meta um,
hvørjir giktarsjúklingar sleppa í klimaviðgerð?
Viðmerkingar:
Tað er nakað sum týður uppá, at giktarsjúklingar í Føroyum sum heild eru harðari
raktir enn giktarsjúklingar í Danmark.
Giktarsjúkurnar eru áleið 200 í tali, og tað tekur tíð at finna út av, hvat hjálpir
hvørjum einstøkum sjúklingi. Staðfest er, at biologiskur heilivágur hjálpir hjá flestu
giktarsjúklingum, har annar heilivágur ikki hjálpir. Haraftrat er vandi fyri, at um
sjúklingur ikki fær heilivág, ið hjálpir, so gert viðkomandi fyritíðarpensiónistur. Tað
er óskiljandi, at hesin heilivágur, sum veruliga kann hjálpa giktarsjúklingum, verður
spardur burtur. Talan er ofta um menniskju, sum eru tvungin til at liva við pínu og
øðrum árinum av hesi herviligu varandi sjúku.
Ein visitatiónsnevnd er sett at meta um, hvørjir giktarsjúklingar sleppa í klimaviðgerð.
Tað løgna er, at ongin serlækni í reumatologi situr í visitatiónsnevndini, hóast tað eru
serlæknar í reumatologi, ið eru best skikkaðir at meta um, hvørjir giktarsjúklingar
skulu sleppa í klimaviðgerð.
Eftir fjølmiðlaumrøðuni at døma, bløðir giktarøkið og giktarsjúklingar kenna seg
sleptar uppá fjall. Tí verða hesir spurningarnir settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 19. mai 2023
Jacob Vestergaard

-- 1 of 1 --